mánadagur 18. desember 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. desember 2017 · Nr. 147
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Regin hammer
Kjak síða 10
Pravda-
miðlar og
væntandi
Tíðindi síða 8-9
Reint
vatn í
Æðuvík
Ósemjur á arbeiðsmarkn
aðinum kunnu verða
harðar og óvirðiligar
Trætan millum Pedagogfelagið og
Fíggjarmálaráðið/Kommunala Ar
beiðsgevarafelagið er væl og virði
liga á veg út haðar, har tað verður
óstespiligt.
Vit hoyra um óhjálpin fólk, sum
verða slept upp á fjall. Stjórin á Al
mannaverkinum tosar um, at fólk
eru í lívsvandi og hóttir við at rætt
arsøkja limir í Pedagogfelagnum,
sum rýma frá óhjálpnum fólki.
Gerðarrætturin situr í dagavís
og umrøður undantøk, um arbeiðs
gevarar ella arbeiðstakarar hava
rætt at taka veikastu brúkararnar
sum gíslar. Og jólini stunda til.
Gamaní
hevur
landsstýrið
provokerað við at geva sjúkrarøkt
arfrøðingunum nógv betri sátt
mála, enn undanfarna landsstýri
kundi funnið uppá.
Fakfeløgini vita væl, at tað er
lættari hjá teimum at trýsta, tá
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi
sita í stjórn – flokkarnir, sum siga
seg verja rættindi verkafólksins.
Tí er einki at siga til, at fakfeløg
ini leggja trýst á nú.
Men hvar skal markið ganga?
Vit plaga at havast at politik
arum, tí teir uppføra seg ofta sum
børnini. Eru teir í andstøðu, so eru
teir ímóti øllum, sum landsstýrið
ger – og landsstýrið tekur næstan
einki fyri fult, sum samgongan ger.
Fyrilitarleyst verður alt heklað
niður frá mótstøðupartinum.
Støðan er ikki so nógv øðrvísi,
tá stríð er á arbeiðsmarknaðnum.
Skuldsetingar flúgva um oyrini – og
tað virkar sum partarnir púra einki
álit hava á hvørøðrum.
Tað er ein sannroynd, at lands
stýriskvinnan hevur sagt A og
verður noydd á onkran hátt eisini
at siga B.
Tað er eisini ein sannroynd, at
nógv sakleys fólk liggja í klemmu,
og at nógvar familjur og brúkarar
verða órógvað – eisini á jólum, um
eingin loysn fæst fyri ta tíð.
Spurningurin er so: Vil lands
stýrið lyfta lønina hjá pedagogu
num? Halda Javnaðarflokkurin og
Tjóðveldi, at lønarlagið hjá hesum
starvsbólki skal lyftast á hægri
støði – ella er tað bara, tá flokkarnir
sita í andstøðu, at teir meina nakað
við tað?
Tað er ikki av ongum, at fak
feløgini leggja størri trýst á, at tá
vinstraflokkarnir sita í Tinganesi.
Tað man vera tí, at tey vænta at fáa
meira burturúr.
Í staðin fyri at brúka tíð og orku
og pengar upp á at trætast um
heimilað og óheimilað tiltøk, takið
so báðir partar í egnan barm og
farið til samráðingar.
Farið heldur til samráðingar
Bogi lærdi hós
dagin, at best
er at tiga til tú
veitst, hvat tú
sjálvur meinar
Sum politikari skalt tú vera
snúðin. Tú skalt siga tað
rætta til røttu tíð. Men tú
skalt eisini duga at tiga.
Og so eru tað teir politik
arar, sum siga tað, sum teir
halda, at fólkið vil, at teir
skulu siga. Opportunistar.
Jú, vit hava nógv sløg av pol
itikarum.
Hósdagin traðkaði Bogi
Andreasen ordiliga í spin
atið, tá hann skuldi gera
gjøldur burtur úr Heðini
Mortensen. Tað snúði seg
um
økiskvoturnar,
sum
Heðin Mortensen lirkaði til
Havnar við fiskivinnuný
skipanini.
Boðini frá Boga klokkan
10:45 fyrrapartin hósdagin
vóru greið:
»Eg veit ikki hvat Heðin
Mortensen tosar um«, segði
Bogi Andreasen.
Hann segði seg standa
spyrjandi, tí Heðin Morten
sen kravdi at eisini Havnin
skal hava ein trivaligan part
av menningarkvotunum –
og at lív skal fáast aftur í
fiskavirkið hjá Bacalao.
– Har ýður í lívi á Vest
ara Bryggju, og har er rætt
og slætt ikki pláss fyri
meiri virksemi, segði Borgi
Andreasen
Hann segði, at Barið
heldur til í gamla Bacalao
bygninginum, sum er eitt
fiskavirki, og tað hevur alla
veghæddina.
– Har eru yvir 20 mans til
arbeiðis hvønn dag, og tær
niðaru hæddirnar á Bacalao
eru eisini leigaðar út. Og tað
er valla sannlíkt at hava eitt
fiskavirki í teimum ovaru
hæddunum, segði hann.
– Eitt er at droyma um at
fáa Bacalao aftur til tað, tað
einaferð var, tá ið virksemið
var í hæddini. Men í dag er
veruleikin ein annar – har er
ikki rúmd fyri meiri.
Og so segði hann, at hetta
møsnið hjá Heðini Morten
sen bara var fyri at seta
havnarfólk og bygdarfólk
upp ímóti hvørøðrum.
Hetta var klokkan 10:45,
at Bogi meinti hetta.
Klokkan 14:59 sama dag
fekk pípan hjá Boga Andre
asen annað ljóð. Óivað hava
teir, sum seta politisku
kósina hjá Bogi Andreasen
skeldað hann nakað illa,
nú hann fór út við skeivu
meiningini. Og tí var yvir
skriftin á "tíðindaskrivi" frá
honum nú fýra tímar seinni
hendan sama dagin hendan:
»Fiskavirksemi vælkomið
á Vestaru bryggju«.
– Vit síggja hvønn dag
fjølbroytt virksemi á Vestaru
bryggju – bæði við bryggj
una og á bryggjuni. Tað er
gleðiligt. Men vit hava altíð
pláss fyri meira virksemi,
sum kann flyta vinnulívið í
kommununi fram.
– Tí haldi eg, at tað er
sera spennandi við teimum
menningarkvotum, sum nú
kunnu koma til Havnar. Her
bíða nógvir møguleikar fyri
framman.
Á Bacalao eru 7.000 fer
metrar, sum kunnu brúkast
til nýtt vinnuvirksemi. So
har er ríkiligt av plássi, og
tí eru fólk eisini vælkomin
at venda sær til Tórshavnar
havn við spennandi verkætl
anum. Vit eru opin fyri øll
um, sum kann skapa vøkstur
og nýggj arbeiðspláss í Tórs
havnar kommunu.
– Samstundis eri eg takk
samur fyri, at løgtingslimir
úr Havnini hava bart fyri at
fáa kvotur til Havnar. Tað
er ordiliga gott, at landspol
itikarar úr Suðurstreymi eru
farnir at hugsa um Havnina
og um, at Løgtingið eisini
skal hava Havnina í huga í
teirra arbeiði.
–Tí bjóða vit í Tórshavnar
kommunu øllum fiskavirk
semi á Vestaru bryggju væl
komnum.
---
Síðu 2 redaktionin held
ur, at Bogi Andreasen má
keypa sær eitt nýtt politiskt
barometur og termometur
– og lær teg so at tiga til tú
veitst, hvat tú sjálvur mein
ar!
Bogi tig til tú veitst hvat tú meinar
Tá samgongan hevur sagt
A og má hon eisini siga B
Annika Olsen, borgarstjóri í
havn, heitir nú á landsstýrið
um at seta pengar av til inn
komuvegin til Havnar, sum
skal vera liðugur, tá Eystur
oyartunnlin letur uppí 2020.
Hon vísir á avtaluna, har
vegurin røkkur til Villing
ardalsvegin, sum kostar 140
mió kr. Har eru brúktar 37
mió kr.
– Skal hendan vegagerð
verða liðug, tá ið tunnilin letur
upp, so hava vit trý ár at gera
vegin. Hetta merkir, at játtast
mugu góðar 47 mió um árið
næstu trý árini, sigur hon.
– Hon siugr, at skulu vit
hinvegin hava alla loysnina
upp á pláss oman til Kráku
gjógv, er samlaði kostnaðurin
hjá landinum 213 miljónir fyri
tað, sum er eftir at gera, sigur
hon.
– Skal soleiðis øll loysnin
vera komin upp á pláss, tá ið
Eysturoyartunnilin letur upp
í 2020, hava vit trý ár at gera
arbeiðið. Hetta merkir, at játt
ast mugu góðar 59 miljónir
um árið fyri vegaloysn – ella
71 miljónir fyri tunnilsloysn
næstu trý árini, sigur Annika
Olsen í áheitinina á lands
stýrið.
Gerið inn
koyringar
vegin nú
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Bogi Andreasen sigur, at tað
er ikki pláss til meira fiski
vinnu í Havn. Hann sigur
eisini, at tað er ov mikið av
plássi til fiskivinni í Havn. Jú,
tað sigur hann!