hósdagur 14. desember 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 146
17
Soleiðis lýsa
familjurnar støðuna
Í farnu viku, tá freistin at søkja um jólahjálp
var úti, hevði Barnabati móttikið umsóknir
frá 255 barnafamiljum. Sosialurin hevur
fingið brot úr umsóknunum um jólahjálp,
ið vórðu sendar til Barnabata í ár
Jólini eru als ikki nakað,
eg havi glett meg til
seinastu mongu árini,
tí vit av og á hava
livað í fátækadømi.
Uttan jólahjálp er ikki
møguleiki at merkja at
tað eru jól
Vit búgva til leigu í íbúð,
ið er i ringum standi.
Vit hava onga familju,
ið kann hjálpa og tað
merkist sera væl
Eg føli meg so illa at
søkja aftur í ár um hjálp
frá tykkum. Mín inniliga
vón er at hetta er síðstu
ferð, eg má søkja
Tað er ikki hugaligt at
ganga og stúra hesa
ársins tíð. Tað ávirkar
eisini børnini sera nógv
Eg vil, at mítt barn
hevur somu møguleikar
sum hini børnini
Eg ynski, at míni børn
ikki skulu føla tað so
hart, at vit ikki hava
ráð til jólini.” “Tað pínur
meg inn á sálina, ikki at
hava møguleika at geva
mínum børnum, tað sum
teirra vinfólk fáa
Eg hevði ynskt at hetta
ikki var mítt lív eg
greiddi frá, til onkran
fremmandan at lesa. Siti
og gráti við tankanum
um, at eg ikki kann geva
mínum børnum eini jól,
sum øll hini fáa bara
orsakað pengum
Børnini kunnu ikki fara
til jólaveitslu, tí tey
skulu hava ymist við.
Vit hava ikki nokk til
okkum sjálvi. Hettar
gevur mær svøvnloysi at
hugsa um at jólamánin
skal vera so
Eg royni at verja tey og
ikki tosa um pengar,
men tað er so ofta at
man má siga nei
HVAT ER FÁTÆKAVÁÐI?
Mest brúkta aðalmát fyri
fátækt nevnist á enskum
“at-risk-of-poverty”, sum
mátar, hvussu stórur
partur av borgarunum
eru “í fátækraváða”.
Vart skal gerast við, at
hetta ikki er neyvt tað
sama sum parturin av
borgarum, ið veruliga eru
fátækir – tí hann kenna
vit ikki uttan at spyrja
borgaran sjálvan um aðrar
upplýsingar umframt
hesar inntøkuupplýsingar.
EINANS PENINGA
INNTØKUR MÁTAÐAR
Tað er bara peningainn
tøkurnar hjá borgarum
og húskjum, sum verða
mátaðar. Inntøka er allur
tann peningur, sum er
fingin til vega í gjøgnum
árið, sum persónurin ella
húskið hevur møguleika
at gera nýtslu av.
INNTØKAN HJÁ EINUM
PERSÓNI ELLA HÚSKI
KANN KOMA FRÁ
YMISKUM KELDUM:
Løn fyri arbeiði
og yvirskot frá
egnum virki.
Veitingar frá tí almenna,
so sum pensjón, dag
peningur, rentustuðul
og lestrarstudningur.
Ognarinntøka, so sum
rentuinntøkur, virðis
brævavinningur og
aðrar kapitalinntøkur.
Ágóðar frá samfelagnum
verða ikki inntøkuførdar,
til dømis frí læknahjálp,
frítt stovnspláss, ókeypis
flutningur og so framvegis.
Eisini peningur sum óivað
rennur ímillum húski eitt
nú kunnu ungdómar ella
onnur, sum búgva fyri seg
sjálvan, fáa fíggjarligan
styrk frá familjuni. Í
øðrum førum kunnu fólk
við lítlum pengainntøkum
eiga pengar á bók, sum
tey brúka av. Summi hava
kanska rúmliga úrtøku
av fiski, seyði ella øðrum.
Og sjálvandi eru “svartar”
peningainntøkur ikki
við í grundarlagnum
Tann parturin av fólkinum,
sum er í fátækaváða, er
kortini tann parturin, sum
mest sannlíkt er ringast
fyri í landinum. Tey hava
sannlíkt ikki somu ráðini
til gerandisdagin. Í ES
er markið fyri fátæka
váða roknað sum 60% av
javnvirðis miðinntøkuni.
Miðinntøkan er tann inn
tøkan, sum skilir borgar
arnar í tveir eins stórar
partar, so at eins nógv eru
omanfyri sum niðanfyri
miðinntøkuna. Median
–javnvirðisinntøkan í
2015 var 222.335 kr. Tey
sum liggja undir 60% av
javnvirðismiðinntøkuni
eru í fátækraváða.
Fyri at skilja fátækaváða
markið er tað av týdningi
at skilja, at her er talan
um medianinntøku, sum
avgerð fátækramarkið
og ikki sum ofta verður
ført fram miðalinntøkan
í landinum.
Kelda: Hagstova Føroya