mánadagur 18. desember 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. desember 2017 · Nr. 147
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvønn sang hevði tú ynskt, at tú hevði skrivað?
– Eg hevði ikki ynskt at tikið sangir frá nøkrum, men eg elski tó nógvar
sangir. Til dømis Yesterday hjá Paul McCartney og Lean On Me hjá Bill
Withers.
Hvørjum leingist tú eftir í Føroyum?
– Familjuni, vinum, náttúruni og fótbóltinum.
Eyðun Klakstein
Tá ið Dánjal Rói Olsen fyri fýra árum
síðani hevði tikið eina bachelor útbúgving
innan búskap, skuldi hann velja ímillum
víðari útbúgving ella at taka stigið út í lívið
sum tónleikari fulla tíð. Valið stóð ímillum
eina kandidat útbúgving í Kina ella ein
óvist lív sum tónleikari í Sydney. Hann
valdi tað seinna, og síðani hevur tónleikur
verið í miðdeplinum í hansara lívi.
– Eg droymdi um at kunna liva av tón
leiki – at skriva sangir og spæla konsertir
– og skuldi eg koma til tað, mátti eg spæla
tónleik og einki annað. So eg valdi at taka
stigið, og nú havi eg livað av tónleiki í fýra
ár, sigur Dánjal Rói Olsen, sum brúkar
listarliga navnið Dan Olsen.
Í eitt hálvt ár búði hann í einari íbúð
í Sydney, har 12 fólk búðu upp á skift.
Nógv av fólkunum komu og fóru við rygg
sekki, og Dánjal Rói hevði lítið kamar við
tveimum koyggjusongum saman við trim
um øðrum fólkum.
– Eg vildi hava livikostnaðin so lágan
sum gjørligt, men vildi vera mitt í Sydney,
og tí bleiv tað til tann bústaðin. Har frá
kundi tað næstan bara ganga ein veg, sigur
Dánjal Rói.
Og tað gjørdi tað, tí nú býr hann í íbúð
mitt í London, har miðdepilin fyri hansara
tónleikavirksemi er.
Valið í Australia
Dánjal Rói Olsen er argjamaður, og hann
byrjaði at spæla gittar, tá ið hann var um
12 ára aldur.
– Mamma mín hevði teknað meg til gitt
arspæl í Musikkskúlanum í Havn, men eg
hevði størri áhuga fyri ítrótti. Hon dugdi
væl at selja mær hugskotið, tí hon segði,
at eg hevði staðið leingi á bíðilista, og tað
vóru ikki øll, sum sluppu inn. So eg valdi at
geva tín ein kjans, greiðir Dánjal Rói Olsen
frá.
– Eg gekk til klassiskt gittarspæl hjá
Ólavi Jakobsen, sum var ein góður lærari
og lærdi meg teknikkin at spæla gittar.
Eg spældi ymisk klassisk stykki, men so
líðandi fekk eg meira áhuga fyri at spæla
poppsangir, sum eg hoyrdi í radionum,
og eg byrjaði at spæla í veitslum og aðra
staðni.
Tá ið Dánjal Rói hevði tikið miðnáms
prógv í Hoydølum, fór hann til Danmarkar
á hægri lestrarstovn at taka útbúgving
innan búskap. Eftir tvey lestrarár flutti
hann heimaftur til Føroya eina tíð, men
valdi so at fara til Australia at taka seinasta
árið av útbúgvingini. Og har var tað, at tað
av álvara festi í fjúsið at spæla tónleik.
– Eg flutti til Sunshine Coast í Australia,
og umframt at taka útbúgvingina hugsaði
eg, at eg skuldi blíva betur til enskt, og so
vildi eg royna at búgva í einum øki, har tað
er summar mest sum alt árið. Í bakhøvd
inum lá okkurt annað eisini og lúrdi, men
eg var ikki heilt greiðir yvir, hvat tað var.
Tað vísti seg, at hugurin til tónleik av
álvara kom undan kavi í Australia, har
Dánjal Rói byrjaði at spæla á onkrum
sonevndum »open mic« tiltøkum í Sun
shine Coast. Tað førdi til, at hann fekk
betaltar uppgávur sum tónleikari.
Tá ið útbúgvingin var liðug, valdi Dánjal
Rói at flyta til Sydney at royna seg sum
tónleikari.
– Eg segði við meg sjálvan, at eg byrjaði
lutfalsliga seint upp á tónleikin, so eg
mátti brúka alla mína tíð upp á hann, um
tað skuldi blíva til nakað. Eg vildi spæla
konsertir og blíva betri til at skriva sangir,
og mongu framførslurnar í Sydney gjørdu
meg betri, sigur hann.
Eftir eitt skifti á sjónleikarskúla í
Sydney avgjørdi Dánjal Rói Olsen at flyta
til London at gera meira við tónleikin.
– London er ein spennandi býur við
nógvum møguleikum, men tað var eisini
øgiliga hart at flyta hertil, tí tað eru so
nógvir dugnaligir tónleikarar her, og tú
skalt veruliga stríðast fyri at sleppa fram
at, sigur Dánjal Rói Olsen.
– Í London valdi eg at finna ein bíligan
bústað, og so bara fáast við tónleik. Eg
bankaði upp á nógvar dyr fyri at fáa
kjansin at framføra, og eg varð avvístur
nógvastaðni. Men so líðandi fekk eg møgu
leikar, og so kom ein nøkunlunda inntøka
til at liva av.
Innspælt í London
Í London fór Dánjal Rói Olsen veruliga
undir at arbeiða við sínum egnu sangum.
Hann hevði skrivað nakrar sangir í
Australia og vildi hava teir innspældar
í London. Har fekk hann samband við
kenda framleiðaran Steven Williams, sum
tók tveir sangir upp saman við Dánjal Róa.
Annar av teimum sangunum er »Here With
Me«, sum er spældur meira enn 700.000
TÚ MÁST TOLA
AT VERÐA
AVVÍSTUR
– Tað gongur nógv upp og niður, og tú veist ongantíð nakað við
vissu. Nógv fólk lova nógv, men levera lítið. Men tú mást fara eftir
øllum kjansum, tí tað kann vera, at onkur teirra blívur til nakað.
Hóast tú verður avvístur og vónbrotin við hvørt, mást tú ikki
missa mótið, men fara víðari, sigur Dánjal Rói Olsen, sum seinastu
fýra árini hevur verið yrkistónleikari í Australia og Onglandi