hósdagur 14. desember 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 146
16
TEMA: Barnabati
Barnabati
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Granskarar og serfrøðingar eru
ymisk á máli um, hvussu fátæka
mark kann brúkast, og hvønn
leiklut fátækamark kann hava í
sambandi við átøk móti fátæka
dømi. Tí er neyðugt at fáa eina
meira grundleggjandi fatan av
fátækadømi, hvussu eitt fátæka
mark kann brúkast, og hvussu vit
fáa eitt fátækamark, sum er egnað
til føroysk viðurskifti. Í 2012 setti
landsstýriskvinnan í almanna
málum ein arbeiðsbólk til millum
annað at lýsa ymsar hættir at áseta
fátækamark og nágreina, hvat eitt
fátækamark kann brúkast til.
Heri Petersen, fulltrúi í almanna
málaráðnum, samskipaði arbeiðs
bólkin, sum skrivaði álit um eitt
føroyskt fátækamark.
Í álitinum um eitt føroyskt
fátækamark stendur, at markið fyri
fátækadømi er ásett til 60 prosent
av miðinntøkuni, sum eisini er
eitt mark, sum Hagstova Føroya
í árligum kanningum brúkar sum
mark fyri at vera í fátækaváða.
Hetta er tó ikki eitt alment mark,
og tað er onki serstakt við tí, at vit
í Føroyum ikki hava eitt alment
mark, tí tað hava onnur lond held
ur ikki, men ístaðin verður markið
fyri fátækaváða brúkt sum máti
stokkur. Í øðrum londum verður
supplerað við kanningum, og í
álitinum um eitt føroyskt fátæka
mark var eisini mælt til at gera
tað kvalitativar kanningar, men
tær eru kostnaðarmiklar at gera,
greiðir Heri Petersen frá.
Inntøka er mátistokkur
Í álitinum stendur, at inntøku
hátturin er tann háttur, sum er
altjóða mest viðurkendur til at
máta fátækadømi, og sum vanliga
verður brúkt til samanberingar
tvørtur um landamørk. Sostatt er
tað inntøkuhátturin, sum vanliga
verður sipað til, tá talan er um
fátækadømi.
Í altjóða samanberingum er tað
so at siga einans inntøkuhátturin,
sum verður brúktur til samanber
ingar.
Tað er rímilig semja um háttin,
samstundis sum tað í flestu londum
finnast hagtøl um inntøkur hjá
borgarum, sum ger tað gjørligt at
brúka hetta til samanberingar. Tað
er ikki við øðrum háttum gjørligt at
samanbera tvørtur um landamørk,
tí neyðugu hagtølini finnast ikki,
og í veruleikanum eru aðrir hættir
ikki egnaðir at gera samanberingar
við.
Heri Petersen greiðir tó frá, at
inntøka í sjálvum sær ikki sigur
nokk um umstøðurnar hjá fólki, ið
eru í fátækaváða, tí millum annað
siga tær ikki, um fólk eru lesandi,
sjálvstøðug vinnurekandi, eiga
ognir ella um hvussu nógvar út
reiðslur tey hava í mun til aðrir
borgarar. Tað er ein rúgva av vitan,
sum man ikki veit, og tí er hetta
trupult at hava við at gera.
– Inntøkan er tískil ikki altíð út
trykk fyri, hvat tey kunnu brúka,
sigur hann.
Væntar at færri
verða í váða
Tølini, ið Hagstova Føroya hevur
fyri 2016 verða klár í apríl ella
mai komandi ár. Tey nýggjastu
hagtølini, ið Hagstova Føroya
hevur eru frá 2015, men Heri
Petersen heldur, at tá tølini fyri
2016 verða tøk, fara tað at vera
nakrar færri barnafamiljur í
fátækaváða. Hetta tí at lutfalsliga
stórur skattalætti varð latin lá- og
miðalløntum í 2016, eins og aðrar
stuðulsskipanir vórðu gjørdar
betri. Fíggjarmálaráðið skrivar, at
í krónum og oyrum merkir skatta
lættin, at allir borgarar, sum hava
eina inntøku millum 190.000 og
380.000 krónur um árið, fingu ein
lætta omanfyri 500 krónur um
mánaðin. Skattgjaldarar við inn
tøku á 300.000 um árið – hetta
verður vanliga roknað sum miðal
inntøka í Føroyum – fingu mesta
lættan í krónum, góðar 700 krónur
um mánaðin. Eisini hava yvir 300
familjur bæði í fjør og í ár, fingið
tað serliga familjuískoyti, sum
Løgtingið hevur samtykt til barna
familjur, sum eru so fátækar, at tær
ikki klára seg uttan hetta serliga
ískoyti. Familjuískoytið til stakar
uppihaldarar við einum barni er
18.000 krónur um árið og 5.000
krónur fyri hvørt barnið afturat.
Til pør við einum barni verða
22.000 krónur latnar um árið og
so 5.000 krónur afturat fyri hvørt
barnið. Fult ískoyti verður latið
støkum, sum hava minni enn
200.000 krónur í inntøku um árið.
Ískoytið lækkar stigvíst, so hvørt
sum inntøkan hækkar.
– At ein familja fær 20.000 krón
ur í hondina ger nakað av muni,
staðfestir Heri Petersen.
Hann heldur tó, at ov nógv
fokus er á fátækaváðamarkið,
sum í høvuðsheitum er eitt mát,
sum kann brúkast til at stuðla
undir politikkin á økinum, men
tað er ikki altíð, at tólini, ið bøta
um fátækaváðamarkið hjálpa so
nógv uppá sosialu støðuna hjá
tí einstøku familjuni. Til dømis
nevnir hann, at eitt fíggjarligt
ískoyti á 1000 krónur sjálvandi ger
mun hjá einum við lítlari inntøku,
men verða bústaðarmøguleikarnir
betri og bíligari, so hevði tað gjørt
størri sosialan mun – men betri
bústaðarviðurskifti ella minni
útreiðslur til bústað síggjast ikki
aftur í hagtølum um fátækaváða.
–Tað bøtir ikki um stríðið móti
fátækadømi at hava alment mark.
Mátini kunnu brúkast at stuðla
politikkinum, men kanningar á
økinum høvdu verið meir eftirfar
andi. Tað kann tó fyri nógv tykjast
løgi at brúka pengar til kanningar,
samstundis sum nógvar familjur
ikki hava ráð at halda jól, staðfestir
hann.
– Vit mugu fokusera meir á
sosialu trupulleikarnar hjá teim
um, sum eru í fátækaváða, sigur
hann.
Eitt alment fátækamark
ger ikki munin
Heri Petersen heldur ikki, at eitt
alment fátækamárk hevði ávirkað
myndugleikar og framd átøk.
– Orsøkin til, at tað ikki hevði
gjørt um er, at tú fært ikki eitt fá
tækamark, sum hóskar øllum, stað
festir hann.
Hann greiðir víðari frá, at í áliti
num um eitt føroyskt fátækamark
viðgjødi arbeiðsbólkurin ymiskar
háttir at seta eitt fátækamark á,
men til dømis var bústaðarút
reiðslan, sum er ein stórur fíggjar
ligur postur hjá summum og
ókeypis hjá øðrum, ikki við.
– Vit hugdu at, hvat tað kostar at
liva og gjørdu kanningar, og hóast
bústaðarútreiðslan hevur týdning,
so var hon ikki við í kanningini, tí
summi hava høgar og summi ongar
útreiðslur á hesum postinum.
Setur man eitt mark, so eru fleiri, ið
ikki kenna seg aftur, tí umstøðunar
eru ymiskar frá familju til familju
og frá staði til stað, sigur Heri
Petersen.
Høgar sosialar veitingar
Heri Petersen greiðir frá, at
ymiskar avbjóðingar fylgja við, tá
familjur skulu lyftast úr fátæka
dømi, soleiðis at tey eisini kunnu
liva eitt lív á jøvnum føti við onnur.
–Um samfelagið skal lyfta fólk
upp um markið, ella um ábyrgdin
at hála seg upp um markið skal
leggjast á einstaklingarnar er ein
viðkomandi politiskur spurn
ingur. Samfelagið eigur at miðja
hægri enn at lyfta fólk upp um
eitt fátækamark, tí tað er ikki
nøktandi í longri tíð at liva beint
omanfyri einum fátækamarki. Tú
flytir ikki familjurnar sosialt við at
hækka eina sosiala veiting – tað ger
tú við øðrum meira langskygdum
loysnum. Fremsta málið eigur
at vera at stuðla undir, at fátæk
ar familjur flyta seg úr fátæka
døminum, soleiðis at tær blíva
sjálvforsyrgjandi, og ikki vera
tengdar at sosialum veitingum,
sigur Heri Petersen.
Soleiðis sum vit hava innrættað
sosialu veitingarnar í Føroyum, so
eru tær lutfalssliga høgar í mun
til grannalondini, men hóast tað
kunnu familjur koma í truplar
fíggjarligar og sosialar støður.
Hesin spurningurin um, hvussu
fólk fáast upp um markið, er ikki
bert trupul í Føroyum, men hann
er trupul í øllum øðrum londum
við. Ofta verður tosað um at lyfta
fólk úr støðuni, sum tey eru í,
ístaðin fyri at lyfta tey upp um
fátækamarkið. Hann greiðir frá,
at tá man í grannalondunum tosar
um at basa fátækadømi, tá verður í
stóran mun fokuserað á fyribyrgj
andi átøk, at bróta sosialan arv og
so framvegis. Í Føroyum verður í
størri mun dentur lagdur á at veita
fíggjarligan stuðul.
Í øðrum londum er talan ofta
um heilar familjur fáa sosialhjálp,
og at ávísir býarpartar eru serliga
útsettir fyri fátækadømi, og tí
verða serlig sosial tiltøk sett í
verk í hesum økjum. Í Føroyum
síggjast tey fátøku á sama hátt –
tey búgva ímillum okkum, og tey
eru ikki neyðturviliga í samband
við sosialu myndugleikarnar. Tað
er sjálvdan, at tað eru familjur í
Føroyum, har fleiri fáa almennan
stuðul.
Í Føroyum eru fleiri av teim
um, ið hava trong fíggjarlig kor, á
arbeiðsmarknaðinum, og spurn
ingurin er, um hetta ikki er ein
trupulleiki, sum arbeiðsmark
naðurin skal loysa.
–Tað kann ikki verða loysnin,
at tað almenna skal veita ískoyti
til lønina, tí so skeiklast arbeiðs
marknaðurin, sigur Heri Petersen,
og leggur afturat, at tað tó onkurs
vegna er neyðugt hjá tí almenna
at stuðla undir, tí at tað skal bera
til at arbeiða uttan at vera fá
tækur.
– Tað eru ongar einfaldar
loysnir til slíkar spurningar, sigur
hann.
Ov nógv fokus á fátækaváðamarkið
–Tað bøtir ikki um stríðið móti fátækradømi at hava alment mark. Mátini
kunnu brúkast at stuðla politikkinum, men kanningar á økinum høvdu
verið meir eftirfarandi. Tað kann tó fyri nógv tykjast løgi at brúka pengar
til kanningar, samstundis sum nógvar familjur ikki hava ráð at halda jól,
staðfestir Heri Petersen, fulltrúi í almannamálaráðnum, ið eisini samskipaði
arbeiðsbólkin, sum í 2014 skrivaði álit um eitt føroyskt fátækramark