hósdagur 14. desember 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 146
6
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
M
ánakvøldið kunn
gjørdi Gigni, ið er
almenni
heilsu
myndugleikin, ið
virkar millum smábørn og í skúl
um, nýggj hagtøl fyri sálarheilsuna
hjá føroysku fólkaskúlanæming
unum, ið er bygt á arbeiðið hjá
heilsufrøðingum í skúlum kring
landið.
Tølini staðfesta, at meðan 70
prosent av børnunum í fólkaskúl
anum trívast og hava tað gott, so
eru tað 30 prosent av teimum, ið
liva við onkrum slagi av sárbari,
ímeðan umleið fjórði hvør næm
ingur livur við trupulleikum ella
avbjóðingum, ið kunna ávirka
teirra sálarligu heilsu.
Um eitt barn stríðist við eitt
hvørt, so er tað heilsufrøðingurin
í skúlanum, ið staðfestir hvørja
víðari hjálp ella stuðul viðkomandi
kann fáa fyri at loysa trupulleikan.
Tað er tó lættari sagt enn gjørt. Í
frágreiðingini rópar Gigni nevni
liga varskó, tí børn, ið tørva hjálp,
ikki sleppa nóg skjótt framat tí
hjálpini, ið kann hjálpa teimum
við tí, ið tey stríðast við.
- Ein trupulleiki, sum heilsufrøð
ingar tó ofta møta, er, at bíðitíðin
hjá næminginum og vegurin til
røttu og viðkomandi útgreiningina
ella hjálpina, kann vera sera langur.
Tískil síggja vit nógvar næmingar,
sum alt ov leingi verða sleptir upp
á fjall, og harvið gerst “skaðin” og
avleiðingin fyri heilsuna tað størri.
Hetta ger, at alt meira arbeiðsorka
hjá heilsufrøðinginum fer til hes
ar næmingar, tí avleiðingin av
manglandi fakligari hjálp kann
vera sera lemjandi og í summum
førum lívshóttandi, skrivar Gigni
í skrivinum.
Kunna ikki láta sum einki
Heilsufrøðingar hava sum eitt av
sínum málum, at hava eina sam
røðu og kanning av øllum skúla
børnum eina ferð um árið, og um
illgruni er um, at eitt hvørt er
áfatt, so verður roynt at fáa børn
ini neyðuga hjálpina. Hendan eina
samrøðan kann síðan føra við sær
aðrar samrøður, um heilsufrøð
ingurin metir tørvur er á tí, greiðir
Karin Strøm, ið er heilsufrøðingur
í Suðuroynni og hevur sostatt øll
skúlabørn í Suðuroynni um hendi.
- Eykasamrøðurnar er tá ið vit
ynskja at fylgja upp á hesi børnini,
ið standa og bíða eftir at koma víð
ari í skipanini. Tí vit kunna ikki
bara standa og láta sum einki, tá
eitt hvørt er staðfest, ið hond má
takast um. Tí verða tey biðin at
koma til eina nýggja samrøðu, har
vit spyrja hvussu tey hava tað og
hvussu hevur gingist eftir fyrstu
samrøðuna, sigur Karin Strøm.
Gigni upplýsir, at av 7.146 før
oyskum skúlanæmingum blivu
73% kannaði hjá heilsufrøðingi
skúlaárið 2016/2017. Tað svarar til
6.329 samrøður, harav 21% vóru
eykasamrøður vegna serligan
tørv ella avbjóðing hjá næmingum.
Hetta svarar til, at 1.085 eykasam
røður blivu gjørdar.
Tað er tó ymiskt hvørja hjálp
børn hava brúk fyri, tá tey verða
biðin um at koma til fleiri samrøð
ur. Hjá nøkrum eru tað viðurskift
ir, ið kunna loysast hjá heilsufrøð
inginum, meðan onnur hava tørv
á aðrari hjálp.
VIT MERKJA
EITT SLAG AV
HJÁLPARLOYS
- Tað er strævið og tærandi, tá man merkir, at skipanin
støðgar upp. Tí vit kenna børnini, vit síggja tey, vit
eru millum tey og vit síggja, at tey enn eru í bíðistøðu.
Teirra gerandisdagur verður bara verri og verri. Tað
sigur Karin Strøm, heilsufrøðingur, nú Gigni rópar
varskó um longu bíðilistarnar til viðgerðir.
- Longu í dag hava
vit ung, ið hava
so mikið stórar
trupulleikar, at
fleiri teirra fáa
eydnubollar. Tey fáa hendan
heilivágin, tí tey trívast ikki og
teirra sjálvvirði er lágt
PERSÓNSØGA
Karin Strøm: