hósdagur 14. desember 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 146
11
EIRIKUR LINDENSKOV
BARBARA HOLM
EIRIKUR@SOSIALURIN.FO
BARBARA@SOSIALURIN.FO
O
rrustan í Kringvarpinum
bara veksur í vavi og nú
er eitt skjal komið undan
kavi, sum kann hava
týdning hendan ella handan veg
in. Liljan Weihe er søgd úr starvi,
men givið er, at hon ætlar sær ikki
at fara stillisliga. Sigmund Poul
sen, sakførari hjá Liljuni Weihe
sigur við Miðlahúsið, at tey hava
í hyggju at afturvísa uppsøgnini
og somuleiðis at Liljan Weihe skal
sleppa aftur til arbeiðis sum tíð
indaleiðari.
- Skjalprógv er fyri, at avtala
er gjørd við Eyðun Mørkøre,
stjóra í Taks, um at sleppa framat
í Kringvarpinum. Tað sigur Sig
mund Poulsen, sakførari hjá Liljuni
Weihe.
Fyri at meta um, hvørt hetta
skjalprógvið er avgerandi í mál
inum mugu vit fyrst kaga eftir
pørtum av ætlanarskrivinum hjá
Liljuni Weihe.
Tí í ætlanarskrivinum um upp
søgn av Liljan Weihe stendur mill
um annað:
”Tygum rógva eisini framundir,
at tað ber til at gera avtalur við
kringvarpsstjóran um at sleppa
framat mikrofonum Kringvarpsins.
Hesar grundgevingar eru ósannar,
tí stjórin hevur ikki bjóðað Eyðuni
Mørkøre framat mikrofonum
Kringvarpsins. Eisini redaktørurin
Ivan Niclasen avsannar, at tað
fyriheldur seg soleiðis”. - ætlanar
skriv um uppsøgn av Liljan Weihe
dagfest 30. november 2017.
Í her sigur kringvarpsstjórin,
at hann ikki hevur bjóðað Eyðuni
Mørkøre framat mikrofonunum.
Men Eyðun Mørkøre sjálvur er
eftir øllum at døma av aðrari fat
an. Í øllum førum kann tað tulkast
soleiðis, um ein lesur skjalprógvi,
sum Sigmund Poulsen vísir til.
Samskifti millum Johnny í Grótin
um og Eyðun Mørkøre dagin eftir
nógv umrødda kjakið í Dagur&Viku
er her.
Telduposturin sum Johnny í
Grótinum sendir til Ivan Niclasen
byrjar við ”Latið okkum líka tosa
um ”kjakið” týskvøldið. Eyðun
skrivaði hetta til mín í gjár” og
kann síggjast her á síðuni.
Sostatt er Eyðun Mørkøre av tí
sannføring, at hann gjørdi avtalu
við júst Johnny í Grótinum og við
Ivan Niclasen, redaktør.
Er annars í tráð
við útlegging hjá
Ivani Niclasen
Boðini frá Eyðuni Mørkøre bera
brá av, at hann í øllum førum
upplivdi tað sum, at hann gjørdi
avtalu við Johnny í Grótinum og
Ivan Niclasen. Sostatt setir hetta
samskifti spurnartekin við brotið
í ætlanarskrivinum um uppsøgn,
sum sigur, at eingin avtalan varð
gjørd við stjóran.
Og so til hin spurningin, har
hetta samskiftið eisini er viðkom
andi - nevniliga hvussu gekk kjak
kvøldið fyri seg. Hvør gjørdi avtalu
við hvønn - ein spurningur, sum
høvuðspersónarnir í málinum eru
ósamdir um.
Ivan Niclasen, redaktørur hetta
kvøldið, hevur greitt frá einari
aðrari útlegging av hendingini,
sum boðini hjá Eyðun Mørkøre
eisini kunnu tulkast at leggja seg
uppat.
Tí Ivan Niclasen hevur sagt
alment fleiri ferðir, at hendingin fór
soleiðis fram, at Johnny í Grótinum
alment í lesarabrævi beyð Eyðuni
Mørkøre at greiða frá sínum
sjónarmiðum um frágreiðinga hjá
Bárði Larsen, bráðfeingisstjóra á
Taks, í Kringvarpinum. Og Eyðun
Mørkøre tók av, sambært Ivani
Niclasen, og ringdi til Johnny í
Grótinum, sum síðani spurdi Ivan
Niclasen eftir sum redaktør í Dag
ur&Viku tað kvøldið. Sostatt kann
skrivið frá Eyðuni Mørkøre eisini
tulkast á hendan hátt.
- Her er hann
Telduposturin, sum sakførarin hjá Liljuni Weihe heldur kann ógilda
uppsøgn hennara, og sum stjórarnir Johnny í Grótinum og Eyðun Mørkøre
ikki vilja lata innlit í, er nú komin undan kavi. Og hann er í andsøgn við
tað, sum stendur í ætlanarskrivinum hjá Liljuni Weihe, meðan hann líkist
tí, sum Ivan Niclasen hevur ført fram. Lesarin kann her meta um.
Nógv umrøddi telduposturin
Teldupostur frá Eyðuni Mørkøre til Johnny í Grótinum
”Í aftursvari til mítt tíðindaskriv ”Óseriøsur og
manipulerandi tíðindaflutningur” skrivar Johnny í
Grótinum millum annað soleiðis: "Best hevði tó verið,
um stjórin á TAKS sjálvur svaraði fyri seg og útdjúpaði
almennu viðmerkingarnar teirra til frágreiðingina hjá
Bárði Larsen. Hetta stendur honum framvegis í boði". Men
hóast avtalu við Johnny í Grótinum og við redaktørin
Ivan Niclasen, um júst at sleppa at greiða frá hesum
í Degi og Viku, so sigur kjakverturin at tað er ikki tað
vit tosa um nú, men tvørturímóti kanningina hjá Bárði
Larsen og bara tað. Tá eg so royni at greiða frá okkara
sjónarmiðum, soleiðis sum avtalað var at eg skuldi, so
blívi eg áhaldandi avbrotin, og verturin heldur fram á
sama óseriøsa og manipulerandi hátt. Eg haldi hetta er
rættiliga óseriøst og skilji ikki hvat endamálið er við hesum
tíðindaflutninginum, ella mangulin uppá sama. Eg skilji at
tað kann vera trupult hjá fjølmiðlum at síggja at vinklingin
og miðlingin av einum máli yvir longri tíð vísur seg at vera
skeiv ella óheppin, men sum ein public service stovnur,
kann man ikki bara halda fram í sama skeiva spori.
Eg eri enn einaferð skuffaður av arbeiðslagnum hjá
KVF, og júst nú serliga av at man ikki kann líta á
avtalur sum man ger við stjóran á KVF og redaktørin í
mun til fortreytirnar til luttøku í einum kjaki sum var í
gjárkvøldið.” - Eyðun Mørkøre til Johnny í Grótinum, og
Johnny víðari til Ivan Niclasen dagfest 28. september 2017.