Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. desember 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 146 18 ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO E itt nýtt ár er ein gyltur møgu­leiki til eina nýggja byrjan, og eitt nýggj­árs­ lyfti um at eta heilsu­gott og venja regluliga er sera vanligt. Soleiðis plaga vit at hugsa, og venjingarmiðstøðirnar hava ong­ an­tíð so nógv vitjandi sum fyrstu vikuna í januar, tá fólk í hópatali møta upp við vón um at broyta lívsstíl. Sambært Duritu Poulsen, BA í føðslu og heilsu, so skulu vit tó byrja at hugsa um bæði kropsligu og sálarligu heilsu okkara longu nú, áðrenn jólini veruliga eru byrjað. Hóast øll hava nógv um at vera á jólum, so er upplagt at hug­savna seg um heilsuna í des­ ember mánaði, og at koma sær undan knappliga trýstinum, sum eitt lyfti um nýggja byrjan hevur við sær eftir nýggjár. Kortini er tað umráðandi, at javnvág er í avgerð­unum, og at motivatiónin til heilsu­góðu avgerðirnar kemur innan­ífrá. – Slík nýggjárslyfti leggja eitt óneyðugt trýst, sum vit ofta ikki megna at standa ímóti. Betri er at byrja í smáum longu nú í desember mánaði, tí desember er ein avbjóðing á ymiskar mátar, sigur hon. Finna innaru motivatiónina Durita Poulsen heldur, at ynskja vit at finna frið í vasinum í jóla­ mán­aðinum, so er umráðandi fyrst at finna friðin í sínum lívsstíli. – Ofta halda vit, at vit skulu hava eina kostætlan, og at onkur má siga okkum, hvat vit skulu eta. Vit gloyma at hyggja inn í okkum sjálvi og spyrja, hvørjum vit hava tørv á, sigur Durita Poulsen. Hvaðani motivatiónin kem­ ur, ávirkar eisini úrslitið av tí ar­beiðinum, sum tú gert. Durita greiðir frá, at motivatión, ið kemur uttanífrá, kann verða góð til at byrja tilgongdina til ein nýggjan lívs­stíl, og hon kann eisini virka motiv­erandi, men hon heldur ikki í longdini. Setur tú tær sum mál at fara niður í vekt og røkkir tí málinum, so fært tú óivað nógv rósandi orð við á vegnum. Tú kennir teg glaðan, tí tú hevur rokkið málinum, og hevur tað betri við tær sjálvum. Motivatión, ið kem­ur uttanífrá, er eisini nyttulig, um ein venur til eina kapping ella skal niður í vekt skjótt. Alt hetta ávirkar okkum, og kann verða ein góð byrjan til, at vit leggja leistir um, greiðir Durita Poulsen frá. – Trupulleikin er, at í longdini dalar motivatiónin, ið kemur utt­ an­ífrá, og vit klára ikki at halda í henni. Tí mugu vit hyggja inneftir. Verða vit motiverað av rósandi orð­um, so mugu vit rósa okkum sjálv­um, tá vit njóta tilgongdina av einum broyttum lívsstíli, sigur hon. Durita greiðir frá, at tað er ym­iskt, hvussu vit finna innaru motivatiónina, men ofta er hon tengd at sjálvsvirðinum. Tað er umráðandi at vita, hvat gevur einum frið og gleði, og við innaru motivatiónini kemur eisini gleðin í núinum – eisini tá tað umræður mat og rørslu. Hevur tú ongantíð frið við at eta sjokulátu, men hevur altíð ringa samvitsku. Heldur tú, at tú vigar ov nógv, ella kennir tú teg ósunnan, tá tú etur okkurt so­ kallað ósunt, so má sjálvsvirðið styrkjast, áðrenn tað ber til at finna innaru motivatiónina, held­ ur hon. – Tá vit gera okkurt ekstremt, so sum at eta ov nógv, so er tað ofta í sjálvsvirðinum, tað botnar, tí vit hvíla ikki í okkum sjálvum. Tá er umráðandi at skilja, hvar tú finnur gleði, og hvar tú skalt seta inn fyri at finna hana. Tað veit mann ofta best sjálvur, sigur hon. Hon greiðir frá, at tað er lætt at oveta seg um jólini, men at tað eisini er í lagi, um tú gert av, at tað skal vera í lagi hjá tær, og hevur høvdið við í øllum tí, sum tú gert. – Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit ikki hava ringa samvitsku og eru kedd um, at vit taka spontanar avgerðir, men at vit koma til sættis við tær avgerðirnar, sum vit tilvitað taka, kenna okkara egnu mørk, duga at slappa av og finna balansu í høgtíðini, sigur Durita Poulsen. Javnvág í gerandisdegnum Durita Poulsen tosar um, at í vas­inum í desember mánaði er um­ráðandi at finna javnvágina í ger­andisdegnum, at minnast til, hvørji virði ein hevur og ynskir at liva eftir, men somuleiðis luttaka í tí hugnaliga og sosiala uttan ringa samvitsku. – Tað nýtist ikki at verða so fýr­ kantað, sum vit ofta hava lyndi til at gera tað. Tað er umráðandi, at vit hava javnvág í lívinum og duga at njóta hugnaligu høgtíðina utt­ an at fella út har, sum vit ikki fáa stýrt okkum longur og gloyma okk­ara virði og tær avgerðir, ið vit ætlaðu at taka. Sum dømi nevnir hon allan tann góða matin, vit eru umgyrd við um jólini. Vit vita, at tá jólini nærkast, so er almikið av góðum mati og leski­ligum góðgæti. Vit skulu øll til nógv tiltøk, ball og hugnaløtur, og tað verður ovmikið av mati og rúsdrekka hesa tíðina. Borðreiða vit bert við sunnum mati, ella velja vit bert ta heilsugóðu loysnina, tá vit eru til slík tiltøk, so avmarka vit siðvenjuna hjá okkum og teim­um, sum vit eru saman við. Tí mælir Durita til at supplera við heilsu­góðum loysnum og ansa eftir, at vit eta fleiri mandarinir enn karamellur til dømis, so alt ikki verður ósunt. – Tað er í lagi at eta eitt køku­ stykki ella nakrar karamellur hesa árs­ins tíð. Ein týðandi leiklutur í at finna bæði innaru motivatiónina og javnvág er at siga sær sjálvum, at hetta er okay, og at loyva sær sjálv­um at njóta við máta, og at seta fokus á tað innara, sigur hon. – Tá hevur tú teg sjálvan við í tilgongdini, og tú loyvir tær sjálv­ um at taka lut, hóast tú ikki etur alt, sum stendur tær í boði, sigur hon. Ein fyrimunur er eisini at hugsa um, hvat ein sjálvur vil, áðrenn til­tøkini byrja, og nær mann vil standa sterkur, og nær mann ætlar sær at eta so nógv, sum mann vil. –Um tú veitst, at tú skalt til eitt tiltak, har tey bjóða mat ella dessert, sum tær dámar væl, so er endamálið, at tú avger, hvussu nógv skal vera í lagi. Vit skulu ikki kenna okkum miseydnað, tí tá verður ringt at sleppa úr negativu tankagongdini aftur, sigur hon. Hon heldur eisini, at í desember mánaði er best at hugsa um at halda vektini í staðin fyri at for­ bjóða sær sjálvum at luttaka í øll­ EITT NÝGGJÁR Í DESEMBER – Slík nýggjárslyfti leggja eitt óneyðugt trýst, sum vit ofta ikki megna at standa ímóti. Betri er at byrja í smáum longu nú í desember mánaði, tí desember er ein avbjóðing á ymiskar mátar, sigur Durita Poulsen, BA í føðslu og heilsu, sum mælir til at fokusera á javnvág í høgtíðini, og at hava sinnið við í øllum jólavasinum LÍVSSTÍLUR: Desember – Tá vit gera okkurt ekstremt, so sum at eta ov nógv, so er tað ofta í sjálvsvirðinum, tað botnar Vit skulu ikki kenna okkum miseydnað, tí tá verður ringt at sleppa úr negativu tankagongdini aftur, sigur hon