Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. desember 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 146 12 TEMA: Barnabati Barnabati MILDRIÐ JACOBSEN MILDRID@SOSIALURIN.FO ­ T á freistin at søkja um jólahjálp var úti í farnu viku, hevði Barnabati fing­ið umsóknir um jólahjálp frá 255 barna­ familjum. Talan er um einar 50 umsóknir færri enn í fjør. Nógv tann størsti parturin av umsóknunum er frá barna­familjum, sum eru í fátækraváða. Í ár hava 218 barnafamiljur í fá­tækra­váða søkt um jólahjálp frá Barna­bata. Tilsamans er talan um 800 fólk, harav 367 eru børn í aldri­num 0-13 ár, og 88 eru ung frá 14-17 ár. Umsóknirnar eru frá familjum kring alt landið. Eisini aðrar umsóknir Eisini onnur, sum ikki lúka treytina um at vera í fátækraváða, kunnu søkja um jólahjálp. Í ár hevur Barna­bati fingið úti við 40 slíkar umsókn­ir. Sjálvt um hesar familjur ikki eru í beinleiðis fátækraváða, so hava tær lítið og einki eftir at liva fyri um mánaðin. Djóni Ejdesgaard, aðalskrivari í Barnabata sigur, at so at siga allar barnafamiljur, sum hava søkt um jóla­hjálp í ár, liva undir fíggjarliga trong­um korum, og hann sigur seg vóna, at tað eisini fer at bera til at veita hesum familjum jólahjálp í ár. Fátækraváði Barnabati, sum yvirtók Jóla­hjálp­ina frá Í menniskjum góður tokki fyri tveimum árum síðani, brúkar ein frymil hjá Hagstovu Føroya at rokna út, hvørt umsøkjararnir eru í fátækraváða ella ikki. Djóni Ejdesgaard sigur, at frymil­in er besta amboðið, sum tey hava, at rokna út, um um­ søkjar­ar­nir eru í fátækraváða. Sambært frymli­num eru tey, sum hava minni enn 60 prosent av miðinntøkuni at liva fyri, í fátækraváða. Frymilin er einans grundaður á inntøku, og hædd verður ikki tikin fyri út­ reiðsl­um. Dømi sambært frymlinum hjá Hagstovu Føroya Ein familja við einum vaksnum og tveimum børnum millum 0 og 13 ár skal hava 17.787 krónur eftir um mánaðin eftir skatt fyri ikki at fella undir markið fyri at vera í fátækraváða. Er talan um tvey vaksin og eitt barn, sum er 12 ár og eitt barn, sum er 15 ár, so skal hendan familjan hava 25.568 krónur eftir um mán­aðin fyri ikki at koma undir markið. Hugt verður kortini ikki bara eftir fátækraváðanum, tá Barnabati viðger umsóknirnar um jóla­hjálp. Hædd verður eisini tik­in fyri brádliga íkomnum hend­ ingum og støðum, so sum and­láti, arbeiðs­ loysi, sjúku og hjúnar­skiln­aði. Persónsupplýsingar burturbeindar Barnabati hevur loyvi frá Dátu­eftirlitinum at viðgera persóns­upp­lýsingar. Tá umsóknirnar eru liðugt viðgjørdar, verða nøvn og allar aðrar persónligar upplýsingar strik­aðar. Barnabati goymir bara hag­tølini, sum á ongan hátt kunnu eyð­merkja umsøkjararnar. Harumframt hevur Barnabati sam­starv við Taks, sum eftirkannar, um inntøkutølini í umsóknunum eru røtt. Djóni Ejdesgaard, aðal­skrivari hjá Barnabata, sigur, at hetta verður gjørt fyri at tryggja, at alt fer fram so rætt sum møguligt, og at tað verður líka so nógv gjørt fyri at hjálpa umsøkjarum, sum av mis­gáum kunnu hava upplýst ov høga inntøku. Jólahjálp sum gávukort Jólahjálpin verður latin sum gávu­kort. Túsund krónur verða latnar fyri hvørja umsókn, sum verður játtað. Harafturat verða latnar 500 krónur fyri fyrsta barnið og síðani 300 krónur fyri hvørt barnið afturat. Djóni Ejesgaard, aðalskrivari í Barnabata sigur, at tey hava valt at lata jólahjálpina sum gávukort frá mat­vøruhandlum og leikuhandli. Hesa avgerð hevur Barnabati tikið, tí meira fæst burtur úr pen­ingi­num, sum er innsavnaður, við at lata gávukort. Barnabati fær av­sláttur, sum ger góðan mun, tá gávukortini verða keypt, og sostatt verður meira at býta út til barnafamiljurnar, sigur Djóni Ejdes­gaard og vísir samstundis á, at endamálið við hjálpini er at geva børn­unum eini góð jól. Sambært Barnabata fáa allar barna­ familjur, sum hava søkt og eru í fátækraváða, jólahjálp í ár. Stríggið at savna inn pening Aðalskrivarin í Barnabata sigur, at tað er krevjandi og møtimikið at savna inn pening til jólahjálpina. Um øll, sum søkja og lúka treytir­nar, skulu fáa jólahjálp, so er neyðugt at savna inn umleið 500.000-600.000 krónur. Peningurin verður fingin til vega við at lýsa á facebook og á heimasíðuni hjá Barnabata, við tíðindaskrivum, talgildum jóla­kalendara og jólakonsert í Vestur­kirkjuni. Umframt at lata jólahjálp letur Barnabati eisini føðingardagshjálp og stuðul til frítíðarítriv. Djóni Ejdesgaard vísir á, at í Føroyum eru nógv børn, sum hvørki hava ráð at halda føðingardag ella at fara í føð­ing­ ardag. Einar 100.000 krónur verða latnar til hesi endamál um árið. STÓRUR TØRVUR Á JÓLAHJÁLP Hóast talið á umsóknum um jólahjálp er minkað í ár, eru tað framvegis fleiri enn 250 barnafamiljur, sum hava søkt um jólahjálp frá Barnabata