hósdagur 14. desember 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 146
10
EIRIKUR LINDENSKOV
BARBARA HOLM
EIRIKUR@SOSIALURIN.FO
BARBARA@SOSIALURIN.FO
E
itt heldur undrunarvert
mál er komið undan
kavi, nú Miðlahúsið hev
ur viðgjørt orrustuna í
Kringvarpinum seinastu vikur
nar. Talan er um eitt ávíst stykki
av samskifti millum Eyðun Mørk
øre og Johnny í Grótinum. Eitt
samskifti, sum vit hava hoyrt
nógv um seinastu vikurnar, tó al
menningurin enn ikki hevur sæð
tað. Sakførarin hjá Liljuni Weihe,
Sigmundur Poulsen, er av teirru
fatan, at hetta samskifti máar
grundarlagið undan uppsagnini
av Liljuni Weihe.
Slaturin hevur leingi gingið
um hetta skrivliga samskifti, og tí
er tað nakað síðani, at Sosialurin
søkti um alment innlit í hetta
samskifti frá Taks. Tí sum sæst
her á síðuni snýr samskifti seg um
ónøgd hjá Eyðuni Mørkøre um
nógv umrøddu samrøðuna í Dag
ur&Viku, og somuleiðis um hans
ara fatan av avtalubrotið millum
sín og Johnny í Grótinum og
Ivan Niclasen. Innihaldið í hesum
telduposti kann síggjast frá fleiri
vinklum í mun til teir ymisku
partar av orrustuni millum Liljan
Weihe og Johnny í Grótinum, sum
hesin teldupostur er ein partur
av, men eitt áhugavert er, sum illa
kann síggjast burtur frá, og tað er,
at hvørgin av stjórunum vil geva
almenninginum innlit í hetta sam
skiftið.
Tí upp á fyrispurningin hjá
Sosialinum um innlit í hetta sam
skifti segði lógardeildin hjá Taks,
at einki samskifti var millum stjór
arnar at geva innlit í. Síðani hevur
Sosialurin áhaldandi roynt at fáa
viðmerking frá stjóranum um, hví
tað er so, men hann vil ikki gera
viðmerkingar um hetta samskiftið.
Og meðan Johnny í Grótinum
hevur váttað fyri Sosialinum,
at eitt slíkt samskifti er til, so er
svarið tað sama frá Kringvarpinum
- har er einki samskifti, sum verður
mett at verða fevnt av almennum
innliti.
Á kantinum á innlitslógini
Endamálið við innlitslógini er
greitt. Í §4, stk. 1 í innlitslógini er
púra greitt, at endamálið er at geva
almenninginum rætt til innlit í
skjøl, sum eru gjørd ella móttikin
sum liður í fyrisitingarligari saks
viðgerð.
Lógardeildin á Taks sigur tó, at
samskifti millum stjórarnar báð
ar ikki kann vera partur av fyri
sitingarligari saksviðgerð. Tað er
tó lítil ivi um, at samskifti millum
tveir almennar stjórar um málsøkið
hjá báðum pørtum, má síggjast
sum boð frá einum stovni til ein
annan. Tað eru ikki privat boð, sum
ikki viðkoma almenninginum, tá
ið evnið í samskiftinum viðkemur
báðum stovnunum. Hjá Taks tí, at
hetta er samskifti, sum viðkemur
nógv umrødda skattamálinum.
Hjá Kringvarpinum er lítil ivi
um, at telduposturin hevur verið
liður í einari fyrisitingarligari
saksviðgerð. Í øllum førum er
greitt, at starvsfólk undir Johnny
í Grótinum vórðu biðin um at fyri
halda seg hesi boðini frá Eyðuni
Mørkøre, og somuleiðis er Liljan
Weihe síðani søgd úr starvi. Um ein
beinleiðis orsøk til uppsagnina er
hetta samskiftið millum stjórarnar
er óviðkomandi, tí innlitislógin
er eisini greið í, at stovnar ikki
kunnu velja og vraka millum
tilfar í málinum, tí alt innlit skal
latast, sum hevur týdning í ein
um máli, uttan so tað er fevnt av
ávísum undantøkum, sum eru
óviðkomandi her.
Facebook samskiftismiðilin
Hetta samskiftið, sum í øllum før
um er viðkomandi í kjakinum um
bæði uppsøgnina av Liljuni Weihe
og um kjakið um hvørt Johnny í
Grótinum gjørdi avtalu við Eyðun
Mørkøre ella ikki, er ikki ein van
ligur teldupostur. Hetta er heldur
eitt samskifti millum báðar stjór
arnar á Facebook.
Tí dagin eftir kjakið í Dag
ur&Viku, har Eyðun Mørkøre
var gestur, sendi hann boðini til
Johnny í Grótinum, sum kunnu
síggjast aðrastaðni á síðuni her.
Spurningurin er so, hví stjórarnir
báðir velja at samskifta á Facebook
heldur enn at samskifta umvegis
formellu teldupostadressur teirra.
Sosialurin hevur verið í sam
bandi við fleiri løgfrøðingar. Teir
eru á einum máli um, at um ein
nýtir Facebook sum samskiftis
miðil, tá ið ein umrøður arbeiðslig
viðurskifti, so ger tað ongan mun
í sambandi við innlitslógina. Tí
hóast innlitslógin hevur eitt niðara
bagatellmark, so kann hetta illa
sigast at koma undir tað - óansæð
hvussu tú samskiftir.
Loynilig samskifti
STJÓRARNIR
VILJA
IKKI VÍSA
TELDUPOSTIN
Hjá Taks er fyrsta svarið, at einki samskifti er at finna. Næsta svarið er,
at samskiftið ikki verður mett at verða fevnt av almennum innliti. Hjá
Kringvarpinum verður tað somuleiðis ikki mett sum verandi fevnt av
almennum innliti. Talan er um samskifti millum Johnny í Grótinum og
Eyðun Mørkøre, sum hvørgin stovnur vil kennast við í dag. Spurnartekin
má setast við, um hetta er at ganga ímóti endamálinum við innlitslógini
KVF ORRUSTA