Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. desember 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 146 22 Nervarnir sótu uttaná og spenningurin var stórur hendan dagin, tingið samtykti lógina um fyrisitingin av sjófeingi ÁRNI GREGERSEN P áll á Reynatúgvu, ting­ for­maður, hevði sett allan dagin til sein­astu og endaligu við­gerð­ina av lógaruppskotinum hjá lands­ stýrismanninum við fiski­vinnu­ málum, Høgna Hoydal, um fyri­ sting av sjófeingi. Hann ætlaði at seta tingfundin at byrja klokkan 10. Men so bleiv ikki. Ting­for­mað­ ur­in fekk skjótt at síggja, at avtal­ur enn vóru eftir at gera og gav teim­ um fólkavaldu saman við lands­ stýris­fólkunum høvi at fáa enda­ ligu avtalurnar gjørdar. Hendan fyrrapartin í Løgting­in­ um merktist væl, at okkurt serligt var á vási. Øll vistu vit, at samgongan og andstøðan hálaðu í hvør sín enda. Komið var forbí tær vanligu grund­gevinganar. Nú bleiv alt drigið fram, sum kundi flyta onkr­ an setning ella okkurt komma í sjálv­um uppskotinum. Tá ið slíkar samráðingar fara fram, so eru tað ávísir persónar í ting­inum, sum seta óformellu dags­ skránna. Summi teirra hava bein­ leiðis leiklutin at ganga ímillum part­ar fyri at fáa semjur í lag. Soleiðis var tað eisini hendan dagin. Kortini vóru tað ikki so nógv­ar beinleiðis samráðingar mill­um andstøðu og samgongu. Fyrst og fremst var tað í sam­ gong­uni, at nakrar endaligar av­tal­ ur skuldu gerast. Nógv arbeiði Uppskotið, sum skuldi til við­gerð­ ar, er stórt og umfatandi. Torført er at halda, at tað eru onnur enn nøkur heilt fá – serliga tey í vinnu­ nevnd­ini – sum av álvara vita, hvat upp­skotið gongur út uppá. Hendan dagin vóru tó nógv, sum royndu at koma við broytingum. Sjálvandi kom andstøðan við broytingaruppskotum, men tað var eins og tað nokkso skjótt var greitt, at tey neyvan fóru at fáa undirtøku, tá ið atkvøðast skuldi. Rennarí millum fundarhølir, tutl í krókunum og ein spenningur var at síggja og hoyra fyrstu løtuna í tinghúsinum. Kristin Michelsen, borgarstjórin á Tvøroyri, var burtur, tá ið at­kvøð­ ast skuldi um uppskotið við 2. við­ gerð. Tað vil siga, at tann dagin var sam­gongan ikki nóg væl mannað til at atkvøða uppskotið víðari til 3. viðgerð. Men Kristin Micelsen hevði tryggjað sær eina sokallaða “clear­ing-avtalu” við Magna Laksá­ foss úr Sambandsflokkinum, so tað bara til at fáa uppskotið víðari. So av tí, at borgarstjórin av Tvør­oyri ikki enn hevði atkvøtt í mál­inum, var nakað av óvissu um, hvørt hann tók undir við málinum ella ikki. Hann hevði boðað frá, at hann vildi hava nakrar broytingar gjørd­ ar millum 2. og 3.viðgerð. At okkurt var á vási merktiskt væl, tí samgonguleiðarin, Aksel V. Johannesen, titaði millum sam­ gongu­fólk. Smáar broytingar, sum hann royndi at fáa øll samgongu­ fólk at taka undir við. Framsókn Men løgmaður og Høgni Hoy­dal, landsstýrismaður við fiski­vinnu­ mál­um, høvdu fingið ein annan polit­iskan trupulleika at fyrihalda seg til eftir at málið var atkvøtt víð­ ari frá 2.til 3.viðgerð. Tingkvinnurnar hjá Framsókn, Ruth Vang og Hanna Jensen, boð­ aðu frá, at tær ikki vóru serliga væl nøgd­ar við tað uppskotið, sum var farið víðari í skipanini. Fryst og fremst tí at parturin av fiskirættindunum, sum skuldu á uppboðssølu tá var minkaðr niður í 15 prosent. Eftir teirra meting og eftir tí, sum Framsókn legði fram, tá ið tosið av álvara byrjaði um eina fiskivinnunýskipan, so var hetta alt ov lítið. -Hetta er so langt frá tí upp­runa­ liga uppskotinum, sum samgongan samdist um, at eg má brúka nakað av tíð at hugsa meg um í, segði Hanna Jensen. Hendan úsøgnin órógvaði sam­ gonguleiðararnar rættuliga nógv. Hanna Jensen er gift við fyri­sit­ ing­arleiðaranum í størstu før­oyska reiðarínum, Varðanum. Nú er tað so, at tá ið politiski spenn­ingurin fer upp, so verða allir steinar vendir og allar spekula­ tiónir verða brúktar. Men í hesum føri var tað ikki hendan relatiónin, sum fylti nógv, tí øll vistu, at uppskotið, sum at­ kvøðast skuldi um, lág langt burt­ur frá upprunatankunum hjá Fram­ sókn . Tá ið ein góður tími var far­in hendan fyrrapartin, var tað sum ein lætti fór gjøgnum sam­gongu­ fólkini. Tutlið í krókunum fán­aði burt­ur og onkur av sam­gongu­fólk­ un­um treiv í ein jólasang. Eisini millum andstøðufólk sást, at tey meira ella minni høvdu mist vónina um, at onkur í samgonguni ikki fór at atkvøða saman við and­ støðuni. Ein broyting hendan morgunin var, at í viðmeringingunum til lóg­ ina var skrivað, at tær sonevndu menn­ingarkvoturnar skuldu brúk­ ast til fimm serlig økir í Føroyum. Heðin Mortensen, Javn­aðar­ flokk­urin, var ein av teimum, sum fekk júst hetta inn og tryggjaði, at Havn­in ella Suðurstreymoy kann fáa burtur av. 12.12. – EIN FEIGDARDAGUR ELLA EIN STÓRUR GLEÐISDAGUR Áhoyraraplássini vóru fullsett út á kvøldið Myndir: Rani Petersen