hósdagur 14. desember 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 146
26
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
Í
vikuni kom hetta stóra
verkið við 550 blaðsíðum
og einum 2.000 myndum í
bókabúðirnar.
Hetta er søgan um ættina hjá
Samuel Daniel Petersen, ættað
ur av Miðgerði í Kollafirði og Else
Birgitte Jacobsen, ættað úr Baj
anstovu í Havn. Tey vóru upp
sitarapar á Aalekjærs garðinum í
Havn árini 1867-1886.
Bókin er partvíst eisini á ensk
um og donskum. Hetta er fyri, at
teir nógvu útlendingarnir í ættini
eisini skulu kunna lesa hana.
Her er sjálvandi ein hópur av
ættarfólki, men Høgni ger mest
burtur úr hesum báðum, sum vóru
oldurforeldur hansara.
Tey bæði fingu sjey børn. Elst
ur var Magnus Samuelsen f. 1858.
Elsti sonur hansara var Vilhelm
Samulsen, sum seinni fekk sær
navnið Tórsheim.
Systkin hjá Magnusi vóru
Kathrine Frederikke, Anna Elisa
bet, Eva, Dánjal, Peter og Andreas.
Beiggjarnir í Havn vórðu kallaðir
í Horni. Teir vóru og eru saman
við teirra ætt sera kendir í Havn.
Petur, sum var bakari, fór til
Klaksvíkar, har hann fekk stóra
og kenda ætt. Nú 100 ár eru liðin,
síðan fyrsta Betesda varð bygt,
kann nevnast, at Petur lat grund
stykkið.
“Keisarin”
Ættin er so mikið stór, at tað verð
ur ikki pláss fyri at viðgera meira
enn ættargreinina hjá Vilhelmi.
Vanliga varð hann nevndur keis
arin, sum man koma frá tí, at
hann var navnafelagi hjá týska
keisaran, sum “átti” stóran part
av fyrra heimsbardaga.
Vilhelm var føddur í 1881, hann
doyði í 1954. Hann var byggi
meistari, gjørdi vegir, bygdi hús,
stoypti m.a. Vágs kirkju og lok á
Havnará. Men tað, sum hann var
mest kendur fyri, vóru tær vøkru
grótbrúgvarnar, hann stóð fyri.
Kanska tann kendasta er brúgvin
um Sandá úti í Havnardali, sum
gjørdi tað koyrandi til Kirkjubøar.
Vilhelm hevði lægsta boð uppá
kr. 12.487. Men hann fekk trupul
leikar av hesum arbeiði, sum part
víst mátti gerast um aftur. Tá ið
hetta var gjørt í 1926, varð sagt, at
nú fór brúgvin at halda til ævigar
tíðir.
M.S. Viðstein hevði eina drúgva
grein um Vilhelm í Dagblaðnum í
1951, tá ið hann fylti 70 ár.
Mourentius skrivaði millum
annað, at Vilhelm var kendur um
allar Føroyar, so víða sum hann
hevur ferðast, tá ið byggjast
skuldu brýr og lendingar.
Men hann gjørdi eisini annað.
Hann gjørdi húsagrundir, og tær
nógvar. Hann var tann fyrsti í
Havn at stoypa betonghús, tað
var í 1916. Hann var eisini við til
at leggja fyrstu telefonlinjuna í
Føroyum. Mourentius endar við
at siga:
“Vilhelm Tórsheim og Anna
eru tiltikin fyri blíðskap og holl í
vinskapi. Mong eru tey, sum hava
teimum gott at bera, tí fremm
andur hevur allar dagar verið líka
vælkomin á gátt sum aðrir kunn
ingar, og tey verða nógv ið ynskja
hjúnum alt gott og Vilhelmi Tórs
heim tillukku á sjeyti ára degnum”.
Vilhelm sat í Tórshavnar Býráð
frá 1917 til 1920. Hann var valdur á
arbeiðaralistanum, lista C.
Vilhelm var ógvuliga tjóð
skaparsinnaður og gekk á odda
í skrúðgonguni á Ólavsøku 1941.
Hetta var fyrstu ferð, at ólavsøkan
varð sett alment og at Merkið var
at síggja alla staðni í Havn. Stig
takararnir vóru Vilhelm, Edvard
Samuelsen og Kjartan Mohr. Teir
heittu á Havnar Hornorkestur og
reiðmenn um at skipa fyri skrúð
gongu og fáa røðara at seta ólav
søkuna. Hetta hevur verið ein
fastur siður síðani tá.
Giftur og misti konuna
Í 1902 giftist Vilhelm við Petronellu
Petersen, ættað úr Funningi. Hon
var komin til Havnar at vera í húsi
hjá beiggja sínum, tí eldra Knút
skómakaranum. Í Havn hevði
hon so hitt Vilhelm. Petronella átti
eisini eina systir í Havn. Hetta var
Anna Sofía, sum giftist við Johan
Hendrik Egholm. Tey fingu sjey
børn og eiga eina stóra og kenda
ætt í Havn.
Nella doyði í barsilssong í 1910.
Anna Sofía og Joen Hendrik fingu
sama ár eina dóttir, sum varð
kallað Petronella eftir systrini,
vanliga nevnd Nella.
Elsta barnið hjá teimum, Magn
hild, var fødd 1901. Hon giftist við
Albin Gustafsson, sum var svensk
ari. Tey hittust, tá ið hann var í
Føroyum og arbeiddi hjá Vilhelm.
Tey fluttu til Danmarkar, men hon
bleiv sjúk av tuberklum og doyði í
1936. Tey fingu tríggjar gentur og
ein drong.
Sonurin kallaðist Ib og var 10
ár, tá ið mamman doyði. Anna,
stjúkmamma Magnhild, sum var
kend fyri at vera eitt gott fólk,
hevði lovað at taka sær av Ib, um
Magnhild fall frá.
Høgni heldur áfram á donskum:
Da Magnhild var død satte Allan
Ib ombord på passagerdamperen
Tjaldur, men han havde ingen
penge, så hans svigerfar Vilhelm
betalte billetten ved damperens
ankomst til Thorshavn.
Ib kom tískil at ganga í skúla í
Havn. Hann varð nakað happaður,
tí hann ikki dugdi føroyskt.
Aftaná kríggið vildi hann
sleppa at fiska við donskum
snurriváðskipum, sum ofta løgdu
at í Havn.
Eina ferð var tað ein av hesum
bátum, sum manglaði ein mann,
og Ib vildi sleppa við. Men abbin,
Vilhelm, segði nei. Tað segðist í
ættini, at hann hevði “ánilsir”. Tí
skil fór onkur annar við hesum
Bókin hjá Høgna Jacobsen Nakrar myndir úr ÆTTARSØGUNI
er ein fongur fyri tey, sum hava áhuga fyri ætt og søgu
MEGNAR ÆTTARSØGA HJÁ
FJØLD AV FØROYINGUM
Høgni Jacobsen:
Bókin, sum eru søga hjá stórum parti av føroyingum
Vilhelm og seinna konan, Anna.