Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. desember 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 146 8 Eitt gamalt føroyskt orðafelli er, at neyð lærir nakna kvinnu at spinna, og í hesum førinum hava fak­fólkini eisini lært, at fara um­ vegir, tá skipanin gerst ov stirvin og børn ikki fáa neyðuga hjálpina. - Vit renna okkum í tveir trupul­ leik­ar. Tað er bæði tað, at skipanin er stirvin, men so er tað eisini bíði­ tíð­in. Onkuntíð skal eitt barn fyrst til lækna, men tá læknin hevur gjørt sínar uppgávur, so skal tað víð­ari, og tað kann aftur taka langa tíð. So eru tað onnur, ið verða send til Sernám, men hjá teimum er long bíðitíð, sigur Karin Strøm og held­ ur fram. - Endin er, at tað viðhvørt er neyð­ugt at fara gjøgnum Barna­ vernd­artænastuna fyri at fáa skjót­ari hjálp. Tað verður sjálvandi gjørt í samstarv við foreldrini, men tað er ikki rætta mannagongdin. Tað er tó viðhvørt neyðugt at fara um­vegir, tá man sær, at støðan er álvar­som, og eitt barn hevur tørv á at fáa skjóta hjálp. Skipanin má blíva betri Umframt, at heilsufrøðingar og lær­arar muga leggja eyka orku í at hjálpa teimum børnum, ið ikki verða loftaði av skipanini, so hevur tað eisini eina neiliga ávirkan á skúla­gongdina hjá teimum børn­ um. - Vandin er fyri, at tey ikki megna at fylgja við í skúlanum. So reint fakliga ávirkar tað tey, og so eru tað tey børn, ið blíva øgiliga einsom. Tey makta ikki at ganga til ítrótt ella onnur sosial tilboð, ið javn­aldrar fara til, tí tey bera upp á ym­iskt, og fáa ikki røttu hjálpina at loysa tað, sigur Karin Strøm. Karin Strøm dylur ikki fyri, at tað er tungt hjá bæði lærarum, heilsufrøðingum og øðrum starvs­ fólk­um í fólkaskúlanum, at síggja hesi børnini, ið eyðsæð hava tørv á hjálp, men sum muga bíða eftir henni. - Vit merkja eitt slag av hjálp­ ar­loysi, tí vit vilja so gjarna hjálpa teim­um. Tað er tað, ið vit eru her til. Tað er okkara arbeiði. Men man hevur ein dreym um, at skipanin kann blíva betur. Nei, skipanin má blíva betur, sigur Karin Strøm. Í heyst varpaði Miðlahúsið ljós á støðuna á tí sernámsfrøðiliga økinum í fólkaskúlanum, og kundi millum annað vísa á, at 17 út av 27 skúlastjórum mettu, at teir ikki fingu nokk tímar til ser­ námsfrøðiliga undirvísing. Tað merkist eisini aftur í gerandis­ degnum í føroyska fólkaskúlanum, og vísir Karin Strøm á tað, sum eitt av økjunum, ið má raðfestast hægri, um man ynskir eina betri skipan. - Um tað er tað, at normeringin til tað sernámsfrøðiliga økið, ið ikki strekkir til, so at man kann hjálpa hesum børnunum, so meti eg, at tíðin er komin at hækka norm­er­ ing­ina. Tað sama ger seg galdandi fyri heilsufrøðingarnar. Okkara játtan má eisini hækkast, so at vit náa at tosa við øll skúlabørnini. Tann ókendi tørvurin Heilsufrøðingar hava til uppgávu at tosa við øll børn í føroyska fólka­ skúl­anum eina ferð um árið, men í kanningini, ið Gigni kunngjørdi fyrr í vikuni verður upplýst, at tað er ein fittur partur av føroyskum skúlabørnum, ið ikki tosaðu við ein heilsufrøðing í fjør. - Tíverri røkkur tíðin ikki til, at allir næmingar verða kannaðir hvørt ár. Skúlaárið 2016/2017 vóru tað sostatt 27% av føroysku skúlanæmingum, sum ikki blivu kannaðir av heilsufrøðingi. Mest vanliga orsøkin er væntandi tíð hjá heilsufrøðingum í verandi norm­ering. Aðrar orsøkir, sum eis­ini hava týdning eru manglandi hølis­viðurskiftir og skift av heilsu­ frøðingi, skrivar Gigni. Karin Strøm ásannar, at tað er ein trupulleiki, at tey ikki megna at tosa við øll, og stúrir fyri hvat tað merkir fyri tey børn, ið hava tørv á hjálp, men detta niðurímillum, tí orka og tíð er ikki til at tosa við øll. - Sum nú er, so megna vit tað ikki. Og so kunna vit bara gita hvussu støðan er hjá teimum, ið ikki hava verið hjá heilsufrøðingi. Hvussu nógv av teimum hava brúk fyri hjálp? Farna ár blivu 73 prosent av skúlabørnunum kannað, meðan restin ikki bleiv kannað, sigur Karin Strøm. Stór krøv til tey ungu Sum eitt av teimum fakfólkum, ið hevur sín gerandisdag við børn­ um og tosar við tey um øll lívs­ins viðurskiftir og hevur til upp­gávu, at lofta teimum, ið hava ein tørv, so er Karin Strøm í eini ser­ligari støðu til at meta um hvussu næsta ættarliðið megnar tey krøvini, ið verða sett til tey. Og sambært henni, so er tað ikki óvæntað, at um­leið tretivu prosent av børn­ un­um í fólkaskúlanum stríð­ast við ymiskt. - Um hugt verður eftir krøv­ un­um, ið eru til tey ungu í dag, so eru tey øgiliga stór. Tey skulu síggja gott út, tey skulu duga nógv og skulu prógva seg sjálvi í heil­um. Krøvini eru risastór, men sam­stundis síggja vit, at talið av børnum og ungum, ið hava sálar­ lig­ar trupulleikar er vaksandi. Tey orka ikki hetta, sigur Karin Strøm. Hóast øll børn og ung í dag hava fartelefonir og ómakaleyst kunna samskifti við hvønn annan og fólk um allan heim, so er tað serliga ein­ semi, ið Karin Strøm metir, er ein vaksandi trupulleiki hjá unga ætt­ ar­liðnum. - Í dag eru børn øgiliga einsamøll, tí nútíðar samfelagið setir so nógv og høg krøv til foreldrini, ið sostatt eru noydd at vera aktiv við alskyns viðurskiftum. Vit síggja tað út frá okkara samrøðum við børnini. Vit hava børn, ið sita grátandi yvirav okkum og eru kedd, tí tey ongar vinir hava. Øll hava eina fartelefon, men tað er ikki tað sama sum, at øll hava tað gott, sigur Karin Strøm og leggur afturat. - Tey eru meira isoleraði nú enn áður. Eisini tá tey eru saman við øðrum. Um hugt verður eftir teirra máta at vera upp á, so kunna tað sita tíggju børn í einum bólki, men øll sita og hyggja í teirra egnu far­ tele­fon, sigur Karin Strøm. Eydnubollar Í samband við, at skúlabørn ikki fáa ta hjálp, ið teimum hava tørv, skrivar Gigni í tíðindaskrivinum, at tað kann fáa álvarsamar avleið­ing­ ar fyri tann einstaka. - Hetta ger, at alt meira arbeiðs­ orka hjá heilsufrøðinginum fer til hesar næmingar, tí avleiðingin av manglandi fakligari hjálp kann vera sera lemjandi og í summum før­um lívshóttandi, skrivar Gigni. Karin Strøm tekur undir við, at avleiðingarnar av, at hond ikki verður tikin um trupulleikan kann verða stórur, og vísir á, at longu í dag verður heilivágur givin ungum, ið bera upp á ymiskar trupulleikar. - Lukkutíð eru vit ikki komin har til í Føroyum, at børn taka lívið av sær. Eg kenni í hvørt fall ikki til nakran slíkan tilburð. Men setningurin skal nokk skiljast soleiðis, at børn, ið ikki fáa hjálp nú, seinni í lívinum kunna gerast sálarliga illa fyri, og kunna enda í heimum fyri fólk við sálarligum trupulleikum. Longu í dag hava vit ung, ið hava so mikið stórar trupulleikar, at fleiri teirra fáa eydnubollar. Tey fáa hendan heili­ vágin, tí tey trívast ikki og teirra sjálv­virði er lágt, sigur Karin Strøm. - Tað er tó viðhvørt neyðugt at fara umvegir, tá man sær, at støðan er álvarsom, og eitt barn hevur tørv á at fáa skjóta hjálp PERSÓNSØGA