hósdagur 14. desember 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 146
Tvey ymisk hugtøk verða nýtt, tá tosað verður um
fátækadømi. Tey eru absoluttur og relativt fátækadømi.
Absolutt fátækadømi merkir, at ikki er ráð til grundleggjandi
ting, so sum tak yvir høvdið, mat og reint vatn. Relativt
fátækadømi merkir, at ein hevur eitt stað at búgva í, mat og
klaðir, men tað eru nógv minni peningur til taks enn hjá øðrum
familjum.
At liva í fátækadømi hevur stóra ávirkan á børn og á vaksin.
Í innganginum til álitið “Eitt føroyskt
fátækramárk” stendur soleiðis:
“Eitt lív í fátækadømi hevur stórar avleiðingar – ikki bara fyri
tann einstaka, men eisini fyri samfelagið. Fátækadømi ávirkar
avrik hjá børnum á útbúgvingarøkinum og harvið eisini
møguleikarnar hjá hesum børnum seinni í lívinum. Kanningar
í øðrum londum vísa, at børn, ið vaksa upp í fátøkum familjum,
hava verri útlit seinni í lívinum at fáa arbeiði ella at fáa
eina útbúgving enn børn, ið vaksa upp í familjum, sum eru
fíggjarliga væl fyri.
Fortreytirnar hjá hesum børnum at blíva vælvirkandi
samfelagsborgarar eru sostatt ikki eins góðar sum hjá øðrum
børnum, og tað hevur samfelagsligar avbjóðingar við sær á
fleiri økjum.
Gransking í øðrum londum vísir eisini, at fólk við lágum
inntøkum hava vánaligari heilsustøðu enn onnur. Heilsuverkið
brúkar lutfalsliga fleiri ressursir upp á hendan bólkin, enn
upp á borgarar annars, og fólk við lágum inntøkum hava lægri
livialdur.
At børn uppliva fátækadømi er ein serligur trupulleiki -
bæði fyri samfelagið og fyri børnini sjálvi, sum eru rakt
av fátækadømi í mun til vaksin, sum uppliva fátækadømi.
Fyrst og fremst hava børnini ikki møguleika sjálvi at gera
nakað við støðuna og at koma sær burturúr fátækadømi.
Hjá vaksnum er tað serliga langtíðar fátækadømi, sum hevur
langtíðar árin, men kanningar vísa, at hjá børnum kann eisini
stutttíðar fátækadømi hava ávirkan á livikorini seinni í
lívinum. Tað er ein røð av ymiskum viðurskiftum, sum hava
ávirkan á framtíðarútlitini hjá børnum, so sum sosialar- og
mentanarligar ressursir hjá foreldrum, og hvussu foreldur
raðfesta sínar ressursir og annað. Tað kann ikki sigast
eintýðugt, hvat ávirkar hvat, men greitt er, at avmarkað
fíggjarligar rásarúm er eitt týðandi element. Tað vil siga, at
umframt menniskjansligu atlitini eru eisini orsøkir at síggja
fyribyrging av fátækadømi sum eina íløgu fyri samfelagið.”
FÁTØK BØRN
EIN SERLIGUR
TRUPULLEIKI
Fátækadømi:
FAMILJU
ÍSKOYTIÐ
IKKI NÓG
MIKIÐ
MILDRIÐ JACOBSEN
MILDRID@SOSIALURIN.FO
S
erliga familjuískoytið, sum
verður latið barnafamiljum
við
lágum
inntøkum,
er ikki nóg mikið til at lyfta
barnafamiljurnar upp um markið
fyri at vera í fátækraváða.
Sambært aðalskrivaranum í
Barnabata, Djóna Ejdesgaard, er
tað einki, sum bendir á, at serliga
familjuískoytið, ið hevur verið
latið barnafamiljum við lágum
inntøkum seinastu tvey árini, er
nóg mikið til at fáa familjurnar
burtur úr fátækraváðanum.
-
Sjálvandi
ger
serliga
familjuískoytið mun, men tølini
hjá okkum geva onga ábending
um, at tað er nóg mikið, sigur
Djóni Ejdesgaard, aðalskrivari í
Barnabata.
Av teimum 255 umsóknunum,
sum Barnabati hevur fingið um
jólahjálp í ár, eru 96 umsóknir
frá barnafamiljum, ið fáa serliga
familjuískoytið, men sum kortini
framvegis eru í fátækraváða. Í fjør
vóru tær 99 í tali.
Higartil í ár hava einar
250 familjur fingið serliga
familjuískoytið. Av teimum eru
103 familjur, har lestrarstuðul er
partur av inntøkugrundarlagnum.
Familjuískoytið til stakar
uppihaldarar við einum barni er
18.000 krónur um árið og 5.000
krónur fyri hvørt barnið afturat.
Til pør við einum barni verða
22.000 krónur latnar um árið og
so 5.000 krónur afturat fyri hvørt
barnið.
Fult ískoyti verður latið
støkum, sum hava minni enn
200.000 krónur í inntøku um árið.
Ískoytið lækkar stigvíst, so hvørt
sum inntøkan hækkar.
Inntøkumarkið fyri at fáa
fult familjuískoyti hjá pørum
við børnum verður hækkað 1.
januar í 2018. Trivnaðarnevndin
hevur lagt álit fyri løgtingið um
at hækka inntøkumarkið upp
í 280.000 krónur um árið. Víst
verður á, at bert ein lítil partur
av teimum, sum hava fingið
serliga familjuískoytið í ár, eru
pør, og fyri at bøta um korini hjá
lágløntum pørum við børnum
skal inntøkumarkið hækkast upp
í 280.000 krónur.
L ó g i n
u m
s e r l i g a
familjuískoytið kom í gildi í
2016. Endamálið við lógini er
at bøta um fíggjarligu korini
hjá barnafamiljum við lágum
inntøkum og harvið minka um
barnafátækadømið í Føroyum.
- Sjálvandi ger familjuískoytið mun, men tølini
hjá okkum benda á, at tað er ikki nóg mikið,
sigur Djóni Ejdesgaard, aðalskrivari í Barnabata