hósdagur 14. desember 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 146
9
Óveður, kertiljós og jól
JÓGVAN ZACHARIASSEN BLOGGAR
H
ósdagur er og fyrsta ódnin hev
ur rakt oyggjarnar. Eg lurti eftir
frásøgnum um óveðrið kring
landið og fyri løtu síðani fór
streymurin heima hjá mær í Hoyvík. Breyð
ristarin sløknaði og angin av kaffi náddi ikki
at fylla luftina, áðrenn myrkt varð. Men
konan og dóttirin kappaðust um at tendra
kertiljós, og nú fekk ljósið okkum at gleðast
um hugnan og hitan inni, heldur enn at
argast um kuldan og óveðrið uttanfyri.
Hetta minti meg á søguna um listamálar
an, sum ein dagin málaði ein sera dapran
málning. Vetur var og skýmingin var komin.
Trøini stóðu tung í kava og nakrar dunnur
krokaðu undir einum steini.
Avsíðis í myndini stóðu eini lítil hús. Einki
ljós var at síggja og kvirra var í húsinum. Men
so tók málarin ein pensil, og við ljósagulari
máling setti hann eitt kertiljós í vindeygað.
Lítla ljósið gjørdi at málningurin broyttist
fullkomuliga. Hann lýsnaði upp og varð
umskaptur frá at vera dapur og lívleysur til
at vera heitur og livandi.
Tankarnir leitaðu víðari, til týdningin av
ljósi. Ofta skal lítið til fyri at myrkrið skal
verða ljós. Í Føroyum gleðast vit serliga um
ljósið teir longu og myrku óveðursdagarnar,
tá vit sita heit og trygg inni við tendraðum
kertiljósum ella ljósperum. Og ikki minst nú
jólini eru fyri framman, gleðast vit um vøkru
jólaperurnar, sum lýsa á bygd og bý.
Men tað er ikki bert í Føroyum, at ljós
eru týdningarmikil. Jødar halda eisini eina
høgtíð um jólini, sum teir kalla ljóshøgtíðin
ella Hanukkah. Hon byrjar 25. í kislevmánaði
(hálvan desembur) og heldur fram í 8 dagar.
Søguliga bakgrundin fer aftur til ár 167 f.
Kr. tá ið Antiokus IV gjørdi innrás í Ísrael
og hertók templið í Jerúsalem. Men tvey ár
seinni, ár 165, gjørdu Makkabeussynirnir
uppreistur og bjargaðu templinum. Templið
varð halgað av nýggjum tann 25. kislev sama
árið.
Gamli sjeyarmaði ljósastakin í templinum
skuldi altíð lýsa, tí tað var tekin um ævigu
nærveru Guds millum fólk sítt. Men Anti
okus hevði brúkt heiløgu oljuna til alt annað,
og tá ið makkabeararnir skuldu tendra ljósa
stakan, var næstan eingin olja eftir. Einans
nóg mikið til ein dag. Og tað tók í minsta lagi
8 dagar at halga og reinsa oljuna, sum skuldi
nýtast til ljósastakan. Men teir tendraðu
kortini ljósastakan, og eitt undur hendi:
Ljósið í ljósastakanum logaði í 8 dagar, líka
til nýggja oljan kom!
Tí er tað jødar halda ljóshøgtíðina enn
í dag, og nú nýta teir níggjuarmaða ljósa
stakan, har eitt ljós verður tendrað fyri
hvønn dag til minnis. Og ljósið í miðjuni –
níggjunda ljósið – minnir á, at Gud er æviga
ljós teirra.
Sambært gudfrøðingi og heimspekingi,
Søren Kierkegaard, er jólaresið í desembur
ein leitan eftir tí æviga ljósinum. Og í leitan
ini, renna vit okkum blind í so nógv annað, at
vit ikki síggja tað sanna ljósið – Jesus – sum
stendur fyri eygum okkara. Kierkegaard
minnir okkum á, at tá ið átrúnaðarligir siðir
og materialisma yvirskugga kjarnin í jóla
boðskapinum, er tað sum at ganga í myrkri
og leita eftir ljósi.
Kanska var tað soleiðis Maria og Jósef
kendu tað við Jesu føðing? Meðan øll sták
aðust til ljóshøgtíðina, leitaðu tey einsamøll
og troytt eftir einum staði at gista…inntil ein
góðhjartaður maður sýndi teimum miskunn.
Jesu føðing fór ikki fram í eini upplýstari
háborg, men í einum myrkum fjósi. Tað vóru
ikki tey høgt mettu og tey við stórari makt,
sum hoyrdu um tað, men fátækir hirðar, ið
lítið høvdu at týða tá á døgum. Heldur ikki
vóru tað átrúnaðarligir leiðarar, sum leitaðu
eftir barninum, men heidnir spámenn, ið
komu langa leið at finna tað. Júst hetta er
við til at skapa paradoksið um jólaboðskapin
– at fólk væntaðu nakað annað og tískil
leitaðu aðrastaðni eftir konginum, ið koma
skuldi – og sostatt ikki sóu hann.
Boðskapurin um Jesu føðing, er givin
okkum á ein hátt, har fátækir hirðar og
heidnir spámenn eru týðandi tættir – ein
boðskapur, har sosialur og peningaligur
kapitalur, ið menniskjan setti høgt í metum
tá, eins og hon ger nú, verða gjørd til einkis.
Ein boðskapur, ið ikki dømir ella útihýsir,
men sameinir. Menniskjaskaptir normar,
ið eru galdandi í samfeløgum, sum lógir og
annað, ið raðfesta virðir og seta karmar fyri,
hvussu vit skulu liva, eru fyri stóran part
júst hetta: Skapt av menniskjum og umboð
fyri hesi. Men í veruleikanum finnist einki
hierarki.
Tá vit viðurkenna hetta, at øll eru eins
fyri Guði – tá vit gloyma tað, ið skilir okkum
at, men hava eyga fyri tí, ið sameinir okkum
– tørvurin á Jesusi sum frelsara – kunnu
vit, eins og hirðar og spámenn, sum lið
um lið inni í fjósinum (hóast tað ikki var
samstundis) gleddust um lítla nýfødda
barnið, saman syngja jólini inn.
Ofta skal so lítið til at síggja tað stóra.
Jesus, sum kanska ikki sýnist av nógvum, er
ljósið í okkara myrka vindeyga, tryggleikin á
okkara óveðursferð og oljan í okkara tóma
ljósastaka.
Jólaboðskapurin er einfaldur og finna vit
barnið í øllum jólaresinum, hava vit fingið
størstu jólagávuna av øllum. Gleðilig jól!
…inntil ein
góðhjartaður maður
sýndi teimum miskunn
BLOGGUR