Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. desember 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 146 19 RSLYFTI um teimum hugnaligu jóla­til­tøk­un­um, sum eru. Kropslig javnvág Durita Poulsen heldur, at um stundir eru til at hugsa um at røra seg, so er tað eitt gott hugskot at royna at fáa eitt sindur av rørslu í gerandisdagin. –Tað er eitt gott hugskot, tí rørsla er ikki bert ein gáva, ið gevur vælveru og fyribyrgir sjúku, men hon er við til at skapa javnvág í kroppinum aftur, tá vit til dømis hava etið ov nógv, staðfestir hon, og mælir til, at ov nógv ikki verður gjørt av, soleiðis at rørslan verður ein revsing í staðin fyri ein gáva. –Ikki er neyðugt at venja so hart, tí fyri tey, ið ikki eru von at venja nógv, so verður tað til eina byrðu, tí so nógv annað er at hugsa um hesa tíðina. Desember mán­aði er eisini eitt upplagt høvi til at byrja spakuliga, so stóra broyt­ingin ikki verður so ógvislig í jan­ u­ar, um tú velur at fara at venja tá, sigur hon. –Hevur tú etið ov nógv, legg so einar fimtan minuttir afturat venj­ingini ella far út og gang ein túr. Tú verður betri fyri, um tú rør­ir teg eftir at hava etið, og tú kanst minka um tað, sum setir seg á kroppin av einari stórari máltíð, tú kanst minka um ovurnøgdina, sum setir seg á kroppin, leggur hon afturat. At vera mentalt til staðar At læra seg at verða tilvitaður um tær avgerðirnar, sum ein tekur, í staðin fyri at fylgja streyminum, kann verða tørført, men tað er altavgerandi fyri at finna javnvág og innaru motivatiónina. – Spurningar so sum, hví ein etur ov nógv í eini ávísari støðu, og hví ein vil venja, eru umráðandi, sig­ur hon, og leggur afturat, at nógv venja til dømis, tí tey kenna eitt stórt trýst uttanífrá ella tí, at tað eigur mann at gera. – Tá vil mann, men mann tímir veruliga ikki, og tá er motivatiónin skeiv, og tá er tørvur á at hyggja inneftir aftur, sigur hon. Inni í tær sjálvum finnur tú møguliga fram til, at venjing gevur sunnari sinni og sunnari kropp, og lívið verður betri, tá tú ert virkin, greiðir hon frá.