mánadagur 18. desember 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. desember 2017 · Nr. 147
ferðir á Spotify og er hansara nógv
mesti spældi sangur har.
Tað var í sambandi við innspæl
ingarnar av hesum sangum, at
Dánjal Rói hitti sín umboðsmann.
– Eg koyrdi í bussi heim frá
studio, men mátti bussurin steðga,
tí vit kundu ikki koyra um eina
brúgv, og vit máttu fara úr bussin
um og sjálvi finna vegin heim. Eg
stóð har uttan battarí á fartelefon
ini, sum eg altíð brúkti til at finna
veg í London. Eg gekk yvir um
brúnna, og tá seg eitt spælistað,
sum eg hevði verið á fyrr. Tað var
hóskvøld, tað var open mic, og eg
hevði gittaran hjá mær, so eg fór
bara inn har at spæla nakrar sangir
hjá mær.
– Har møtti eg Luc Floreani,
sum hevði lurtað eftir mínari fram
førslu. Hann arbeiðir eisini við tón
leiki, og vit prátaðu saman um, hvat
eg ætlaði eg mær. Hann bleiv so
mín umboðsmaður og hevur verið
tað síðani, greiðir Dánjal Rói Olsen
frá.
– Luc Floreani var umboðsmaður
hjá kenda sangaranum Sam Smith,
men tá ið tað projektið gjørdist
risastórt, mátti hann senda hann
víðari. Hesaferð ætlar Luc sær allan
vegin saman við mær.
Í tónleiki sum í so nógvum øðr
um vinnum ræður tað um at fáa
góð sambond.
– Tað er ikki nóg mikið bara at
duga at spæla tónleik og skriva
sangir, tú mást eisini fáa røttu
kontaktirnar og hava netverk fyri
koma fram. Tú skalt duga við fólki,
og hóast tað ikki var mín styrki,
havi eg lært meg tað betur, sigur
Dánjal Rói.
Í samstarvi við umboðsmannin
hevur Dánjal Rói fingið nógvar
spennandi uppgávur. Hann hevur
verið á konsertferðum í Russlandi
og Kina, hann hevur gjørt vælger
andi arbeiði í Suðurafrika, har hann
eisini hevði framførslur, og hann
hevur verið í New York, har hann
fekk høvi at hitta stórar stjørnur.
Óviss vinna
Lívið sum tónleikari kann vera sera
spennandi og avbjóðandi, men tað
er lítil trygd í vinnuni.
– Tað gongur nógv upp og niður,
og tú veist ongantíð nakað við
vissu. Tingini kunnu síggja sera
ljós út, men so dettur tað niður
fyri í seinastu løtu. Nógv fólk lova
nógv, men levera lítið. Men tú mást
fara eftir øllum kjansum, tí tað
kann vera, at onkur teirra blívur til
nakað. Hóast tú verður avvístur og
vónbrotin við hvørt, mást tú ikki
missa mótið, men fara víðari. Tú
fært einki í hesari vinnuni, um tú
ikki roynir og tekur kjansir, sigur
Dánjal Rói Olsen.
– Eg havi lært upp á tann
harða mátan, at tú skalt sjálvur
stýra tínari egnu karrieru. Tað
kann kanska verða freistandi
at fáa ein sáttmála við eitt stórt
plátufelag, men um tað er ikki
liggur nakað veruligt í tí sátt
málanum, so er vandi fyri, at tú
bara dettur niðurfyri, og at einki
kemur burturúr. Tí eri og mín
umboðsmaður samdir um, at vit
gera ikki nakra avtalu við plátu
felag í løtuni, men arbeiða støðugt
við at styrkja okkara støðu, sigur
hann.
Dánjal Rói skrivar og útgevur
sangir, hann spælir nógvar kon
sertir, og á tann hátt vil hann stútt
og støðugt taka fet rætta vegin.
– Alt kann henda so brádliga
í tónleikavinnuni, men vit satsa
ikki upp á teir skjótu vegirnar. Eg
fokuseri upp á sangirnar, og og
umboðsmaðurin tekur sær av tí
handilsliga. Eg royni at koyra ein
nýggjan sang út hvønn mánað, og
á tann hátt spjaðir kunnleikin um
mín tónleik seg spakuliga. Fólk
hoyra onkran sang og fara at leita
eftir fleiri, onkur dámar ein sang
hjá mær og sigur øðrum frá. Vit
verða sterkari og sterkari, og tá ið
vit koma í eina betri støðu, kann
tað verða, at vit fara at tosa við
okkurt plátufelag aftur.
Kostnaðurin
Dánjal Rói Olsen hevur síðani 2013
búð uttanlands og hevur lagt alla
orku í at vinna fram innan tón
leikavinnuna. Tað hevur eisini ein
kostnað.
– Líkamikið hvat tú velur her í
lívinum, offrar tú okkurt annað, og
tað verður eitt kompromis. Eg missi
tað tætta sambandið við familju og
vinir harheima, og fyri summi fólk
hevur tað størsta týdning av øllum,
men júst nú er tónleikakarrieran
tað vigtigasta hjá mær, og tí geri eg
hetta.
– Eg royni at koma heim á jólum
og á ólavsøku, og síðani eg flutti úr
Australia til Onglands at búgva, er
tað lættari hjá familju at koma at
vitja meg her.
Drívmegin í tónleikalívinum hjá
Dánjal Róa Olsen er at skriva sangir
og framføra teir.
– Tað størsta er at skriva sangir.
Klári eg at skriva ein sang, sum eg
kann njóta, er tað tann besta kensl
an, og tað er fantastiskt, um fólk
eisini dáma sangin og taka hann til
sín. Skapanarkenslan hevur mest
at siga fyri meg.
– Tá ið eg var í Australia, hevði
eg eitt skifti eitt arbeiði, har eg
kundi brúka mína útbúgving. Tað
var kanska prestisja í at hava tað
arbeiðið, at møta í klædningi og
hava sítt egna skriviborð, men eg
kundi ikki njóta arbeiðið sum so.
Tónleik njóti eg at fáast við, og lívið
er gott, tá tú gert tað, sum tú tímur
best, sigur Dánjal Rói Olsen.
UNDIR FÝRA EYGUM
Hvønn bý kundi tú hugsað tær at vitja?
– Nú havi eg vitjað býirnar, sum eg mest vildi vitja, millum annað New York, Shanghai,
Hong Kong og Sydney. Næst á listanum er ein býur sum Los Angeles.
Hvat gert tú, tá ið tú slappar av?
– Eri saman við vinmonnum, úti á matstovu, ferðist
ella spæli fótbólt. Onkuntíð spæli eg talv á netinum.
– Líkamikið hvat tú velur her í lívinum, offrar tú okkurt annað, og tað
verður eitt kompromis. Eg missi tað tætta sambandið við familju og
vinir harheima, og fyri summi fólk hevur tað størsta týdning av øllum,
men júst nú er tónleikakarrieran tað vigtigasta hjá mær, og tí geri eg
hetta, sigur Dánjal Rói Olsen, sum býr í London og livir av tónleiki
UM Dánjal
Róa Olsen.
Dánjal Rói Olsen er
27 ára gamal og av
Argjum. Hann hevur
tikið útbúgving innan
búskap, men hevur
síðani 2013 virkað og
livað sum tónleikari
í Sydney og í London,
har hann hevur búð
seinastu trý árini. Hann
hevur spælt konsertir
víðahvar – til dømis í
Russlandi, Suðurafrika,
Onglandi og Kina –
og hann hevur givið
nógvar sangir út. Hann
er júst farin upp um
eina millión spælingar
á Spotify. Í 2016 vann
Dánjal Rói heiðurin
fyri fyri besta lag á
sangskrivakapping
í Moskva, sangir hjá
honum hava verið
brúktir í filmum, og í
juni mánaði í ár hann
valdur sum ”Artist of
the Month” hjá Caffe
Nero, sum spældi fimm
av hansara sangum á
850 kaffistovum kring
heimin hvønn dag
hendan mánaðin.