Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. desember 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 146 25 av hesum sketsjunum vóru sketsjir hjá Hans Tórgarð og Hans Paula Tórgarð - kanska er teirra humor øðrvísi enn mín… Nei, tað haldi eg ikki, eg plagi at flenna. Kanska eri eg broytt, ella teir. Tónleikurin í topp sum altíð Magnus Johannesen situr á sínum fasta plássi við klaverið. Tað riggar, sum undanfarna ár, framúr væl. Hann svingar so væl, at fólk gerast í góðum lag bara av tónleikinum. Mennirnir báir hoyrdust ikki nóg væl Ein av orsøkunum til, at eg ikki fang­aði allar sketsjirnar hjá Hans Tórgarð og Hans Paula Tórgarð kann vera tann, at eg hevði ilt við at hoyra teir – og tað er løgið, tá ið Mariann Hansen og Gunnvá Zach­ ariasen hoyrdust so væl, og hølið er rættiliga lítið, OG vit sótu fremst. Sjálvt tá ið teir høvdu mikrofon, hoyrdi eg teir illa. Felagssangirnir kendust tí ofta avkubbaðir - týði­ lig­ir og stuttligir tá ið Mariann Han­sen og Gunnvá Zachariasen sungu, men teir duttu síðani niður í gólvið tí at eg ikki hoyrdi nóg væl, hvat ið Hans Tórgarð og Hans Pauli Tórgarð sungu. Umskipan og effektivisering Heldur óvæntað verður sýningin brád­liga avbrotin av eini konu í reyðum lakkjakka. Hon er sett av Menta­málaráðnum at optimerað arbeiðisflowið á Tjóðpallinum við hennara motivatiónsstrategi. Effekt­ivisera. Og tá er týdningar­ mikið, at vit øll fara í JA-hattin. Eg veit ikki. Eg hugsaði: Er hatta ikki eitt sindur gamalt? Er tað ikki ein farin tíð, at tað almenna brúk­ ar pengar uppá sovorði hokus pokus? Men eg var tó undirhildin, ser­liga av deiliga samba-lagnum tey sungu. Eg tosaði seinni við eina konu, sum hevði verið og hugt eitt annað kvøld, saman við sín­um almenna arbeiðsplássi, og hon segði, at eingin tordi ordiliga at flenna, tí tað passaði alt ov væl - øll vita, hvussu býtt tað er, men allíkavæl blívur tað við. Fyri tey var tað meira pínligt enn stutt­ligt. Áh! Hevði eg bara havt hoyrt tað áðrenn sýningina. So veru­leika­ fjart mítt lív onkuntíð er. Eg átti at fingið mær eitt ‘ordiligt’ ar­beiði, so eg betur kann flenna at sam­felags­ prik­andi undirhaldinum. Toyr baaðir Eg visti, at teir vóru við aftur í ár, Hannes og Jens Kári, og tí sat eg alla sýningina og bíðaði eftir teim­ um. Hannes og Jens Kári eru tveir ógvu­liga… áhugaverdir menn har norð­uri frá. Eg hitti teir fyrstu ferð til Café Gløgg í fjørð, og flenti, so at eg mundi pissað í buks - í ár helt eg fram við at flenna. Serliga Jens Kári fær meg at flenna, tí eg verði so flóv. Eg veit ikki rættiliga hví. Men eg verði bara so ræðuliga illa við. Eg visti slættis ikki,, hvat eg skuldi gera við meg sjálva, tá ið hann knappliga hugdi uppá meg frá pallinum, heilsaði og segði: ‘Hon sjálv! Hey. Hittust á summ­ar­festi­ val­inum, ha?’. Eg mundi doyð! Og fnisaði sum ein… kona sum nærkast 30 (eg veit, tað er trupult at ímynda sær hvussu ein kona sum nærkast 30 fnisar, ha? Vit plaga ikki at fnisa nakað serligt, helt at tað var ein farin tíð, men nei - har er okkurt við Jens Kára ið, fær meg at fnisa pínliga illa. Blívi flóv bara av at hugsa um tað - og eg og tað liggur ann­ars ikki rættiliga til mín). Tað eru tær báðar Mariann Hansen og Gunnvá Zachariasen, sum spæla Hannes og Jens Kári, og tað gera tær báðar framúr væl (Nú gloymdi eg næstan at fortelja at teir báðir eru tveir karakterir. Tað er tí, at eg síggi hvørki Mariann ella Gunnvá, tá ið eg hugsi aftur á skestjina. Eg síggi bara Hannes og Jens Kára). Eg haldi tó at tað er spell, at teir ikki koma inn onkuntíð fyrr eisini. Teir høvdu heilt víst tolt at havt meira enn eina sketj. Ein formur, hertikin av jólunum Eg leingist eftir fleiri sovorðnum upp­livingum, sum eru ein blanding av mati/drekka og undirhaldi/sýn­ ing. Tað er ein marknaður, sum enn stendur víðopin í Føroyum. Bæði Tjóðpallurin og onnur hava gjørt avtalur við ymiskar mat­stov­ur, soleiðis at tú kanst keypa atgongu­ merki til eina sýning og fáa ein bita á matstovu eitt sindur bíligari enn annars. Men altíð er tað atskilt. Fyrst mat, og síðani sjónleik. Ella um­vent. Fyrst sjónleik og síðani mat. Sum er deiligt. Men eg leingist veru­liga eftir at sita og eta og blíva undirhildin samstundis - tað tikist, sum um at hesin formurin er hertikin av jólaborðhaldum. Tað er bara til jólaborðhaldini, at vit hava undirhald. Men hvat við eini mat­ upp­living í február við undir­haldi? Aja, um eingin annar ger tað, so má eg kanska fara í gongd sjálv. Eg eri tó einki serliga stuttlig, so eg má fáa hjálp. Her kemur ein almenn áheit­an til øll tykkum stuttligu: Góðu stuttligu føroyingar - øll tit, sum eg, sum ikki hava nakað arbeiðið í februar. Sendi mær ein stuttligan teldupost. So finna vit uppá eitt felags tiltak. Eg kann gera mat. Tú kanst vera stuttlig. Tað verður skeg. Kom tað! Tjóðhild. GÓÐI JENS KÁRI Ja, tað er møguliga eitt sindur pínligt, alment at bjóða onkrum á date; men eg veit ikki hvussu eg annars kann røkka tær Jens Kári - vónandi lesur tú, ella onkur tú kennir Sosialin. Eg havi bara hitt teg tvær ferðir fyrr, men eg eri so ræðuliga forvitin eftir at kenna teg betur, so her kemur tað: Góði Jens Kári, Tímir tú á date við mær? JA:____ NEI:____ P.s. Tað kann gott vera har norðuri. Tú kanst seta kross og senda seðilin til: Sosialurin/Miðlahúsið att. Tjóðhild Patursson Postboks 76 FO-110 Tórshavn UM CAFÉ GLØGG Í nógv ár hevur Tjóðpallur Føroya skipað fyri café í desember. Hetta er ikki ein vanlig café, nei, tú keypir atgongumerki framanundan (á www. tjodpallur.fo). Við atgongumerkinum fært tú bæði gløgg og undirhald. Spell, at caféin ikki er opin alt árið. Vit eru nógv, sum kundu havt brúk fyri meira gløggi og meira undirhaldi í okkara lívi - millum onnur fólk, heldur enn framman fyri sjónvarpinum/telduni. So sløkk sjónvarpið og sløkk telduna (ok, áðrenn tú sløkkir telduna, keypir tú tær eitt atgongumerki á (www. tjodpallur.fo)), og far framvið á Tjóðpallinum at venja tær flennimusklarnar - ja, eisini teir gerast sterkari við venjing. Sýningar eru hvørt hóskvøld, fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnukvøld fram til jóla.