Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. desember 2017 · Nr. 147 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Á veg heim úr Barentshavinum hava teir havt jólahald umborð á Ennibergi, sum hevur fiskað kvotuna, ið var eftir, umleið 550 tons tilsamans Vilmund Jacobsen Seinastu vikuna hava menn hjá teknisku deild hjá Vágs kommunu arbeitt við spillvatnsleiðingini vest­ uri við Sandin. - Arbeitt hevur verið við at leggja spillvatnsleiðingina, sum hev­ur runnið beint oman á Sandin í ein mansaldur. Henda verður nú løgd í leiðingina skamt vestan fyri Garða­brúgv, sum rennur umvegis reinsu­brunn á sjógvin. Hetta arbeiðið er liður í spill­ vatns­ætlanini hjá kommununi. Fyri eini tíð síðan varpaði KvF ljós á spillvatnsætlanina hjá Vágs komm­unu, har fokus var á, at komm­unan ikki ger nakað sum helst við spillvatnið. - Men, hetta er ikki í tráð við veru­leikan, segði borgarstjórin, Dennis Holm. Hann vísti á, at krøvini til spill­ vatns­ætlanina fevna eitt nú um, at øll hús skulu hava rottanga, at alt spillvatn frá rottangum skal før­ast út á streymasjógv - og at alt regn­ vatn skal leggjast í atskild rør og leiðast út á fjørðin ella í áir og vøtn. Vágs kommuna hevur eina góðkenda spillvatnsætlan sum sig­ ur, hvussu krøvini í kunngerðini um spillvatn skulu fremjast. Dennis Holm hevur víst á, at hóast fíggjarliga rásarúmið hjá Vágs kommunu ikki hevur verið so stórt seinnu árini, og neyðugt eisini hevur verið at tikið hond um ymisk onnur viðurskifti, hevur komm­unan eisini arbeitt við spill­ vatnsætlanin. So hvørt, sum vegarbeiði hava verið framd hesi seinastu fýra árini, eru eisini nýggj rør løgd, soleiðis at vatn frá rottangum og regnvatn er atskilt. Dennis Holm sigur, at vatn frá rottangum er leitt í pumpuskipan, og regnvatn verður leitt í áir, vøtn og út á fjørðin. Sum dømi hevur borgarstjórin nevnt, at nýggj rør vórðu løgd vesturi í Bø í 2014, soleiðis at næstan øll spillvatnsætlanin fyri økið vestan fyri Gjógvará er liðug. - Regnvatnið rennur í Gjógv­ará og á Vatnið, og spillvatn frá rot­ tangum verður leitt í pumpu­skip­ an­ina við Laksá og verður pumpað vest­ur á Vágseiðið. Í nýggja býlinginum við Kykslið er spillvatnsætlanin eisini gjørd lið­ ug, soleiðis at spillvatn frá rot­tang­ um fer í pumpubrunnin við Sand­in og higani vestur á Vágseiðið, eins og regnvatnið verður leitt á sjógv. - Eisini í Geilini hevur fokus verið á spillvatnsætlanina, tá veg­ ur­in í vestara parti av Geilin varð gjørd­ur av nýggjum. Dennis Holm sigur, at talið av húsarhaldum, sum mangla rot­ tanga, minkar í hvørjum, og nú eru fá hús, sum ikki hava rot­tanga, sig­ ur borgarstjórin í Vágs komm­unu, Dennis Holm. Reint vatn í Æðuvík Vilmund Jacobsen Í endanum av seinastu viku varð bygningur reistur í Æðu­ vík til nýtt reinsiverk, sum æt­landi verður liðugt í fyrra helm­ingi av 2018. Tað er Jack Mohr úr Salt­ angará, sum stendur fyri bygg­ ing_ini. Vatnmeistarin, Hermann á Líkn­argøtu, sigur við www. runa­vik.fo, at nú verður bíðað eftir tilboðum upp á sjálvt reinsi­verkið. Hann veit eisini at siga, at ætlanin er at tvífalda goymsl­ una við einum brunni aftrat. Æðuvík hevur brúkt óreinsað kelduvatn, og um sumr­arnar hevur stundum verið knípið við vatni. Hesin trupul­leiki verð­ur eisini loyst­ur við vatn­ verk­ætlanini í Æðu­vík. Nýggja reinsiverkið fer at hava við sær, at allar heilsu­ frøði­ligar treytir um dygd og góðsku verða fylgdar. Tøknin verð­ur løgd talgild inn í skip­ an­ina hjá vatnverkinum, sum kann fylgja gongdini á hes­um og øðrum verkum í komm­un­ uni. ER TAÐ IKKI heilt fantastiskt, at hetta kann lata seg gera - og at hetta hendir í okkara tíð? Her standa arbeiðsmenn hjá NCC einar 70 metrar undir havbotninum og hyggja upp á byrjandi rundkoyringina í Eysturoyartunlinum, helst hina fyrstu rundkoyring undir havbotninum í Atlantarhavinum. Hjartastartarar í øllum bygdum Kvívíkar kommuna hevur nú hjartastartarar í øllum bygdum í kommununi Vilmund Jacobsen Tað er vorðið alt meira vanligt hjá fyritøkum og stovnum, sum hava havt hjartastartara innandura, held­ur at seta hesar út um, so­leið­ is at teir eru atkomiligir hjá fleiri, um brúk skuldi verið fyri teimum. Umframt at fleiri stovnar og ar­beiðspláss annars hava fingið sær hjartastartara, eru tað eisini kommunur, sum hava gjørt seg út í so máta. Ein teirra er Kvívíkar komm­ una, sum hevur sett hjarta­start­ ar­ar upp í øllum bygdum í komm­ un­uni. Hesir hjartastartarar standa úti, eins og á viðheftu mynd úr Kvívík, og soleiðis eru teir all­ir atkomiligir hjá øllum í um­hvørv­ in­um. Men, hvørji eru so ráðini, um tað skuldi hent, at fólk gerast lív­ leys, og brúk verður fyri hjarta­ start­ara og serkønari og skjótari hjálp? Fólk, sum hava hug at kunna seg um hesi viðurskifti, kunnu hyggja inn á www.hjartastartari.fo. Leggja leiðing til spillvatn - Tað er ikki rætt, at vit einki gera við spillvatnið, sigur Dennis Holm - Hetta arbeiðið er liður í spillvatnsætlanini hjá kommununi, sigur Dennis Holm