hósdagur 14. desember 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 146
23
Tað hendi undir viðgerðini fyrr,
at menningarkvoturnar fóru upp
úr sjey til 8,5 prosent.
Hetta fekk fleiri at taka betur
undir við lógaruppskotinum, tí
fleiri tingfólk sisa, at hetta er ein
hurð upp á glopp, sum nýggir akt
ørar kunnu sleppa inn í vinnuna
uppá.
Tingfundur settur
Tingfundurin var upprunaliga
settur at byrja klokkan 10, men
hann var fyrst settur klokkan 12.45.
Tá vóru øll broytingaruppskotini
løgd fram og so var fundurin nið
urlagdur í ein hálvan tíma, so ting
fólk fingu høvi at seta seg inn í
uppskotini.
So byrjkaði fundurin av álvara
klokkan 13.15.
Tað er ofta so, at tá ið uppskot
eru til 3.og endaliga viðgerð, so er
orðaskifti stutt ella als onki.
So skuldi ikki vera hendan dag
in.
Andstøðan hevði sett sær fyri
at brúka alla talutíðina, sum hon
eisini hevur gjørt undir teimum
báðum fyrru viðgerðunum.
Fólkaflokkurin hevur alla tíðina
verið hart ímóti nýggju lógini,
Sambandsflokkurin ikki heilt
so nógv, Sjálvstýri ímóti, meðan
Miðflokkurin hevur tikið undir
við einum stórum parti av lógini.
Støðan var bara so læst fast
hendan dagin, at allar góðar grund
gevingar vóru lagdar til viks, tí í
veruleikanum var hetta endað í
einum stríði millum samgongu og
andstøðu.
Tað merktist væl á orðaskiftin
um.
Færri og færri tingfólk tímdu at
sita í salinum og lurta. Tey drukku
kaffi, telvaðu og so framvegis. Tá
ið so Norðlýsið borðreiddi í miðla
rúminum við ræstum kjøti, eplum,
turrum fiski, turrari grind og spiki,
gjørdu tey flestu sær ørindi inn at
fáa ein brellbita av góða føroyska
matinum.
Undir orðaskiftinum var ilt at
finna skil á, hvat fylti mest hjá ting
fólkum.
Higartil hevur uppboðssøla fylt
nógv, so anti-trust, men hendan
dagin snúði ómetaliga nógv seg um
menningarkvoturnar, sum kunnu
fara til allar sýslur í Føroyum uttan
Eyturoy og Norðoygjar.
Tað var í hvussu so er útlegging
in hjá andstøðuni. Hini vistu ikki
so nógv at siga um hesar kvotur,
men onki er at ivast í, at hetta er
skrivað í viðmerkinganar, so onkur
kann fara heim at siga, at tey fingu
hetta við.
Sum kvøldið leið – talararøðin
var óendaliga lang – so troyttaðust
fólk Tey vistu at atkvøðugreiðslan
nærkaðist, so tey savnaðust í ting
salinum.
Áhoyraraplássini vóru fullsett,
tá ið formaðurin endaliga segði:
- Ongin hevur biðið um orðið.
Orðaskiftið er endað og vit fara
undir atkvøðugreiðsluna.
Tað vóru 12 broytingaruppskot,
sum atkvøðast skuldi um, áðrenn
sjálv tann endaliga avgreiðslan
varð framd.
Alt gekk sum væntað – uppskot
ini hjá andstøðuni fullu og eina
broytingaruppskotið hjá samgong
uni var samtykt.
-So atkvøða vit um uppskotið –
soleiðis broytt, segði formaðurin.
Tá hendi tað, at uppskotið
hjá landsstýrismanninum fekk
18 atkvøður fyri og 15 ímóti. Bill
Justinussen úr Miðflokkinum at
kvøddi saman við samgonguni og
uppskotið er endaliga samtykt.
Tað var sjálvandi ymiskt sum
fólk tóku hetta, um 22-tíðina týs
kvøldið, tá ið uppskotið var sam
tykt.
Fleiri úr andstøðuni kallaðu
hetta fyri ein feigdardag fyri før
oyska fiskivinnu og tað sama
hoyrdist - kanska við øðrum orðum
– frá umboðum fyri vinnuna og
manningarfeløgini.
Í samgonguni gleddust tey, men
nøgdin var ikki fullkjomin hjá øll
um. Hetta er ein broyting, sum ger
upp við gomlu lógina, men nógv er
eftir at fáa uppá pláss.
Soleiðis kann ein dagur ganga í
tinghúsinum.
Tað er har lógirnar verða smið
aðar.
Summu hálsfevndust og summi sótu bara
Bill Justinussen, Miðflokkurin, atkvøddi saman við samgonguni
Sambandshøvdingarnir tutlaðu saman