mánadagur 18. desember 2017síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. desember 2017 · Nr. 147
UPPSKOT UM
KANNABIS LAGT
FYRI LØGTINGIÐ
HEILIVÁGUR VIÐ
KANNABIS Jenis av Rana
hevur nú lagt uppskot
fyri Løgtingið um at
sjúklingar í Føroyum skulu
fáa lættari atgongd til
heilivág við kannabis
Áki Bertholdsen
Løgtingið skal nú taka støðu til um føroyskir
sjúklingar við ávísum sjúkum, skulu fáa
lættari atgongd til heilivág við kannabis.
Tað er greitt, nú Jenis av Rana, løgtings
maður fyri Miðflokkin, hevur lagt uppskot
fyri Løgtingið um hetta.
Uppskotið er latið løgtingsskrivstovuni,
sum nú skal ganga tað ígjøgnum, og er tað
neyðugt at laga tað til, verður tað gjørt, og so
verður tað lagt fram til viðgerar.
Jenis av Rana væntar, at tað verður sostatt
á einum av allar fyrstu løgtingsfundunum
næsta ár, at uppskotið verður lagt fram til
viðgerar í Løgtinginum.
Sømdir sum sjúklingar í Danmarkar
Jenis av Rana vísir á, at í Danmark hevur
Fólkatingið júst samtykt at fara undir eina
fýra ára royndartíð, har kommunulæknar
skulu fáa heimild til at geva sjúklingar við
ávísum sjúkum, heilivág við kannabis, á sama
hátt sum teir hava heimild at geva annan
heilivág.
Hendan royndarskipanin er ikki gald
andi fyri Føroyar, men nú hevur Jenis av
Rana sostatt borið eitt uppskot í Løgtingið
um at samtykkja, at Sirið Stenberg, lands
stýriskvinnu í heilsumálum, skal fáa donsku
stjórnina at seta hesa royndarskipanin í gildi
fyri Føroyar eisini.
Tað hevur verið eitt hjartamál hjá Jenisi
av Rana, sum eisini er kommunulækni, at
sjúklingur í Føroyum við ávísum sjúkum,
skulu fáa lættari atgongd til viðgerð við
kannabisheilivági.
Hann vísir á, at løgtingið hevur havt orða
skifti um spurningin ikki færri enn tvær
ferðir í ár. Og yvirhøvur tóku løgtingslimir
væl undir við, at sjúklingar í Føroyum fáa
somu sømdir á hesum øki, sum sjúklingar í
Danmark.
Sjúklingar, sum eru nevndir í donsku
lógini sum sjúklingar, ið kunna fáa viðgerð
við kannabisheilivági, eru sjúklingar skle
rosu, krabbameini, og sjúklingar við varandi
pínu.
– Nógvir av hesum sjúklingum stríðast við
sjúkueyðkenni, vanligur heilivágur illa rínur
við, umframt at teir hava hervilig hjáárin av
vanligum heilivági í teimum nøgdum, tað
mangan er neyðugt at geva teimum fyri at
veita teimum ein linna, sigur Jenis av Rana.
Hann sigur, at umframt sjúklingar ið eru
illa nívdir av pínu, kunnu eisini sjúklingar
við krabbameini, og sum fáa kemoviðgerð,
ella stráluviðgerð, fáa heilivág fyri kannabis.
Hesir sjúklingar missa mangan matarlystin
tí tey fáa ilt fyri hjartað av viðgerðini, og
spýggja illa, men tað vísir seg at heilivágur
við kannabis eisini hjálpir væl í hesum
sambandi.
Kunnu fáa trupulleikar
Jenis av Rana vísir á, at talan er als ikki um
at loyva óavmarkaða nýtslu av kannabis
úrdráttum, men um eina skipan sum læknar
umsita, so at nakrir heilt ávísir sjúklingar
kunnu fáa heilivág við kannabis á ein tryggan
og lógligan hátt, sigur løgtingsmaðurin og
kommunulæknin.
Jenis av Rana vísir á, at tað er danska
heilsustýrið, sum hevur eftirlitið við, hvønn
heilivág vit brúka í Føroyum
– Tí er tað sjálvsagt, at vit eisini eiga at
hava somu lóg í Føroyum, sum er galdandi
í Danmark á hesum serstaka øki, sum er at
brúka heilivág við kannabis, sigur hann.
Hann sigur, at sjálvandi ber tað væl til at
gera eina serføroyska lóg á hesum øki. Men
hann heldur, at danir hava gjørt eitt so stórt
og dygdargott arbeiði á hesum øki, at alt
talar fyri, at vit krøkja okkum upp í donsku
skipanina.
– Hartil kemur, at føroyskir sjúklingar fáa
mangan viðgerð bæði í Føroyum og í Dan
mark. Tí er vandi fyri, at føroyskir sjúklingar
kunnu enda í teirri óhepnu støðu at fáa
viðgerð við kannabis í Danmark, men fáa
trupulleikar við at halda fram við viðgerðini,
tá ð teir eru í Føroyum, leggur hann afturat.
Mugu á svarta marknaðin
Jenis av Rana sigur, at sum støðan er nú,
stendur føroyskum læknum frítt fyri at
biðja um loyvi frá Heilsustýrinum at geva
sjúklingum heilivág við kannabis, men tað
hann veit, eru tað eitt ógvuliga avmarkað tal
á læknum, sum hava biðið um hetta loyvið.
Soleiðis var tað eisini í Danmark til fyri
fáum árum síðani, tá ið fyrsta apotekið fór
at gera heilivág við kannabis, og fyrstu lækn
arnir fingu loyvi at geva sínum sjúklingum
hendan heilivágin
– Síðani er talið á donskum serlæknum,
kommunulæknum og sjúkrahúslæknum, ið
hava loyvið at geva sjúklingum kannabis
heilivág, fleirfaldað, og nú eru tað yvir 600
læknar, sum hava hetta loyvi.
Men Jenis av Rana sigur, at endamálið við
uppskotinum, hann nú leggur fyri Løgtingið,
er at broyta mannagongdina, soleiðis allar
læknar fáa rættin at geva sjúklingum kanna
bisheilivág undir somu treytum, sum eru fyri
at geva allan annan heilivág.
Hann sigur, at sum støðan er í dag, mugu
sjúklingar, sum vilja royna kannabisheilivág,
fara frá lækna til lækna, til teir finna ein,
sum hevur loyvi at geva teimum hendan
heilivágin. Men verður hendan royndarskip
anin sett í verk, kunnu teir fáa tað fá sínum
egna lækna.
Og sum støðan er nú, noyðast sjúklingar,
sum vilja hava kannabisheilivág, mangan á
svarta marknaðin at keypa kannabis fyri
ovurprís.
– Hetta er at eyðmýkja sjúklingar, men
fáa læknar loyvi at geva kannabisheilivág,
sleppa sjúklingar undan at eyðmýkja seg og
teir sleppa undan at bróta lógina, sigur Jenis
av Rana.
Jenis av Rana leggur afturat, at fyri at
forða fyri kannabis heilivágur verður so dýr
ur, at bara tey vælbjargaðu hava ráð at keypa
hann, hevur Fólkatingið í Danmark samtykt
at lata stuðul til hendan heilivágin og ein
slík skipan eigur sjálvandi eisini at verða í
Føroyum, sigur Jenis av Rana.
– Sum støðan er nú, er vandi fyri, at føroyskir sjúklingar fáa viðgerð við
kannabis í Danmark, men fáa trupulleikar við at halda fram við viðgerðini,
tá ð teir eru í Føroyum, sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður