hósdagur 14. desember 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 146
14
TEMA: Barnabati
Barnabati
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Í apríl mánaði í 2015 fór Miðla
húsið undir átakið "Meðan vit
bíða". Ásannandi at tað eru fleiri
børn í hesum samfelag, sum liva
í fátækraváða, og endamálið við
átakinum var at savna inn pening
til børn, sum liva í fátækraváða.
Miðlahúsið skipaði fyri tiltøkum,
pallborðsfundi, uppboðsølu og
øðrum, og kring landið vóru sjey
ambassadørar, ið eisini varpaðu
ljós á átakaði og savnaðu saman
pening til endamálið.
3. Mai í 2015 var kekkur áljóð
andi 389.000 latin Annlis Bjark
hamar frá Í Menniskjum Góður
Tokki, sum umsat og býtti pen
ingin, sum fór óskerdur til børn
ini.
Orsøkin til átakið var, at
miðlarnir í landinum seinastu
mongu árini varpað ljós á teir
mongu føroyingarnir, sum liva
í fátækraváða. Tær mongu
søgurnar um tær støku uppi
haldararnir, sum mugu keypa
kálktablettir til børnini, tí tey
hava ikki nóg mikið av peningi
til mjólk, ella bert kunnu halda
barnaføðingardag annað hvørt
ár, hava prýtt forsíðu aftan á
forsíðu í Miðlahúsinum og øðrum
miðlum síðani hol fyrst varð sett
á kjakið fyri nøkrum árum síðani.
Eisini var tað dokumentarurin
"Við hjálp frá góðum fólki", sum
var vístur í Kringvarpinum 9. apríl
2015, sum varð enn ein rópandi
áminning um, at í Føroyum eru
summi fátøk.
Hóast miðlarnir í fleiri um
førum varpaðu ljós á vaksandi
trupulleikan við børnum, sum
liva í fátækraváða, so var støðan
ikki batnað nevnivert hjá hesum
samfelagsbólki tá. Arbeiðs
bólkurin handan álitið um "Eitt
føroyskt fátækramark" sigur í
álitinum, at kanningar vísa, at
eisini stutttíðar fátækadømi
kann hava álvarsamar avleið
ingar fyri børn.
Og júst orsaka av ummálinum
av trupulleikanum, og vantandi
politisku raðfestingunum á
økinum, kendi Miðlahúsið tað
neyðugt, at varpa ljós á trupul
leikan enn einaferð. Í 2016 var lut
falsliga stórur skattalætti latin lá-
og miðalløntum, familjuískoyti
samtykt, eins og aðrar stuðuls
skipanir vórðu gjørdar betri.
Miðlahúsið
setti ferð
á arbeiði
Várið 2015 varð ljós av álvara
varpað á fátækadømi í
Føroyum, og serliga á børn,
sum liva í fátækraváða ella
fátækadømi. Miðlahúsið fór
tá eisini undir eitt átak, ið
hevði til endamáls at leggja
trýst á myndugleikarnir,
so økið varð raðfest