hósdagur 14. desember 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 146
24
TJÓÐHILD PATURSSON
V
it komu eitt sindur tíð
liga, sum er smart, tí
so náddu vit at drekka
meira enn eitt glas av
gløggi, áðrenn vit fóru inn til sýn
ingina. Gløggið er við í prísinum
(ummæli av gløgginum er í seinasta
HON-blaði). Vit vóru eitt hóskvøld,
sum kanska ikki var besta valið, tí
áskoðarafjøldin hetta kvøldið var
eitt sindur tom. Fyri at tryggja tær
eitt stuttligt kvøld er tí umráðandi
at fara saman við fólki við sterkum
flennimusklum; og sum ikki eru
bangin fyri at vísa teir - meðan
restin av áskoðarafjøldini sær og
hoyrir. Ja, at tað er í lagið at vísa
(flenni)musklar, tá lyfta tit alt í
felag til nýggjar hæddir.
Tað er sjálvandi ábyrgdin hjá
leikarunum at fáa fólk at flenna,
og tað er ein stórur kunstur at gera
hetta - serliga saman við tungum
áskoðarum. Men eg haldi eisini, at
vit sum áskoðarar hava eina ábyrgd
av okkara egna stuttleika, og av
stuttleikanum hjá øllum hinum,
sum hava keypt atgongumerki.
Tíbetur sat eg undir liðini á eini
vinkonu, sum hevur teir størstu
flennimusklarnar eg veit um, og er
sprækin sum fáar (eitt av tí besta
við at fáast við at skriva, er at læra
nýggj orð. Sprækin. Deiligt orð.
Sprotið tað).
Hevur verið betur
Eg havi verið til Café Gløgg fleiri ár
á rað, og má siga sum er, at hetta er
ikki besta árið. Tað er stuttligt, men
ikki SO stuttligt, sum tað hevur
verið okkurt annað árið. Skemtið er
í lagi, altso sjálvar skejtsjirnar, men
tað er sum um at dynamikkurin
millum leikararnar ikki er heilt í
topp. Tey hava ikki sama tempo,
eru ikki ein eind. Tað kann vera,
at vit áskoðarar høvdu ein part
av skuldini í, at samspælið teirra
millum haltaði hetta kvøldið. Eg
veit ikki. Í øllum førum vóru fleiri
sketsjir, ið eg ikki fangaðu. Nógvar
Café Gløgg