hósdagur 14. desember 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 146
13
MILDRIÐ JACOBSEN
MILDRID@SOSIALURIN.FO
N
ógv tann størsti parturin av
teimum, sum eru í fátækraváða
og hava søkt um jólahjálp frá
Barnabata, eru einsamallir uppihaldarar
við tveimum børnum. Í ár eru 158 av 218
umsóknum frá fólki í fátækraváða frá
støkum. Tað eru 3 færri enn í fjør.
Miðalinntøkan hjá støku um
søkjarunum er slakar 13.000 krónur
um mánaðin. Tað eru 1.200 krónur
meira, enn miðalinntøkan hjá støkum
uppihaldarum, sum søktu um jólahjálp
í fjør. Tá allar fastar útreiðslur eru
goldnar, hava tey í meðal 3.400 krónur
eftir at liva fyri um mánaðin.
Nógv tey flestu, sum eru støk,
búgva til leigu, og hava eina mánaðar
liga miðalleiguútreiðslu á slakar 5.000
krónur.
Barnabati hevur fingið 60 um
sóknir frá fólki, sum liva í parlagi.
Tey hava í miðal 2,7 børn. Tey hava
eina miðalinntøku á knappliga 17.000
krónur, og hava einar 4.300 krónur eftir
um mánaðin at liva fyri. Í fjør vóru 71
umsóknir um jólahjálp frá fólki í parlagi.
HAGTØLINI ERU GREIÐ
HESI BIÐJA
UM JÓLAHJÁLP
Tølini hjá Barnabata vísa, at tey flestu, sum søkja um jólahjálp,
eru støk, fáa forsorgarhjálp og hava fólkaskúlaútbúgving
MIÐALINNTØKA HJÁ STØKUM OG PØRUM
SAMBÆRT TØLUM HJÁ BARNABATA:
2017
2016
Støk:
12.900 kr./mðr.
11.700 kr./mðr.
Pør:
16.700 kr./mðr.
17.500 kr./mðr.
TØK UPPHÆDD AT LIVA FYRI HJÁ STØKUM OG
PØRUM SAMBÆRT TØLUM HJÁ BARNABATA:
2017
2016
Støk:
3.400 kr./mðr.
3.200 kr./mðr.
Pør:
4.280 kr./mðr.
3.910 kr./mðr.
HØVUÐSINNTØKUGRUNDARLAG
Tey flestu, sum hava søkt um jólahjálp frá Barnabata
í ár, fáa forsorgarhjálp. Talan er um góð 21 prosent av
umsøkjarunum. Talið er at kalla óbroytt samanborið
við umsóknirnar, sum Barnabati fekk í fjør.
Eisini nógv lesandi eru millum tey, ið eru so illa
fyri fíggjarliga, at tey eru í fátækraváða. Tey
lesandi eru stívliga 17 prosent av umsøkjarunum.
Tað eru góð 3 prosent færri enn í 2016.
HØVUÐSINNTØKUGRUNDARLAG HJÁ STØKUM
OG PØRUM SAMBÆRT TØLUM HJÁ BARNABATA:
2017
2016
Forsorgarhjálp
21,10%
20,26%
Útbúgvingarstuðul
17,43%
20,69%
Fyritíðarpensjón
8,72%
7,76%
Arbeiðsloysisstuðul
4,59%
7,33%
Barnsburðarfarloyvi
4,13%
3,45%
Sjúkrameldað
3,67%
2,16%
Av teimum 218, ið eru í fátækraváða, og hava
søkt um jólahjálp í ár, eru góð 16 prosent í starvi á
almenna ella kommunala arbeiðsmarknaðinum.
Hetta talið er at kalla óbroytt samanborið við
umsóknirnar, sum Barnabati fekk í fjør.
Stívliga 16 prosent starvast á privata
arbeiðsmarknaðinum, og tað eru sløk
fýra prosent fleiri enn í 2016.
ÚTBÚGVING
Nógv tann størsti parturin av teimum, sum
eru í fátækraváða, og sum hava søkt um
jólahjálp frá Barnabata bæði í ár og í fjør, hava
fólkaskúlaútbúgving sum hægsta útbúgvingarstig.
Í spurnarblaðnum, sum skal svarast, tá søkt verður
um jólahjálp, svara næstan 42 prosent, at hægsta
útbúgvingin hjá teimum er fólkaskúlaútbúgving.
Í fjør var talan um sløk 44 prosent.
Knappliga 23 prosent hava
miðnámsskúlaútbúgving sum hægstu útbúgving, og
góð 20 prosent eru yrkislærd ella hava miðallangar
útbúgvingar, sum vanliga taka eini 3 til 4 ár.
Góð tvey prosent av teimum, sum søktu um
jólahjálp bæði í ár og í fjør, hava útbúgving frá
hægri lærustovni, eitt nú kandidatútbúgving.
ÚTBÚGVING HJÁ STØKUM OG PØRUM
SAMBÆRT TØLUM HJÁ BARNABATA:
2017
2016
Fólkaskúlaútbúgving
41,74%
43,53%
Miðnámsskúlaútbúgving 22,94%
19,83%
Stutt útbúgving (1-2 ár) 12,84%
13,36%
Yrkislæru (2-4 ár)
10,09%
11,64%
Útbúgving (3-4 ár)
10,09%
9,48%
Hægri útbúgving 2,29%
2,16%
Í tølunum hjá Barnabata fyri 2017 sæst eisini,
at nógv tey flestu, sum hava søkt um jólahjálp,
hava eisini søkt tey undanfarnu árini. Bara 26
av teimum 218 umsóknunum, sum eru innkomnar
frá fólki í fátækraváða, eru frá umsøkjarum,
sum ikki hava søkt um jólahjálp fyrr.
Næstan 32 prosent av umsøkjarunum í
fátækraváða hava søkt um jólahjálp trý
ár á rað. Tey fevna um umleið 142 børn.
Av teimum 218 umsóknunum, sum Barnabati fekk
um jólahjálp í ár frá fólki í fátækraváða, eru
192 umsóknir frá kvinnum og 26 frá monnum.
Nógv søkja um jólahjálp hvørt ár.