mánadagur 18. desember 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. desember 2017 · Nr. 147
Samgongan løgd undir
at keypa 17.atkvøðuna
Andstøðan leggur samgonguna undir at keypa
sær 17.atkvøðuna gjøgnum fíggjarlógina
Árni Gregersen
At viðurskiftini millum andstøðu
og samgongu eru køld, sást best
undir endaliga orðaskiftinum um
fiskivinnunýskipanina, men áltið
um fíggjarlógina vísir eisini tað
sama, tá ið hugt verður eftir hvatr
meitlutin og minnilutin skriva.
Serliga eru viðmerkingaarnar
frá minniulutanum, Bárði av Steig
Nielsen,
Sambandszflokkurin,
Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin,
og Bill Juistinussen, Miðflokkurin,
hvassar.
Minnilutin víðger í stórazn mun
tað, sum í mannamunni verður
kallað
politiskir
rosssahandlar.
Teir siga, at hvørki minnilutin
ella Føroya fólk kennir til allar
rossahandlarnar,
sum
eru
gjørdir fyri at halda samgonguna
koyrandi. Men tó eru nakrir
handlar komnir í alment ljós, sum
boða frá ófrættakendum hugburði
hjá ráðandi elituni.
Minnilutin sigur víðari:
Tann eini samgongutinglimurin
hevur
ferð
eftir
ferð
sett
samgonguni krøv fyri at geva
henni 17. atkvøðuna. Í mun til
fíggjarlógina
fyri
2018
varð
eitt av krøvunum sera sjónligt,
nú
fiskivinnunýskipanin
varð
samtykt.
Fyrst fall málið um frádrátt
til
yrkisfeløg
í
Løgtinginum
mánadagin
11.
desembur,
og
longu týsdagin, sama dag sum
fiskivinnunýskipanin kom til 3. og
endaligu viðgerð í Løgtinginum,
varð málið lagt framaftur við 17
undirskriftum. Kostnaðurin fyri 17.
atkvøðuna frá Sonju Jógvansdóttir
í hesum føri er 40 mió. krónur.
•
Sami tinglimur
hevur eisini sett
samgonguni krøv um,
at fyritíðarpensjónirnar
skulu hækka munandi.
Upprunaliga hevur hon
kravt eina hækking á kr.
3.000. Men í fyrsta umfari
hevur samgongan játtað
at givið eina generella
hækking á kr. 1.000 til
hvønn fyritíðarpensjónist.
•
Kostnaðurin fyri 17.
atkvøðuna er í hesum
føri kr. 25 mió, ið verður
lagt til kommunurnar at
gjalda. Íalt kostar sostatt
17. atkvøðan frá tí eina
tingliminum í samgonguni
kr. 65 mió.
•
Fyri at fáa undirtøku
fyri pensjónsnýskipanini
hevur samgongan keypt
Sjálvstýri fyri kr. 21 mió. til
Klaksvíkar Sjúkrahús og
kr. 2 mió. til nýtt tilboð til
heimleys í Klaksvík.
•
Menningarkvoturnar
blivu seldar á afturlatna
samgongumarknaðinum,
áðrenn tær blivu bodnar
út til allar føroyingar á
jøvnum føti. Viðmerkingin
til §60 í lógini um
Sjófeingi ásetir ávís
støð í Føroyum, har
samgongutinglimir búgva,
sum eru prekvalifiserað til
menningarkvotur.
•
Borgarstjórar stýra
løgtingsarbeiðnum.
Hvørja ferð, eitt uppskot
nærkast tingborði, sum
hevur øktar útreiðslur til
kommunurnar við sær,
stinga borgarstjórarnir
í Løgtinginum høvdini
saman og trýsta
samgonguna at broyta
ætlan. Útreiðslur, sum
undir vanligum umstøðum
skuldu verið býttar millum
land og kommunur, verða
í nógvum førum lagdar á
landskassan.
•
Uttanumparlamentarisma
stýrir arbeiðnum í
fíggjarnevndini og í stóran
mun í Løgtinginum.
Fyri at halda upp á allar millum
rokningarnar, sum koma í kjal
arvørrinum av politisku rossahandl
unum, hevur samgongumeirilutin
í fíggjarnevndini saman við Sjálv
stýri latið sítt vald í hendurnar á
landsstýrisfólkunum.
Tað er bæði skrivað og óskrivað
lóg, at meðan fíggjarnevndin ar
beiðir, halda landsstýrisfólk seg
burtur frá fíggjarlógini. Á Løgtingi
sita fólk við tí mandati, tey hava
fingið frá fólkinum.
Landssýrisfólk eru sett í starv
av løgmanni, sum er valdur av Løg
tinginum, sum er valt av fólkinum.
Tí er tað alt annað enn í trá við
fólkaræði, at landsstýrisfólk stýra
arbeiðnum í fíggjarnevndini.
2. viðgerð av fíggjarlógini er
seinnapartin og í kvøld.
Orðaskiftið um fíggjarlógina verður seinnapartin og í kvøld.
Minnilutin - Jacob Vestergaard, Bárður á Steig Nielsen og Bill Justinussen eru
ógvuliga hvassorðaðir í viðmerkingum í álitinum frá fíggjarnevndini