Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 31. oktober 2004síða 20

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 208 - 30. oktober 2004 Nr. 208 - 30. oktober 2004 39 LEYGARDAGSKRONIKKIN Malan Marnersdóttir Fróðskaparsetrið og granskingin, leiklutur og útlit Fyri ikki at gerast fanga- oyggjar ella sálarfrøðiligt eksperimentarium, eiga vit av álvara at fara undir miðvísa menning av granskingini. Náttúruvísindi og tøkni eru annað beinið á Fróðskaparsetr- inum. Har verður arbeitt við vinnuvendum granskingarverk- ætlanum eitt nú í aling, kunn- ingartøkni og lívtøkni, sum hava vaksandi týdning fyri virðisøking av rávøruni. Tann almenna játt- anin til hesi øki hevur drigið at sær fígging frá vinnuni til ávísar verkætlanir og kundi óivað drigið fleiri at sær. Hitt beinið á Fróðskaparsetri- num er hugvísindi. Tað eru mál-, bókmenta-, søgu- og samfelags- gransking, sum geva eitt annað slag av búskaparligum avkasti. Hugvísindi hava at gera við mentan og trivnað, tað sum ger tað vert at liva her. Okkum tørvar støðugt at kanna søgu og mentan okkara til tess at kenna okkum sjálv mentanarliga. Fyri at kunna virða aðrar mentanir og lívið hjá øðrum, er neyðugt at kenna og virða sítt egna. Sum Heðin Brú eina ferð skal hava sagt, vit liva ikki her á landi av praktiskum ávum. Gerið sum írar og íslendingar, tromsøingar og calabresar Í hesum londum og landspørtum: Írlandi og Íslandi, Tromsø í Norra og Calabria í Suðuritalia hava tey gjørt tað sama. Tey hava sett sær fyri at økja um møgu- leikarnar at fáa hægri útbúgving og at fremja vísindaliga gransk- ing. Her á landi áttu landsstýri og løgting at lagt alla orku í at økt um gransking og menning. Tey áttu hvørt ár at gjørt tað møgu- ligt at sett 10 fólk í gongd við eina granskaraútbúgving. Fróðskaparsetrið og Gransking- arráðið kundu skipað fyri út- búgvingunum og at býtt gransk- ingarstudningarnar út umframt at finna fram til hvussu gransk- ingarøkini verða raðfest á besta hátt. Landsstýri og løgting áttu at gjørt eins og írar gjørdu fyri eini 10-20 árum síðani og sum hevur gjørt allan munin. Har hava tey lagt um til innovatiónsbúskap, búskap sum byggir á nýskapan. Írland er vorðið eitt ríkt land, tí tey hava satsað upp á hægri út- búgving, gransking og nýskapan. Ein partur at framburðurin hevur notið gott av menningarstuðlin- um, sum ES-limaskapurin gevur. Harafturat eru tey í Írlandi í sama viðfangi farin at tosa enskt í øllum almennum samskifti - hóast gæliskt er alment høvuðs- mál. Í Íslandi hava tey eisini bygt universitetini og granskingar- stovnarnar út og hækkað privatu íløgurnar í gransking, serliga hátøkni. Tað hevur kastað nógv virksemi av sær, sum longu gevur úrtøku, men sum ivaleyst í framtíðini fer at geva størri inn- tøkur til landið. Universitetið í Tromsø er eins og Fróðskaparsetrið stovnað 1960'unum. Fyrrverandi rektarin har, Tove Bull, hevur á verkstovu her á setrinum greitt frá, hvussu tað kom í lag, og hvussu tað hevur ment landspartin. Ein rúgva av fólki, sum annars ikki høvdu fingið eina hægri útbúgv- ing, hava fingið eina akademiska útbúgving. Ein rúgva av fólki, sum áður fingu sær hægri út- búgving sunnalagari í Norra og blivu verandi har eftir lokna útbúgving, fáa sær hana nú í Tromsø. Tað hevur broytt rekrutteringina til vinnulívið og fyrisitingina í Norðurnorra. Tað hevur fingið nýtt granskingar- virksemi til Tromsø og skapað mentanarliga menning fyri ikki at tala um vinnuliga: Fleiri enn 50 fyritøkur eru stovnaðar sum beinleiðis úrslit av universitetin- um. Í tí fátæka Suðuritalia gjørdu tey tað sama fyri tretivu árum síðani. Bygdu eitt universitet í Cosenza, sum í dag hýsir 35.000 fólkum og sum hevur skapað menning og framburð í lands- partinum og brotið brotsgerðar- kurvurnar. Eins og í Írlandi spæla ES pengar ein týðandi leiklut har. Í Íslandi, Norra og her hjá okkum er tað ein spurn- ingur um at raðfesta sjálvi. Serliga vit hava ikki ráð til annað enn at satsa upp á gransking og menning, soleiðis sum støðan er vorðin í fiskivinnuni og ikki minst í alivinnuni. Eg kann leggja afturat, at Fróðskaparsetrið fór í síni tíð (fyrst í 70’árunum) undir aka- demiskar útbúgvingar fyri at útseta fráferðina uttanlands hjá teimum ungu, sum vildu hava hægri útbúgving. Og vit kunnu siga tað sama: Her eru mong, sum blivin bæði exam.art., bachelorar og kandidatar, sum ikki høvdu fingið eitt akademiskt prógv, var Fróðskaparsetrið ikki. Viðvíkjandi máli er tað vist soleiðis, at mál okkara er ein partur av lívsdygdini her á landi. Tí má leiðin her á landi vera at økja málsligu førleikarnar, so- leiðis at fólk eru før fyri at lesa og tala fleiri fremmand mál væl og virðiliga, samstundis sum føroyskt verður mýkt og ment. Tíggju undir granskara- útbúgving um árið Nógv hevur verið talað um at raðfesta gransking. Um byrjað verður nú, kunnu vit hava fingið hundrað nýggjar granskarar í 2018. Játtið tí soleiðis, at 10 ph.d.- studningar kunnu verða leysir at søkja í 2005 og setið 10 fólk, sum hava lokið kandidat- ella master-prógv, til at gera ph.d.- verkætlanir í hugvísindum, náttúruvísindum, tøkni og handilsskapi. Um ein slík miðvís ætlan verður sett í verk, hevði hon sett ferð á menningina av vitanar- krevjandi vinnum. Úrslitið av ætlanini hevði uttan iva verið nýggjar vinnur, sum vit ikki duga at hugsa okkum til nú. Samstundis hevði sosiala saman- haldið og sosialan støðan verið bøtt og tryggjað. Í løtuni eru 8 fólk í holt við eina granskaraútbúgving á setrin- um, summi teirra eru um at vera liðug, summi júst byrjað. Í mesta lagi trý fólk fara undir gransk- araútbúgving um árið, sum nú er. Tað er tað talið, sum eigur at verða fleirfaldað. Tá fer menn- ingin at gera mun skjótt. 3 ár er stutt tíð í útbúgvingar- og granskingarhøpi. Setið 10 ph.d.-verkætlanir í gongd nú og síðani 10 um árið. Tær fyrstu verða lidnar um trý ár, og síðani tíggju afturat hvørt ár. Tey fólkini fara síðani undir sítt virki, summi á hægri út- búgvingar- og granskingar-stovn- um, har tørvurin á høgt útbúnum fólki økist í hesi gongdini. Onnur fara at stovna vinnuvirki. Tað ber til at stýra á hvørjum økjum, hesar ph.d.-verkætlanir skulu vera. Tað verður gjørt við at raðfesta peningin og seta ávísar upphæddir til ávís gransk- ingarøki, sum søkjast kann um. Soleiðis sum granskingarráðið ger í løtuni. Í fjør vóru raðfestu økini mentan og matur, í ár matur og fólkaheilsa. Onnur ár kunnu tað verða náttúrufrøði og mál, havfrøði og handilsfrøði, námsfrøði og samfelagsfrøði o.s.fr. Fortreytir Tað almenna má fíggja gransk- ingarverkætlanirnar fult og heilt frá byrjan. Vinnan fær kortini nústani ta fulla nyttuna burtur úr teimum, tá ið hon fer uppí og verður medfíggjari. Tað kundi eitt nú verið gjørd ein skipan fyri vinnu-ph.d. við íblástri frá donsku skipanini "erhvervs ph.d." Í Danmark hevur Fólka-- tingið júst samtykt at játta 3 milliardir til gransking og ný- skapan tey næstu trý árini fyri at útbúgva 1.000-1.500 granskarar hvørt ár. Men fyri at røkka tí høga máli skulu vinnan og uni- versitetini sjálv leggja 2/3 av fíggingini afturat. Tað verður harðliga funnist at hesum krav- inum til universitetini, sum eru illa sperd, tí at játtanirnar eru lækkandi. Her hjá okkum vænti eg ikki, at tað hevði verið ein gongd leið at kravt vinnuna og Fróðskaparsetrið eftir stórum parti av fíggingini til gransk- ingarátakið. Fyri at tryggja, at hesar ph.d.- verkætlanirnar veruliga vera á røttum stigi og verða tað, sum tær eiga, má Fróðskaparsetrið gerast ført fyri at taka alla hesa leiðbeiningina upp á seg. Tað er ikki nóg gott at knýta onkrar útlendskar granskarar at ávísu verkætlanunum, so kunnu tær tað sama verða framdar á universi- tetunum, sum teir koma frá. Skal kunnleikin og førleikin at leið- beina ph.d.-studentum vera føroyska granskingarumhvørv- inum og tískil føroyska sam- felagnum at gagni er neyðugt, at leiðbeiningin fer fram her. Fyri at so nógv fleiri granskaralesandi kunnu verða innskrivað á Fróð- skaparsetrinum, mugu um-støð- urnar har vera í lagi. Treytin fyri at taka upp granskaralesandi á setrinum er, at leiðbeinari er tøkur á stovninum. Við teimum umleið 20 granskarunum er iva- leyst við teimum 4-6 granskara- lesandi, sum nú eru. Hølisviður- skiftini eru heldur ikki til fleiri. Men játtaði løgtingið ríkiligt til eina sovorðna ætlan, so hevði hon uttan iva kastað tvífalt so nógv av sær sum úrslit av nýggj- um vinnum og virkjum, meira tilfar til skúlaverkið, miðlarnar umframt fleiri mentanartilboð og listaverk av øllum handa slag. Byrjið nú. So kann hetta, sum nú er á veg, verða seinasta kreppan, sum stendst av felli í fiski- vinnuni. Miðvís menning ella Disney Tað er frálíkt at veiða fisk og fáa landinum og sær sjálvum inn- tøku á tann hátt. Tað hevur higar- til verið búskaparliga lívs- grundarlagið. Endamálið við at fara undir miðvísa menning av granskingini er at geva fólki førleikar at skapa sær betri lív, samstundis sum tey skapa og menna nýggjar vørur. Aðra-staðni í heiminum eru tað ofta fólk við ph.d.-prógvi, sum hava fyritøkur og virki, sum skapa og gera hátøkni vørur. Men skal tann hugburðurin vinna frama, so má vinnan skjótt fara at taka aktivan lut bæði við pengum og upplæring í, hvussu vitan verður umsett til inntøkur og avkast. Tað ræður sum ongan- tíð áður um at fáa fleiri fólk við førleika til at skapa gransk- ingarúrslit og at viðgera tey fyri at gera nýggj vørusløg. Fiskurin er ein óstøðug rávøra og nógv bendir á, at tað verður alt verri og verri at fáa hendur á nóg nógvum (og góðum) fiski. Tí má meira fáast burtur úr tí sum fæst, og leggjast má um til aðrar framleiðslur. Í løtuni tykist tað mest vera ein spurningur um vilja ella um dirvi at sleppa tí kenda. Vit billa okkum inn, at vit vita, hvat vit hava, men ikki hvat vit kunnu fáa. Tað er heldur soleiðis, at vit vita ikki, hvat vit í veruleikanum hava, og tí eiga vit sum skjótast at kasta okkum út í at nýta og menna tað menniskja- liga tilfeingið til frama fyri lívs- dygd og eydnu hjá tí einstaka og til frama fyri samfelagið. Vit skulu ikki verða ein sálarfrøðilig Disney-royndarstøð! Miðvís granskingarmenning ella Disney Uttan bøkurnar høvdu útlendingar hildið at Føroyar møguliga vóru nakrar fangaoyggjar gloymdar norðuri í havinum ella kanska okkurt modernað alternativ innan sálarrøkt og granskan og í besta føri eitt Disneyland har fólk vóru lønt fyri at spæla idiotar Jóanes Nielsen úr yrkingini "Ársfrágreiðing" Kunngerð til veljarar í Skála Kommunu til kommunuvalið 9. november 2004 Brævatkvøður Veljarar í Skála kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíð- ini til og við 8. november 2004. Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á val- staðin og sum ynskja at greiða brævatkvøðu heima, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 441179 í seinasta lagi 8. november 2004, kl. 15.00. Valkort Við hesum verður gjørt kunnugt,at til kommunu- valið eru valkort send øllum veljarum í kommun- uni. Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskriv- stovuni frá í seinasta lagi 8. november 2004 á tlf. 441179. Skála Kommuna Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Børkuvegur 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er: mánadag-hósdag frá kl. 9-16 fríggjadag frá kl. 9-12 Kliniskur tannteknikari Bergur á Reynatrøð Skip- & Bátar GSM-Telefonir Nú GSM netið verður útbygt til skip og bátar hava vit tær vælumtóktu Nokia 6090 GSM telefonirnar til fastmontering. GSM-telefon sum kann senda og móttaka. Telefon, data, fax og SMS. Ein sera væl umtókt GSM-telefon til skip og bátar. Somuleiðis hava vit fleiri model Procom GSM antennum. Avmarka nøgd á goymslu. Tann, sum kemur fyrst til mylluna. Sp/f Contrive Jsp Ltd. P. O. Box 72 · 700 Klaksvík Tlf. 455244 – 214244 – 215660 · Fax 456945 E-mail: contrive@contrive.fo Skeið Foto/myndaviðgerð við teldu (40 t) Lærari: Leif Anderssen Tlf. 445091 - 222091 (byrjað verður í viku 45) ________________________________________ Lær at gera jóladekoratión (20 t) - á loftinum í Pidda´sa handli Lærari: Steintóra H. Nesá Tlf. 444720 ella stein@kallnet.fo Bólkur 1: 22.-24. nov. (má.-mi.) kl. 9.30-16.00 Bólkur 2: 25.-27. nov. (hó.-fr.) kl.19.00-22.30 og leyg. Kl. 9.30-17.00 ________________________________________ Fuglafjarðar Kvøldskúli Tlf. 444087 Bileftirlitið stongt mánadagin 1. november Í sambandi við skeiðvirksemi, eru avgreiðslan og sýnshallirnar á Bileftirlitinum stongdar mánadagin 1. november Opið verður aftur sum vanligt týsdagin 2. november. Bileftirlit Føroya Lesið -so eru tit við! C M Y K 39 38