Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-14, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. desember 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 146 28 TRÓNDUR ARGE S øgan hjá súkklingini er merkt av nógvum doping­ gøl­um. Ongin størri enn gølan við Lance Arm­ strong, sum vann Tour de France sjey ferðir upp í slag. Eisini tiltikni Festina-túrurin, tá alt Festina liðið bleiv tikið í Tour de France í 1998. Nú er ein nýggj gøla á veg, men tað er framvegis óvist hvussu álvars­lig gølan verður, tí Chris Froome sigur seg einki skeivt hava gjørt. Hann er skrásettur sum at hava astma og hevur tí loyvi at brúka heilivág í samband við astma. Til Vuelta Espania fyrr í ár lata hann inn eina dopingroynd, sum innihelt tvær ferðir so nógv salbuta­mol sum loyvt. Altjóða súkklusambandið, UCI, hevur nú reist mál móti bretska súkklara­num, sum er føddur í Kenja. Tað hevur í longri tíð verið illgruni um doping og snýt í súkklu­felagnum hjá Chris Froome, Sky. Helst mest av øllum, tí liðið er einaráðandi í súkklufeltinum seinnu árini. Hevði tað ikki gott Chris Froome vann fyrr í ár Tour de France triðja árið upp í slag, og samanlagt hevur hann vunnið stóru kappingina fýra ferðir. Seinni í ár vann hann eisini Vuelta Espania, sum er ein av hinum heilt stóru kappingunum í kappingarárinum hjá súkklarunum. Tað var her, at Chris Froome lat inn eina dopingroynd, ið vísti at hann hevði tvær ferðir so nógv sal­ buta­mol í kroppinum, sum er loyvt sambært dopinglistanum. Kendi súkklarin sigur, at hann hevði trupulleikin við astma var blivin verri til kappingina og hevði økt um salbutamol inntøkuna, men innan­fyri mark og hann vildi ikki siga nøkrum frá. -Eg havi eina fasta rútmu, tá eg brúki innandingartólið og hvussu oftani eg brúki tað. Eg havi latið allar upplýsningar til UCI, fyri at koma á mál í málinum. Men eg havi ikki í tonkunum, at viðganga mitt í eini kapping, at eg ikki havi tað gott. So verið eg álopin á øllum kant­um, sigur Chris Froome við BBC. Hann sigur seg skilja væl, at fólk eru skelkaði og ill, men stendur við, at hann einki hevur gjørt galið. -Eg skilji væl, at fólk er ill, men eg havi ikki brotið nakrar reglur. Eg skilji væl, at øtast við, serliga tá hugsað verður um søguna hjá súkk­ling, men hetta er ikki ein posi­tiv dopingroynd. Eg havi roynt mítt besta, at mótprógva øllum skugga­søgu­num um súkkling, sigur Chris Froome og leggur afturat: -Eg havi verið yrkissúkklari í tíggju ár við astma. Eg kenni reglu­ gerð­ina og mørkini, og tey havi eg aldrin brotið, sigur Chris Froome við BBC. Í øðini Tað hevur vakt ans, at Chris Froome er sloppin rímiliga snikka­ leys­ur higartil. Hann hevur ikki fing­ið bann og fær møguleikan at verja seg, áðrenn dómur fellur í máli­num. Ein teirra, sum er í øðini er týski Tony Martin. -Eg eri totalt rasandi. Í málinum um Chris Froome er talan um dupultmoral. Eg kann ikki koma í tankar um nakra sag, har ein súkkl­ari í líknandi støðu ikki verð­ur bannaður umgangandi. Hann skuldi als ikki fingið lov at lutt­ikið til HM. Hevur Sky og Chris Froome serlig fyrilit, spyr Tony Martin speisk­ur á málinum á síni heima­síðu. S ú k k l i n g hevur a f t u r eina doping­ gølu á hondini, men tað er ikki vist at hann røkkur hæddirnar á onkrum av hinum gølunum, men tað er áhugavert at menn sum Chris Froome og kinesiski svimjarin, heims­meistari og kappingarneytin hjá Páli V. Joensen, Sun Yang, hava trupul­leikar við hjarta og lungum. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Súkkling: ÍTRÓTTUR: Súkkling Chris Froome, sum hevur vunnið Tour de France fýra ferðir, er nú rokin í dopingfelluna. Altjóða súkklusambandið hevur reist eitt mál móti bretska súkklaranum. Hann hevur astma, men ein dopingroynd hevur sett allar ávaringarlampur í gongd, tí hann hevur og nógv salbutamol í kroppinum DOPINGGØLA RAKAR AFTUR SÚKKLINGINA