Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. desember 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 146 20 HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO E ftir at friður hevur valdað á almenna ar­ b e i ð s ­m a r k n ­a ð i n u m í fleiri ár, er nú aftur rumb­ul í sam­ráðingunum millum al­menna arbeiðsgevararnar, ið eru Lønardeildin hjá Fíggjar­ mála­ráðnum og Kommunala Arbeiðs­gevarafelagið, og fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. Samráðingarnar byrjaðu annars sum vant, tá Lønardeildin hjá Fíggj­ar­málaráðnum gjørdi semju við Starvsmannafelagið um ein tvey ára sáttmála á umleið fimm pro­sent. Friðurin brast tó, tá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ið var næst í røðini at samráðast, vrakaði tann lønarkarmin, ið Fíggjarmálaráðið hevði gjørt við Starvsmannafelagið, og kravdi, at felagið slapp til veruligar sam­ráðingar. Tað vil siga, at felagið kravdi at samráðast út frá egnu fortreytum og ikki vera av­markað av avtaluni mill­um Starvsmannafelagið og Fíggj­ar­ mála­ráðið. Við herrópinum Rættið skeiv­ leikan fór fakfelagið undir eitt nítjan dagar langt verkfall, ið endaði fyrst aftaná, at fakfelagið hótti við at leggja alt sjúkrahúsverkið lamið. Dagin áðrenn víðkaða verkfallið bleiv sett í verk, eydnaðist tað tó Semingsstovninum at finna eina semju, ið gav sjúkra­røktar­frøð­ing­ un­um eina lønarhækkan á umleið tíggju prosent yvir tvey ár. Væl eydnaða verkfallið hjá Felagn­um Føroyskir Sjúkra­røktar­ frøð­ingar, og teirra uppgerð við galdandi siðvenju viðvíkjandi løn­arkarminum, tykist at hava givið restina av fakfeløgunum á al­menna arbeiðsmarknaðinum trúnna á, at tað ber til at broyta viðurskiftir, ið fyrr hava tykist fastlæst. Næsta fakfelagið í røðini var Føroya Pedagogfelag, og skjótt gjørd­ist greitt, at eisini í hesum umfari fór talan at vera um torførar samráðingar. Semingsstovnurin royndi í nakrar dagar at finna semju millum partarnar, men farna vikuskiftið góvu teir skarvin yvir, tá báðir partar vrakaðu seinasta semingsuppskotið. Í kjalarvørrinum av miseydnaða semingsuppskotinum lýsti Før­ oya Pedagogfelag verkfall fyri allar leiðarar, varaleiðarar og dag­røktarleiðarar, sum starvast á stovn­um undir kommununum, um­framt allar eindarleiðarar, leið­ arar og samskiparar, sum starvast á stovn­um hjá landinum. Verkfallið varð sett í gildi 12. desember 2017. Dagin áðrenn verkfallið hjá Føroya Pedagogfelagið byrjaði, tók Kommunala Arbeiðsgevarafelagið óvanliga stigið at lýsa verkbann fyri allar námsfrøðingar og hjálp­ar­fólk, ið eru limir í Føroya Peda­gogfelag og sum starvast á komm­unalu dagstovnunum og í dag­røktarskipanum kring landið, og bleiv tað sett í gildið hós­morg­ un­in 14. desember. Tummilfingurregul Ein sum kennir betri enn tey flestu til hvat gongur fyri seg, tá arbeiðsgevarar og arbeiðs­ tak­arar eru ósamdir á almenna arbeiðs­marknaðinum er Súsanna Danielsen, ið var leiðari fyri løn­ ardeildina hjá landinum frá 1988 til 1996, og stóð sostatt á odda fyri samráðingarnar undir kreppuni, tá løntakarar fóru 8,5 prosent niður í løn. Hon vísir á, at í einari slíkari ósemju, so hava stríðandi partarnir ymisk stig, ið tey kunna taka fyri at leggja trýst á mótpartin, um samráðingarnar ikki bera á mál. - Bæði arbeiðsgevarin og ar­ beiðs­takarin hava nøkur stríðsstig, ið tey kunna taka í eini støðu sum hesari. Fráboðanarskyldan er fyrsta stigið, ið leggur trýst á part­ ar­nar. Boðskapurin er tá, at um vit ikki megna at finna eina loysn, so muga tit taka avleiðingarnar av einum verkfalli ella verkbanni, sig­ur Súsanna Danielsen og heldur fram. - Síðan eru tað verkfall og verkbann. Føroya Pedagogfelag tók fyrsta stigið, tá tey sendu nakrar av leiðarunum í verkfall, meðan Kommunala Arbeiðsgevarafelagið svaraði, tá felagið lýsti verkbann. Bæði stigini verða brúkt fyri at leggja trýst á fyri at stytta um tíðarskeiðið, ið ósemjan varar, og fyri at leggja trýst á mótpartin at koma aftur til samráðingarborðið, sigur Súsanna Danielsen. Tá Súsanna Danielsen stóð á odda fyri samráðingunum høvdu tey ein tummilfingurregul um hvussu leingi eitt verkfall vardi. Og um eingin loysn var at hóma, so hevði arbeiðsgevarin altíð eitt stig aftrat. - Vit høvdu ein tummilfingur­ regul um, at tá verkfall varð lýst, so kundi man rokna við, at tað vardi í minsta lagi tríggjar vikur. Men tá snýr tað seg sjálvandi eisini um hvørjir økir halda til tað. Um tað er neyðugt, so hevur arbeiðsgevarin altíð tað vápnið, at hann kann steðga einum verkfalli við at fara í løgtingið við einum lógaruppskoti, ið staðfestir lønina við lóg. Men tað er eitt tól, ið man helst vil sleppa undan at brúka. Øll ynskja jú, at lønin verður staðfest gjøgnum sam­ráðingar, sigur Súsanna Daniel­sen. At staðfesta lønina við lóg í løg­ ting­inum er tó eitt víðgongt stig, men um tað ikki verður misbrúkt í tíð og ótíð, so góðtaka báðir partar tað, metir Súsanna Danielsen. - Um tú ikki misbrúkar tað, so er ikki so stóri vandi í tí. Eg havi verið NÓGV PSYKOLOGI Í LØNARÓSEMJUM - Báðir partar eru glaðast fyri, um tað er friður á arbeiðsmarknaðinum. Verkfall og verkbann eru tekin um, at man ynskir eina loysn. Um partarnir vóru líkasælir, so var eingin orsøk at havt hesi amboð, tí so høvdu teir bara lati staðið til. Arbeiðið skal koyra, og tað koyrir ikki heilt sum tað skal, tá ófriður er, sigur Súsanna Danielsen, sum í átta ár stóð á odda fyri lønarsamráðingarnar hjá landinum. - Tað er nógv psykologi í lønarósemjum. Partarnir troyttast jú, og so skal man meta um nær er best at fara aftur til samráðingarborðið.