Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-31, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 31. oktober 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 208 - 30. oktober 2004 Nr. 208 - 30. oktober 2004 37 TINGHELLUANALYSAN Kári á Rógvi kari@sosialurin.fo "Børnini eru betur stikað inni enn bæði seyður og gás!" So- leiðis tók ein bygdarráðslimur til um nýggja barnagarðin har í bygdini. Bygdin hevði ikki havt dagstovn fyrr, men tað var vorðið neyðugt nú, tí góða sam- ferðslan gjørdi, at tað bar til hjá mongum at vinna sær breyð á størri plássum. Kommunurnar hava vald á barnaøkinum, men landið leggur mangar treytir við. Fyri hesa lítlu bygdina, har børnini eru von at reika frítt frá fjalli í fjørðu, merkti tað, at summi børn máttu stikast inni á dagstovnaøkinum samsvarandi tulkingum hjá landsins miðstýri. Hendan frásøgnin ber í sær fleiri sannleikar um stýri í Føroy- um. Rákið hevur verið móti størri ræði til kommunurnar. Avgerðirnar skulu takast "so nær at borgarunum sum gjørligt." Men samstundis velur landið bæði at samtykkja drúgvar lógarásetingar um tey málsøki, sum kommunurnar fáa í sín part, umframt at lata miðfyrisitingina ansa eftir, at allir borgarar fáa somu rættindi. Talan er um ymisk virði, ið kappast og vigast. Størri kommunalt vald merkir, at tað ber til at snikka loysnirnar til umstøður og tørv á staðnum, og tað dámar okkum. Men sam- stundis merkir tað vandan fyri (ó)vina- og kenningapolitikki, fyri fakliga og fyrisitingarliga vánaligum avgerðum. Tí krevja vit samstundis, at kommunurnar skulu fara líka við øllum og skulu halda seg til bæði tilmæli og tulking hjá fakfólki. Hetta merkir so afturfyri, at tey í staðnum mugu skipa sumt øðrvísi enn tey ætlaðu, í hesum førinum avbyrgja dagstovnin meira enn tey sjálvi hildu vera neyðugt. Ongin heilt greið linja tykist vera. Tað velst um einstaka heimildarøkið, hvussu teir hægru myndugleikarnir virka. Hetta er kjakið um at skipa markið og samvirkið millum land og kommunur. Komin á listan Mong fólk eru í hesum døgum komin á listan. Í summum førum er hetta líka ørkymlandi fyri val- evnið sum fyri veljran. At stilla upp er ikki bert borgararættur, men borgaraskylda, og fleiri verða uppstillaði uttan at vilja tað. Men eisini, hvør stillar upp saman við hvørjum, kann volda høvuðbríggj. Á stórplássum stilla politisku flokkarnir upp. Hetta kann geva borgarunum trygd um, at sami politikkur verður førdur, at samsvar er millum lyfti og seinni gerðir, og at tað ber til bæði at løna og revsa flokkarnar. Men mong halda, at tað er lítið pláss fyri flokspolitikki, og enn minni sæst nakað til floks- disiplin. Hin mátin gevur ofta ta løgnu støðu, at veljarin sær bæði tað valevni, hann vil hava vald, og tey, sum hann ikki vil skulu vera vald, á sama lista. Mangur hevur atkvøtt fyri einum og sæð verða valdan. Tí uppstillingin er fyri alla kommununa, og tað eru listarnir, ikki persónarnir, sum í fyrstu atløgu eiga atkvøðurnar. Í summum kommunum gera tey tí ein felags lista, har øll eru vælkomin, men ein almennur uppstillingarfundur ger av, hvørji sleppa á listan. Hetta riggar viðhvørt, men trupult er eisini at finna eina skipan fyri henda uppstillingarfundin, sum ger, at bæði menn og kvinnur, bæði tey har úti og tey har inni, eldri og yngri, vinnulívsfólk og pen- sjonistar eru á listanum. Tí verður ofta annar listi gjørdur fyri ónøgdu á almenna upp- stillingarfundinum. Eisini eru ofta listar fyri smærru plássini í kommunum við fleiri bygdum. Síðani koma flokslistar, kvinnu- listar og listar, ið eru avgjørt fyri ella ímóti onkrari einstakari verkætlan ella einstøkum spurningi. Ofta er ringt at skilja, hví kommunur ikki sleppa gera sína egnu stjórnarskipan. Hví kunnu kommunur ikki halda aðalfund, har alt fólkið kann atkvøða, ella í minsta lagið kjakast um summi mál? Hetta kann eisini gerast við fleiri fólkaatkvøðum. Hví ber ikki til við valdømum? Bar tað til at býta kommununa upp í samband við kommunuval, ja so vóru kommunurnar í til dømis Suðri ella í Vágum kanska betur hugaðar at leggja saman. Tí vandin liggur í, at matematiska tilvildin gevur eini bygd meiri- lutan, men bar til at tryggja hvørji bygd sína støðugu um- boðan, og so javna millum list- arnar, so kendu øll seg møgu- liga tryggari. Tær mongu bygda- nevndirnar byggja á júst áneyð- irnar at lata øll plássini koma til orðanna. Ella hvat við at hava fleiri kommunustýrislimir? Hví skal samanløgd Suðuroyar- kommuna hava so og so nógvar limir, alt eftir onkrum formli í kommunstýrislógini? Hví ikki velja eitt tal, sum ger, at tað ber til at kenna seg tryggan, at alt fjølbroytni í oynni er umboðað. Hví er tað gott, at samlaða talið av fólkavaldum í Suðurstreymi lækkar, tá kommunurnar leggjast saman, hví ikki hava 26 heldur enn 13 limir, so ikki allir nývaldir býráðslimir í samgongu gerast nevndarformenn, og so hesi fólkavaldu fáa betri tíð til ymsu málini? Eg skal ikki siga, hvat er best og rætt í øllum hesum førunum. Tað er ikki nøkur røtt loysn á hesum. Tað eru ymsar loysnir, ið bera til, og mæli eg bert til, at kommunurnar fáa størri frælsi at smíða sína egnu skipan hóskandi til virði og viðurskifti hjá teimum. Kvinnulistar Á fleiri plássum hava tey havt kvinnulistar, og fleiri slíkir taka seg upp. Hetta er bæði gott og ikki. Í sjálvum sær er tað løgið, at fólk bjóða seg fram eftir kyni. Er tað kanska nakar serliga kvinnuligur máti at taka støðu til lyktapelar, skattaprosent og útstykkingar? Tað er eisini okk- urt ófrættakent við samleika knýttum at kyni. Summi okkara gerast ongantíð verdug at koma á kvinnulista, og hvat høvdu vit sagt til samkomulistar, ítróttar- listar ella mannfólkalistar? Hóast tað løgna í at stilla upp fyri aðra helvtina, so hava kvinnulistar sín týðandi boðskap at bera. Fyrst og fremst, at politikkur snýr seg um virði. Um at velja, um at raðfesta, um at taka støðu. Tey fakligu tilmælini røkka bert eitt vist. Tað ber ikki til fakliga at siga, júst hvar næsta útstykking skal vera ella hvat hevur størri týdn- ing júst nú, keikantur, barna- garður ella eldrasambýli. Hetta er at velja ímillum ymisk virði. Kvinnulistarnir hava víst á, hvussu virðini virka og hava týdning. Tað er nevniliga ikki bert spurningur um at velja ímillum listar við ymsari valskrá. Val er helst meira enn valskráir spurningur um persónligar eginleikar, persónlig virði og raðfestingar. Tí er tað vit frá gamlari tíð hava fleiri fólk at stýra. Vit hava í túsund ár valt fólk á løgting. Ikki ein persón. Ikki nøkur fólk, men fleiri, mong. Tað er tí, at mong megna betur at umboða virði í kapping og ymiskar raðfestingar, enn fá gera. At fleiri fólk taka prinsippiellu støðurnar er vernd ímóti harðræði, vernd ímóti grunnum og ófyrireikaðum tilmælum. At føroyingar eru herviligir ikki at góðtaka og stuðla teirri felags avgerðini, tá hon er tikin, tað er ein onnur søga. At taka støðu til nýggjan dagstovn er at raðfesta hann ímillum hinar íløgurnar. Tað er at taka støðu til, hvar hann skal vera, og hvussu vit lagaliga fáa til vega lendi til hansara, hvør skal smíða, hvussu hann skal innrættast og rekast - og stikast inni. Fleri fólk eru við at skifta orð, størri er kjansurin at minn- ast til bæði parkeringsumstøður, umstøður til fólk við breki, hvussu stovnurin verður sam- skipaður við annað virksemi, og hvussu skattaprosentið kemur toluliga óskalað frá hendingini. Fleiri virði eru umboðaði, størri er kjansurin fyri, at vektingin millum virðini verður tað hepnasta. Kvinnulistarnir hava fram um alt annað víst á, at virðini í bygdarráðunum høvdu slagsíðu. Tað var ov nógv betong og atløgupláss, ov nógv vøllir og vegir, sum vórðu raðfest, tá bert mannfólk vórðu vald í stýrini. Kvinnulístarnir hava víst á, at sera nógvir av teimum gomlu listunum í veruleikanum vóru mannfólkalistar heldur enn skila- fólkalistar. Men allar slagsíður kunnu órógva kós og ferð. Bara at velja kvinnur fyri kynið, og í bygdar- ráðnum at forsmáa øll mannfólk, er uppá sikt líka óheppið sum tað øvugta og kann gerast líka vandamikið sum at stilla upp fyri listar, ið á annan hátt umboða stongdar bólkar. Tað er at vóna, at alt kjakið um kvinnulistar fær fólk at viður- kenna, hvussu stóran týdning persónlig virði og eginleikar hava. Rákið hevur annars verið tað, at miðlafólk og tey klóku hava tosað forhánisliga um fólk, ið stemma uppá valevni út frá persónligum virðum. Í mong ár hava fólk ikki torað at sagt, at tey atkvøða fyri hesum ella hasum, tí viðkomandi umframt vit og skil og førleika eisini: "veit hvussu verkafólkið hevur tað," ella "byggir sítt lív á Harran," "er góður við um- hvørvið," ella "býr her úti hjá okkum." Kvinnulistarnir kunnu vónandi gera tað legitimt aftur at velja bæði eftir skili og virðum. Hvønn velur tú? -Vit skulu velja kommustýri í næstum. Kommunurar fækkast, meðan vald og stødd teirra vaksa. Fer hetta at merkja betri stýri ella størri tilvild? Savnsmynd KOMMUNALPOLITIKKUR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Eldraøkið verður óivað ein av heilt stóru uppgávunum hjá komandi bý- og bygdarráðum. Tað er júst eldraøkið, ið stendur fremst í røðini av komandi kommunaluppgávum - millum núverandi landsuppgávurnar. Ein bólkur undir Innlendisráð- num arbeiðir í løtuni við einari ætlan at umskipa fleiri av lands- uppgávunum til kommunurnar at røkja. Landsstýrismaðurin í komm- unumálum, Jógvan við Keldu, sigur, at eldraøkið stendur á breddanum hjá bólkinum, men eisini onnur øki ger arbeiðs- bólkurin sínar metingar um. Eisini barnaverndar øki, sum vit áður hava umrøtt í Tinghelluni, verður flutt út til kommunurnar. Har verður í øllum førum neyð- ugt hjá kommunum at samstarva, um kommunalu eindirnar ikki eru størri enn 1.500 fólk - ella í serliga førum 1.000 fólk. Skúlaøkið er ikki við arbeið- inum hjá bólkinum eins og onnur øki, sum einaferð í framtíðini kunnu hugsast at gerast upp- gávur hjá kommunum. Fíggingin torfør og ógreið Barnaansingin er vorðin kommu- nalt mál, og tann fíggjarligi part- urin er eisini avgreiddur. Men tað verður ikki eins einfalt við eldraøkinum, heldur Jógvan við Keldu. Metingarnar skulu gerast um tørvin á ellisheimum og øðrum í sambandi við alt eldraøkið. – Arbeitt verður við at fáa greiðu á, hvussu vit best røkja hetta økið í framtíðini, sigur Jógvan við Keldu. Og fleiri pengar fylgja við ábyrgdini, leggur Jógvan við Keldu dent á. Áður umrøddi arbeiðsbólkur skal gera tilmæli um, hvussu skattainntøkur skulu býtast fyri at fáa kommunum neyðugu pengarnar til vega. Jógvan við Keldu dugir ikki at siga í skrivandi stund, hvussu skattabýtið millum land og kommunur fer at verða skipað. Fleiri møguleikar eru. Eitt nú kann tað hugsast, at kommunu- skatturin verður progressivur - eins og landsskatturin er í løtuni. Jógvan við Keldur avvísir ikki, at talan kann gerast um eina munandi broytta skattaskipan. Landsstýrismaðurin sigur seg rokna við, at arbeiðsbólkurin verður liðugur um ársskiftið. Einki tvang Ein fortreyt fyri, at kommunur- nar kunnu taka við fleiri upp- gávum er samanleggingar ella samstarv millum kommunur. Jógvan við Keldu leggur dent á, at tað ikki er politiskur vilji at leggja at tvinga kommunur at leggja saman. Tískil kemur tað als ikki upp á tal. Landsstýris- maðurin í kommunumálum heldur ikki, at tað verður nakað trupulleiki at fáa kommunur at leggja saman. – Rákið í løtuni er at leggja saman. Kommunurnar eru nú 34 í tali, og tað er ein stór minking upp á stutta tíð. Tað er bert ein kommuna við færri enn fimmti íbúgvum, og tvær kommunur hava 3-5.000 íbúgvar, sigur Jógvan við Keldu. Hann kennir seg sannførdan um, at hendan gongdin fer at halda fram. KOMMUNALPOLITIKKUR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Áhugin millum manna fyri kommunalpolitikki er ov lítil. Tað heldur í øllum í løgtings- maðurin fyri Fólkaflokkin Poul Michelsen. Hann var borgarstjóri í Tórshavnar kommunu árini 1981 til 1992. Hann heldur ikki, at kommunalpolitikkurin er broyttur til tað verra sum so, men áhugin er ikki tann sami. – Tað fyrikemur mær, at fólk eru minni áhugaði í kommunal- politikki nú enn áður. – Tað kann vera tann nýggja kommunulógin, sum hevur ábyrgdina av tí. Áður var tað meira frælst, hvat kommunurnar tókust við, men nú er tað meira fastlæst, sigur Poul Michelsen. Eitt greiðari uppgávubýti vil gera tað meira spennandi at fylgja bý- og bygdaráðspolitikki og eisini skapa størri áhuga fyri at vera við, har avgerðirnar verða tiknar í bý- og bygdaráðum. Spurdur, sigur fyrrverandi borgarstjórin, at hann ikki metir størri samsýningarnar til býráðs og bygdarráðslimir fara at skapa størri áhuga. – Tað er serliga typur av fólki, sum leggja sína orku í tílíkt arbeiði, og tað er ikki fyri pengarnar, sigur Poul Michelsen. Uppgávur út til kommunurnar Tvey viðurskifti eru serliga av- gerandi fyri at skapa betri kommunalviðurskifti, sambært Poul Michelsen: Størri kommu- nalar eindir og at kommunurnar átaka sær fleiri uppgávur. Og hesi bæði viðurskifti er eisini nær tengd at hvørjum øðrum. – Uppgávubýtið millum land og kommunu er avgerandi. Kommunurnar mugu eisini hava eina umsitingarliga tyngd fyri at taka sær av uppgávunum, og hetta ber bert til við at leggja saman, sigur Poul Michelsen. Listin yvir øki, ið kommunalar kreftir skulu hava ræðið á heldur enn landsmyndugleikar, er langur, sambært fyrrverandi borgarstjóranum. Bæði eldrarøkt, barnavernd, fólkaskúli og fleiri aðrar tænastur eiga at gerast partur av kommunaluumsitingini. – Velja kommunur ikki at leggja saman, so ber illa til at fáa røkt uppgávurnar. Smærru bygdirnar fáa ikki minni ávirkan við at leggja saman - tvørtur- ímóti. Avgerðirnar verða antin tiknar í stórum kommunum ella av landsmyndugleikunum, sigur Poul Michelsen. Smærru útoyggjakommunur- nar skulu skipast fyri seg, heldur Poul Michelsen. – Útoyggjakommunurnar, eitt nú Svínoy, Fugloy og Skúvoy eru nakað heilt serligt. Tær mugu hava eina serliga skipan, undir einum landsstýrismanni, har tær skulu bjóða tær neyðugu tænast- urnar og hava neyðugu karm- arnar í lagi, sigur Poul Michel- sen. Skattaskipanin broytast við At kommunurnar skulu hava fleiri uppgávur, merkir, at inntøkurnar skulu vera fleiri. – Kommunurnar skulu sjálv- andi hava peningin til at loysa hesar uppgávurnar, og inntøkur- nar hjá landinum skulu minka tilsvarandi, sigur Poul Michel- sen. Hann hevur ikki nakran kon- kretan býtislykil í tonkunum. – Mugu skatta sjónarmið eru ikki so fýrakantað. Fólk skulu sjálvandi ikki rinda meira enn hálvtrýss prosent í skatti. Tað týdningarmesta er, at vit fáa skipað eitt greitt uppgávubýti sum tænir borgarunum, landin- um og kommunum best, sigur Poul Michelsen. Jógvan við Keldu: Eldraøkið í fremstu røð Eldraøkið verður tað fyrsta stóra málsøkið, sum kommunurnar skulu yvirtaka frá landinum. Ein munandi broytt skattaskipan kann koma upp á tal Poul Michelsen, fyrrerandi borgarstjóri: Ov lítil áhugi Savnsmynd Eitt greiðari uppgávubýti millum land og kommunur, har fleiri uppgávur verða lutaðar út til kommunurnar, vil geva eitt betri kommunalt fólkastýri, heldur Poul Michelsen, fyrrverandi borgarstjóri Poul Michelsen C M Y K 37 36