hósdagur 14. desember 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 146
7
- Vanliga er tað okkurt sálarligt
ella okkurt, ið nívir tey, ið er orsøkin
til, at børn koma til eykasamrøðu.
Tað kann vera, at foreldrini ikki
liva saman, at tey verða happað í
skúlanum, ein omma sum er deyð,
at tey føla seg einsamøll, at onkur
hevur verið útsettur fyri harðskap,
tey føla seg uttanfyri felagsskapin
ella tey kenna onkran, ið hevur
upplivað siðamisbrot, sigur Karin
Strøm, og leggur afturat.
- Nøkur teirra koma til samrøð
ur, tí tey ikki trívast. Tey verða
ikki send víðari, tí tað er kanska
ikki akkurát neyðugt hjá teimum.
Nøkur hava einans brúk fyri at
tosa við onkran og tað kunna vit
hjálpa við. Nøkur eru eisini partar
av bólkum, ið er fyri børn, hvørs
foreldur eru farin frá hvørjum
øðrum. Har fáa tey høvi at tosa um
hvussu tey hava tað við hinum, ið
eru í sama bólki.
Strævið og tærandi
Tíverri, so hendir tað javnan, at
heilsufrøðingarnir mugu staðfesta,
at hóast børnini verða send víðari
í skipanini, so fáa viðkomandi ikki
altíð hjálpina, ið teimum tørva.
- Tá vísir tað seg oftani, at tey
eru ikki komin víðari í skipanini. Tá
kunna vit ikki annað enn at royna
at rykkja og fáa gongd á málið,
sigur Karin Strøm.
Fyri heilsufrøðingar og lærarar,
ið hava sína dagliga gongd við
hesum børnum, gerst tað skjótt
strævið at síggja, at tað almenna
Føroyar ikki megnar lofta teimum.
- Tað er strævið og tærandi, tá
man merkir, at skipanin støðgar
upp. Tí vit kenna børnini, vit síggja
tey, vit eru millum tey og vit síggja,
at tey enn eru í bíðistøðu. Teirra
gerandisdagur verður bara verri
og verri. Hjá summum gongur tað
bæði útyvir skúlan, heimalívi og
frítíðina, um tey ikki sleppa víðari,
sigur Karin Strøm.
SI
- Vit síggja tað út frá
okkara samrøðum
við børnini. Vit
hava børn, ið
sita grátandi
yvirav okkum og eru kedd, tí tey
ongar vinir hava. Øll hava eina
fartelefon, men tað er ikki tað
sama sum, at øll hava tað gott