mánadagur 18. desember 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. desember 2017 · Nr. 147
Gundagil er millum
býlingarnar í Koltri, og
ovast í gilinum sæst
heyggurin. Tá dagurin
leið, sigst, at tú kundi
møta huldufólki í
Gundagili.
Eiðis Ljómfelag
í Hósvíkar kirkju
Í kvøld verður forvitnislig
konsert í Hósvíkar kirkju, har
øll eru hjartaliga vælkomin
Vilmund Jacobsen
Mánakvøldið 18. desember
klokkan 20 - tað er í kvøld -
verður høvið at hoyra Eiðis
Ljómfelag spæla jólaløg í
Hósvíkar kirkju.
Kirkjan er víðkað frammi
í kóri og tí ber til at hava stór
orkestur at spæla í kirkjuni.
Í Sunda kommunu, sum
Hósvík er partur av, halda
tey, at tað verður stuttligt
hjá orkestrinum at spæla
á fyrsta sinni í Hósvíkar
kirkju.
- Umframt at spæla jóla
løg, fer Eiðis Ljómfelag eisini
at spæla tema úr “Finlandia”
í samband við 100 ára dagin
hjá Finlandi. Annars fara tey
at spæla sálmar og sangir úr
“Reyðu bók”, og felagssálmar
verða jólasangirnir, “Føgur er
foldin” og “Gleðilig jól”.
Í Sunda kommunu vísa
tey á, at ein slík konsert hoyr
ir jólunum til, og í ár hava so
hósvíkingar og onnur høvi
at njóta frálíku konsertina
kirkjuni, har øll sjálvsagt eru
hjartaliga vælkomin.
Sjófólk
heim at
halda jól
Vilmund Jacobsen
Fleiri línuskip koma inn at
landa í dag, og møguliga
koma eisini onkur
línuskip seinni í vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey at siga, at fiskurin
hjá línuskipunum er
blandaður. Fiskasløgini
eru toskur, longa,
blálonga, brosma,
svartkalvi, hýsa og liri.
- Hetta verður samstundis
seinasti túrur fyri jól
hjá línuskipunum.
Streymurin verður
rímuliga harður hesa
vikuna, og veðrið verður
helst eisini ivasamt. Tí
verður ikki roknað við
nøkrum serligum útróðri
teir komandi dagarnar.
Flestu partrolarar koma
eisini inn at landa í
vikuni, men skipini, sum
eru farin út aftur eftir
illveðrið herfyri, hava
sambært Fiskamarknaði
Føroya sum heild
smáligan fiskiskap.
- Vit vænta eisini, at
okkurt parið fer at
royna fram til jóla og
landar síðan eftir jól,
verður lagt aftrat.
Men, tað verða ikki
bara partrolarar, sum
koma inn at landa
hesa vikuna. Tað koma
djúpvatnstrolararnir
væntandi eisini.
Sum skilst, fiska
djúpvatnstrolararnir
mest upsa.
Fríggjadagin vóru tveir
trolbátar norðan fyri, har
teir fingu mest av toski og
nakað av hýsu og flatfiski.
- Hesir koma báðir
inn at landa í dag.
Á Fiskamarknaði Føroya
vistu tey fríggjadagin at
siga, at eitt garnaskip
hevur lagt til jóla, men
tey tvey, sum eftir
eru, fóru væntandi
út um vikuskiftið.
- Fiskiskapurin hjá
garnaskipunum er
eisini smáligur í løtuni,
varð lagt aftrat.
KÚPUSKEL, sum verður
fleiri hundrað ára
gomul, vísir gróðurin á
landgrunninum aftur
í seytjandu øld. Skelin
liggur alt lívið niðurgrivin
í bleytum botni, har
hon sílar æti. Hetta
verður sagt í nýggjari
grein, skrivað í Journal
of Marine Systems
LS hevur longt
avtalu við bróst-
krabbalæknan
Samstarvsavtalan millum Landssjúkrahúsið
og íslendska bróstkrabbaskurðlæknan er
fyribils longd til 31. desember 2018
Vilmund Jacobsen
Íslendski bróstkrabbaskurð
læknin, Kristján Skúli Ás
geirsson, fer at halda fram
við sínum arbeiði fyri Lands
sjúkrahúsið.
Tað er greitt, nú sam
starvsavtalan millum Lands
sjúkrahúsið og læknan er
longd, fyribils fram til endan
av næsta ári.
Leiðslan á skurðdeplinum
saman við sjúkrahússtjórnini
og Kristjáni Skúli Ásgeirs
syni eru samd um at leingja
samstarvsavtaluna.
Landssjúkrahúsið hevur í
seinastuni kannað møguleik
arnar fyri at flyta viðgerðina
av bróstkrabbasjúklingum
til Danmarkar - í eina pakka
viðgerð - eins og føroyskir
sjúklingar við øðrum krabba
sjúkum fáa.
- Men, ivamál viðførdu, at
Landssjúkrahúsið ikki vildi
bíða longur. Tí valdu vit at
leingja avtaluna við Kristján
Skúla Ásgeirsson.
- Vit vilja framyvir vera
í
tøttum
samskifti
við
Krabbameinsfelagið um at
framtíðartryggja sjúklinga
gongdina hjá bróstkrabba
sjúklingum,
sigur
Lands
sjúkrahúsið.
- Vit vilja framyvir vera í tøttum samskifti við Krabbameinsfelagið um at framtíðartryggja
sjúklingagongdina hjá bróstkrabbasjúklingum, sigur Landssjúkrahúsið