Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. desember 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 146 21 Almannaverkið hevur eitt starv sum goymslufólk leyst at søkja Um starvið Talan er um eitt fulltíðarstarv at seta sum skjótast ella eftir nærri avtalu Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum á deildini fyri Hjálpartól. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn og setanartreytir er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í 3. lønarflokki. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 30.12.2017 kl. 12.00 av.fo >Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Goymslu- og verkstaðsfólk til deildina fyri Hjálpartól Almannaverkið søkir eftir dugnaligum KT–mennara at menna okkara kt-skipanir Um starvið Starvið er til setan 01.02.2018 ella eftir avtalu. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarstaðið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni á KT-deildini. Lønar- og setanarviðurskiftini eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF ella Akademikarafelagið. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 4. januar 2018. av.fo >Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: KT–mennari Almannaverkið hevur eitt spennandi og avbjóðandi lærlingastarv sum KT–supportari á KT-deildini. Um starvið Starvið er til setan 01.02.2018 ella eftir avtalu Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni á KT-deildini á Staravegi 18 í Tórshavn. Lærlingurin á KT-deildini kemur at arbeiða á øllum økjum, sum eru viðkomandi fyri útbúgvingina. Lønar- og setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 4. januar 2018. av.fo >Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Lærlingur til KT-deildina Almannaverkið søkir eftir dugnaligum terapeutum til deildina fyri Hjálpartól. Um starvið Talan er um eitt fulltíðarstarv og eitt ¾ starv at seta sum skjótast. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum á deildini fyri Hjálpartól. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Tá tænastan fevnir um alt landið, má roknast við koyring. Lønar- og setanarviðurskiftini eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelag Føroya og Ergoterapeutfelagið. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 30.12.2017 kl. 12.00 av.fo >Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Ergoterapeutur ella Fysio- terapeutur til deildina fyri Hjálpartól Eykaaðalfundur 28. desember kl. 20.00 Eykaaðalfundur hjá Havnar Bóltfelag verður í HB húsinum hósdagin 28. des. 2017 kl. 20. Skrá: Val av roknskapargrannskoðara Nevndin vil til tað nakrar ferðir, og tað hava verið nøkur mótmælir í samband við tað, men ósemjan má fáa ein enda, og tað skilja báðir partar, sigur Súsanna Danielsen. Nógv psykologi Tað tveir partar liggja í stríð um lønina og arbeiðssteðgur dregur út, so handlar tað hjá partunum nógv um psykologi og taktikk. - Tað er nógv psykologi í lønar­ósemjum. Partarnir troyttast jú, og so skal man meta um nær er best at fara aftur til samráðingarborðið. Um semingsmenninir eru við, so lodda teir dýpið allan vegin, men tað er taktikkur og psykologi frá báðum partum. Og har hevur ar­ beiðsgevarin tað ultimativa stigið, við tað at hann kann fara í løg­tingið og fáa lønina samtykta við lóg, sigur Súsanna Danielsen. Súsanna Danielsen vísir eisini á, at arbeiðsgevarin kann ikki bara geva seg, tá eitt fakfelag kemur við sínum krøvum til sam­ráð­ ing­arnar. - Almennu og kommunalu ar­beiðsgevararnir mugu hugsa um lønarkarmin, tí tey eru ikki býtt­ari enn so, at tey vita, at onnur fak­feløg, ið ikki hava fingið tað sama, komu við krøvum næstu ferð. Um tað ikki er nøk­ur heilt serlig grund­gev­ing, so er tað tá klárt, at tú kanst ikki veita øgiligar ym­iskar løn­ar­hækkanir inn­an al­ menna ar­beiðs­markn­aðin. Hvørt fall ikki gen­erellar løn­arhækkanir, tó at tað ber til at umflokka størv ella veita viðbøtur fyri okk­ urt serligt, sig­ur Súsanna Daniel­sen. Ynskja frið Áðrenn Felagið Føroyskir Sjúkra­røkt­arfrøðingar fór í verkfall hevði friður valdað á almenna ar­beiðs­ markn­aðinum í fleiri ár, men nú bendir nógv á, at næstu mán­aðirnir kunna ger­ast drúgvir hjá almenna arbeiðsgevarunum. Súsanna Danielsen vísir tó á, at tað er í áhuganum hjá øllum pørt­ um, at friður er á arbeiðs­ markn­aðinum. - Báðir partar eru glaðast fyri, um tað er friður á ar­ beiðs­markn­að­inum. Verkfall og verkbann eru tekin um, at man ynskir eina loysn. Um partarnir vóru líkasælir, so var eingin orsøk at havt hesi amboð, tí so høvdu teir bara lati staðið til. Arbeiðið skal koyra, og tað koyrir ikki heilt sum tað skal, tá ófriður er, sigur Súsanna Danielsen. Tann ófriðurin sum hev­ ur verið í ár, metir Súsanna Danielsen, er ein avleiðing av, at man hevur broytt út­búgv­ingarnar hjá sjúkra­ røkt­arfrøðingunum og náms­frøð­ing­unum. - Áður var útbúgvingin hjá sjúkrarøktarfrøðingum skipað so­leiðis, at tær lærdu til sjúkra­syst­ur og fingu løn undir útbúgving. Nú er tað broytt til, at tær taka eina bachelorútbúgving á Fróð­ skap­arsetur Føroya, og fáa ikki aðra løn undir út­búgv­ ing enn lestr­arstuðul. Tá man hevur broytt teirra út­búgving til tað, so kunna tær eisini sammetast við aðrar akademiskar bólkar við bachelorútbúgving, ið eru eitt sindur hægri løntir enn sjúkr­a­røkt­arfrøðingar, sig­ur Súsanna Danielsen og legg­ur afturat. - Ein bachelor hjá Bú­ skapar- og Løg­frøð­inga­felag Før­oya fær 34.000 krónur um mánaðin í endaløn. Tann munurin er minkaður nú við nýggja sáttmálanum, tó tey ikki eru heilt á jøvnum føti enn. Tá ein slík broyting verð­ ur gjørd í útbúgvingini, so má man vita, at tað fer at enda við ein­um lønar­hækk­ an. Tað er nakað tað sama, ið vit síggja við náms­frøð­ing­ un­um, ið eisini eru gjørdi til frøð­ingar við eini bache­lor. - Almennu og kommunalu arbeiðs­gev­ ar­arnir mugu hugsa um lønarkarmin, tí tey eru ikki býttari enn so, at tey vita, at onnur fakfeløg, ið ikki hava fingið tað sama, komu við krøvum næstu ferð.