Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. desember 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 146 27 bát­inum, sum ikki kom aftur. Abb­ in bjargaði tískil lívinum á Ib. Seinni fór Ib við Tjaldrinum. Seinni aftur var hann við skipi hjá Lauritsen, har eldur kom í, og skipið kolaðist upp. Allir vóru bjargaðir, men manningin misti allar sínar ognarlutir. Seinnu árini arbeiddi hann í eini heilivágsfyritøku. Hann doyði í 2006. Hann átti ongar eftir­ komarar. Gølan við Miu Næsta barnið var Marie Sofie, kallað Mia, fødd í 1903. Høgni hev­ur eina stuttliga søgu um henn­ara kærleikslív. Hon verður end­ur­givin á donskum sum Høgni skriv­ar hana: Mia arbejdede som expeditrice hos Conrad Juhlert, som i 1923 havde åbnet Thorshavns Piano­ mag­asin og Musikforretning, hvori han havde urværksted og solgte, insrumenter, ure og smykker. Hun blev efterhånden også hans faste partner. Hendes fader kunde ikke lide forholdet, da Conrad var 32 år ældre end Mia. Hans kone opdagede efterhånden hvad der foregik, og de blev skilt. I 1932 fik Mia’s fader endeligt overtalt hende til, at hun skulde forlade Conrad og flytte fra Fær­ øerne til sin søster, som boede i Danmark, så hun kom væk fra det, som han anså for at vær­et upassende forhold. Han købte i al hemmelighed billet til hende, så hun kunne rejse med passag­er­ damp­eren til København. For at sikre sig at Mia kom afsted, blev hun ledsaget af sin far ombord på damp­eren, som lå ved kajen klar til afgang. Conrad, som var vildt forgabet i hende, havde da fået fortalt, hvad der var på færde, hvorefter han smed, hvad han havde i hænd­er­ ne og skyndte sig alt hvad han kunde ned på kajen, hvor der som sædvanligt var en masse menn­ esker i forbindelse med damp­ er­ens afsejling. De blev vidne til, at han entrede landgangen til damp­eren og forsøgte at komme op på dækket, så han kunde for­ hindre Mia i at rejse. Men der oppe på landgangen stod Mia’s far. Conrad, som ikke var ret høj og som var korpulent, forsøgte at smutte forbi ham. Men hendes far, som var stor og stærk tog ham i favn­en og bar ham ned ad land­ gang­en, medens Conrad skreg til en sagfører, Husted Andersen, som var på kajen, og bad ham være vidne til, at Vilhelm havde lagt hånd på ham. Men sagføreren skulle ikke nyde noget og svarede, at han ikke havde set noget! Så Mia kom afsted med damp­ er­en og lod Conrad tilbage. Det sidste hun hørte fra ham var, da han skreg til hende: “Jeg vil have min pels tilbage.” So Conrad mátti fara heim aft­ ur sum av torvheiðum. Hetta var eisini nakað, sum fólk tosaðu um í áravís. Hetta var ein ordilig gøla. Conrad Juhlert var pápi tann Juhlert, sum er kendur frá post­ húsinum í Havn. Mia giftist í 1934 í Danmark við Robert Gustafsson. Tey fingu eingi børn. Leivur var flogvit Triðja barnið hjá Nellu og Vil­ helm var Magnus, sum m.a. var kend­ur sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Magnus var giftur, men teirra børn doyðu sum smá. Hann átti kortini fleiri børn uttan hjúnalag. Eitt av teimum var Leivur, f. 1929, sum hann fekk við Sigrid í Akrabyrgi. Hon hevði ikki umstøður at taka sær av soninum, so hann vaks upp hjá abb­anum, Vihelm, og seinnu kon­ uni. Leivur doyði fyrr í ár. Hann kendi eg ógvuliga væl. Leivur var ein framúr vitigur maður. Hann las nógv. Hann dugdi fleiri mál enn tey flestu, m.a. russiskt. Tað var altíð ein stuttleiki at práta við hann. Men hann var so beskeðin, at hann vildi ikki, at hansara vitan kom alment fram. Men hann var altíð beinasamur, tá ið hann var varð spurdur um viðurskifti, hann kendi til. Endaðu í Amerika Fleiri av børnunum hjá Nellu og Vilhelm endaðu í Amerika. Peter Andreas var føddur í 1906. Hann fór sum aðrir dreingir til skips men endaði í USA, har hann fór uppá skúla. Hann sigldi í eini 30 ár við amerikanskum skipum. Her var hann eisini heiðraður. Hann giftist við svensku Margot, men tey fingu eingi børn. Hann doyði í 1980. Leivur greiddi frá, at hann plagdi at skriva í føroyskum bløðum, men tað er ikki eydnast at finna nakað. So var tað Elsa, fødd 1908. Hon gjørdist móðurloysingur longu 2 ára gomul. Tað kom tí at verða Kristianna, gift við Sámal, beiggja Vilhelm, sum fostraði hana upp. Tá ið Elsa var 10 ára gomul í 1919 tók Kristianna avgerð um at flyta við børnunum til mannin, sum tá var staddur í USA. Sethúsini í Magnus Heina­ son­argøtu blivu seld. Tá ið Elsa varn­aðist hesa ætlan, segði hon við fosturmammuna: “Um eg ikki sleppi við, fari eg at gráta”. Tá varð í síðstu løtu gjørt av, at Elsa skuldi fara við teimum. Men tá vóru ikki stundir at fáa til vega neyð­ugu innferðarloyvini. Fyri at sleppa burtur úr hesum, tá ið tey komu fram, gav Kristianna børn­unum boð um, at tá ið tey skuldu gjøgnum passeftirlitið, skuldu tey bara tosa føroyskt, so eftirlitið skuldi fáa ta fatan, at tey bara tosaðu eitt mál, sum eingin annar skilti. Tað endaði so við, at eftirlitið ikki tímdi meira og lovaði teimum inn. Tað er lítið, sum vit vita um Elsu. Tað sigst, at hon sum ung vann eina vakurleikakapping. Hon gift­ist og fekk tvær døtur. Elsa vitjaði ongantíð aftur í Før­ oyum. Við ongum loyvi var vandi fyri ikki at sleppa inn aftur í USA. Í 1977 gav forsetin Jimmy Carter loyvi til hjá slíkum frítt at koma aftur til USA. Men tá var Elsa 69 ára gomul, og hon hætti sær ikki at koma. Fyri nøkrum árum síðani var stór ættarstevna í Føroyum. Tá komu nógv av ættini í USA til Før­oya. Men tað kom eingin ætt hjá Elsu. Tískil er neyvan nakað sam­band við hennara ættarfólk. Móður og dóttir doyðu dag um dag Tann 21. august 1910 fingu Nella og Vilhelm sætta barnið, Eva Magretha. Men hon livdi ikki ein mánað. Nella doyði 17. september, og lítla Eva Margretha doyði dagin eftir tann 18., so tær eru vist farnar í somu grøv í gamla kirkjugarði. Hetta hevur sjálvsagt verið hart hjá honum. Anna var eitt stás Vilhelm giftist aftur í 1914 við Onnu Mariu Hansen, f. 1889. Hann hevði hitt hana í 1912, tá ið hann var staddur í Kollafirði og gjørdi grót­brúnna um Sjóvará. Tað er ann­ars tiltikið, hvussu góð Anna var við børnini í fyrra hjúna­lagn­ um. Tey bæði fingu børnini: Eva Petronella (Nella) f. 1914, gift við Hans Edmund Næs. Tey høvdu kiosk í J.C. Svabosgøtu. Brynhild Christina f. 1916, gift við norðmannin Olaf Andre­as Wasa. Tey vóru virkin í Frels­un­ ar­herinum í Noregi. Rigmor Elaina, f. 1918, giftist við Johannes L. Jacobsen, grann­skoð­ ara. Tey eru foreldur Høgna, sum hev­ur greitt hesa bók úr hondum. Daníel Johannes doyði sum ný­føð­ingur í 1920. Hann var upp­ kall­aður eftir dronginum, sum mamm­an, Anna, var trúlovað við, men sum gekk burtur við Oliviu í 1912. Ingibjørg Marita, f. 1921, gift og skild frá Stig Rasmussen, sum m.a. hevði prentsmiðju í Gøtu. Framúr avrik Hetta er sjálvsagt bert nøkur fá brot úr hesi søgu, sum umfatar sera nógvar ættir, eisini hjá hon­ um, sum skrivar hesar reglur. Hetta er eitt framúr verk, sum er eitt gullnám hjá teimum sum hava áhuga fyri siðsøgu. Komandi partur Í komandi parti verður framhald av frásøgnini hjá Onnu Evensen um lívið sum prestakona á Viðareiði seinnapartin av 19. Øld. Fyrra konan Nella, hon og nýfødda dóttirin doyðu dag um dag í 1910. Vilhelm á odda fyri ólavsøkuskrúgonguni í 1941 Brúgvin hjá Vilhelm um Sandá.