Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. desember 2017 · Nr. 147 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Politiska stríðið á tingi er hert millum samgongu og andstøðu – ongin semja at hóma um fíggjarlógina fyri 2018 Árni Gregersen Almennu Føroyar sóu herfyri, at ongin semja fekst millum sam­ gongu og andstøðu um fiski­vinnu­ ný­skipanina. Orðadrátturin var ómetaliga hvass­ur undir viðgerðini av lógini um sjófeingi og hevur verið tað leingi, men hóast uppskotið er endaliga samtykt, so eru sam­ gong­an og andstøðan á ongan hátt komn­ar nærri hvør øðrum. Samgongan vísir í uppskotinum á, at tað gongur væl í Føroyum og ger ábøtur á fleri viðurskifti. Andstøðan hinvegin tosar um van­stýring av føroyska búskap­in­ um og leggur samgonguna und­ir full­komiliga at hava mist tam­ar­ hald á búskapinum. Meirlutin í fíggjarnevndini, sum eru samgonguumboðini Ruth Vang, Framsókn, Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin, Kristin Michelsen, Javnaðarflokkurin, og Pauli Trond Petersen, Tjóð­veldi, skriva, at talan er um eina fram­ skygda fíggjarlóg, sum endur­ speglar viljan hjá samgonguni til politiskar ráðfesting, sum koma øllum borgarum til gagns, bæði nú og í komandi tíðum. Meirlutin í fíggjarnevndin sigur eisini, at henddan samgongan fór til bæði val og til arbeiðis við ynskj­ um um at gera nýskipanir fyri før­ oyska samfelagið. -Nú, góð tvey ár eftir, at vit tóku við, eru tvær av trimum nýskip­an­ um komnar undir land, við tað at heilsu­nýskipanin var sjósett fyrr í ár, og fiskivinnunýskipanin júst er sam­tykt. -Tann triðja nýskipanin, pen­ sjóns­nýskipanin, er borin í tingið og verð­ur løgd fram í dag. Við hesum trim­um nýskipanum og við hópin av øðrum uppgávum, ið eru loystar sam­bært samgonguskjalinum, fegn­ast samgongan um at kunna vísa á úrslit, sum ikki áður eru sædd í nýggjari føroyskari politiskari søgu, skrivar meiurlutin. Meir,lutin, sum umboðar sam­ gonguna, men eisini Sjálvstýri, sum tekur undir við fíggjarlógin, sigur, at hetta er triðja árið á rað, at vit hava ein fíggjarlóg við yvirskoti og tað ger, at vit kunnu gjalda skuld aftur. Hvassorðaður minniluti Minnilutin finst hvassliga at sam­ gonguni fyri uppskotiið til fíggj­ arlóg fyri 2018 Minnilutin ávarar eisini staðiliga ímóti vanstýringini av búskapinum hevur mist tamar­ hald á. Hetta er gjørt við at • krógva veruliga útreiðslu­ vøksturin við kreativum loysnum, ið sjáldan eru sæddar áður, • við at keypa 17. atkvøðuna í eyst og vest, • og við at leggja ótálmaðar byrðar á vinnulívið. Kósin er sett móti eini vandafullari búskaparligari framtíð. Framtíðar­ haldføri landskassans fær við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 eitt álvarsligt skot fyri bógvin. Tað tykist, sum trøini vaksa inn í himmalin, nú inntøkurnar frá til­ feingisvinnuni vaksa við fullari ferð, samstundis sum samgongan full­komiliga hevur slept endanum á útreiðslusíðuni. Galloperandi útreiðsluvøksturin hevur ógvisliga skeiklað javnvágina á almenna arbeiðsmarknaðinum við tí úrsliti, at nú síggja øll fakfeløg møguleikan at fáa síni ynski ígjøgnum. Hetta viðførir, at tey niðurleggja arbeiðið fyri at fáa ynskini uppfylt og avspeglar mannagongdina í sam­gonguni, har keyp og søla av at­kvøðum fyri skattaborgarans rokn­ing er gerandisdagur. Manglandi gjøgnumskygni Vísir á, at samgongan setir ov lítið av pengum av til ávís mál, hóast landsstýrið er fult vitandi um, at tað fer at kosta meira. Minnilutin sigur, at dømi eru um, at landsstýriskvinnan við fíggj­ar­málum hevur sett lægri tøl á enn landsstýrisfólkini annars hava víst á og biðið um. Hesi dømi verða nevnd: • Barsilsskipanin: 11 mió. kr. lægri enn framrokningar vísa • Fólkapensjónin: 6 mió. kr. lægri enn framrokningar vísa • Landssjúkrahúsið: 5 mió. kr. lægri enn landsstýriskvinnan í heilsumálum sigur skal til, fyri at varðveita verandi rakstur. So her mugu tiltøk setast í verk, m.a. uppsagnir, um játtanin skal halda • Semja við serlæknar um útgoldna avspáking: 12 mió. kr. • Frádráttur fyri limagjald til yrkisfeløg: 40 mió. kr., herav 20 til kommunurnar • Endurgjald til kommunurnar fyri fyritíðarpensjónirnar: 25 mió. kr. • Útbygging av Landssjúkrahúsinum: 18 mió. kr. fyri at tillaga játtanina, so byggingin ikki verður tarnað vegna vantandi játtan. Minnilutin, sum er Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin, Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, og Bill Justinussen, Miðflokkurin, siga, at hendan undirbudgettering fer at gera, at 117 milljónir fara at mangla á fíggjarlógini fyri næsta ár. Minnilutin sigur eisini, at lands­ stýrið hevur upplýst, at 42 milljónir krónur skulu leggjast omaná fíggj­ arlógina, so í veruleikanum fara 159 milljónir krónur at mangla í. ANDSTØÐA OG SAMGONGA Í ORRUSTU UM FÍGGJARLÓGINA Ruth Vang, Framsókn er forkvinna íu fíggjarnevndini. Jógvan Sorheim og Sjálvstýri taka undir við fíggjarlógini hjá samgonguni.