Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. desember 2017 · Nr. 147 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Regin Hammer Ikki alt er sannleiki, sum Pravda skrivar Sovjettiski komm­un­ist­ a­flokk­urin hevði eitt blað, sum æt Pravda, sum merkir 'sann­leiki'. Onkur skal hava sagt, at "um tú sigur eina lygn nóg ofta, gerst hon sannleiki". Spurn­ingurin er tó, um vit í hesi upplýstu tíð og øld eiga at góð­taka hetta, ella um vit sum priv­ at­persónar skulu tora at rætta hondina upp, og siga, at vit eru ikki sannførd um, at hóast nakað verður end­ ur­tikið og endurtikið, so er tað ikki neyðturviliga sann­ leikin. Barbara sigur, at Liljan sig­ur, at Jan sigur, at Astrup sigur tað Tað verður endurtikið og end­urtikið í Sosialinum at "Ein teirra, sum kann fáa trup­ul­leikar, um skattamálið end­ar í rættinum, er sostatt Reg­in Hammer" og "Í nýggj­ ari bók verður Regin Hamm­ er ákærdur fyri at hava bein­ leið­is tilknýti til skattamálið" (Sos­ial­ur­in 24/11). Nú kemur fram, at tal­an er um endurgeving (tó ikki orðarætt, og uttan keldu­á­ vísing) úr einum innanhýsis not­ati hjá Liljan Weihe, sum hon hevur sent til formannin í Kring­varps­stýri­num, og sum, løgið nokk, er lik­ið oman í Miðlahúsið. Lilj­an sigur í sínum notati, nú end­ ur­givið í in.fo 11/12: "ein av lyklapersónunum í skatta­ mál­inum er Regin Hamm­er", "um ákæra verð­ur reist, so verður Regin Hamm­er helst ein partur av per­sóns­galla­rí­ num", "Nú skilji eg, at Reg­in Hammer hevur ein høv­uðs­ leik­lut í málinum". Men hvat er tað í grundini ið As­trup sigur, um vit nú end­iliga skulu brúka hann sum høvuðsdómara til for­ telja okkum hvat er rætt og skeivt? Jú, han sigur á síðu s. 205 orðarætt: "Hen­sigt­ en var den 6. april 2011 at off­ent­lig­gøre beretningen Eik Banki í 2010, der til god­kend­else havde været forelagt bankens be­styr­else, heriblandt de to re­præs­en­ tant­er for TF Holding. Efter ønske fra netop TF Holding blev beretningen imidlertid ikke offentliggjort. Heller ikke internt. TF Holding, der havde købt napoleonskager til kon­ cernens medarbejdere for at fejre overtagelsen af bank­ en, frygtede angiveligt, at de store tabstal indeholdt i be­retningen Eik Banki í 2010 skulle slå skår i den gode stem­ning. Måske kunne vi have undgået al balladen om Skatt­amálið, om jeg den 6. apríl 2011 høfligt havde ov­er­hørt Regin Hammer og of­fent­liggjort beretningen.". Øll kenna vit søguna um fjøðurina, ið bleiv til fimm hønur, og tykist skriv­ing­ in vera sera meinlík hes­ um. Barbara sigur, at Lilj­an sigur, at Jan sigur, at As­trup sigur. Og áðrenn vit hava vent okkum, hava vit fingið ein nýggjan fram­leidd­an sannleika at vita úr Sortu­ díki. Segði nakar mani­pula­ tión? So nú stendur í fjøl­miðl­ u­num myndin, at eg kann fáa trupulleikar við rætt­ar­ skipanini, at eg eri ein lykla­ per­són­ur í skattamálinum, at eg eri ákærdur fyri at hava bein­leiðis tilknýti til skatta­ málið og at eg havi ein høv­ uðs­leiklut í málinum. Skattamálið er jú at spurn­ing­urin er, um hvørt Eik Banki av órøttum hev­ur roynt at fingið sær ein skatt­ lig­an fyrimun við at villeiða lands­ins myndugleikar. Tað mál­ið liggur tíbetur hjá fút­ a­num í dag. Sjálvsagt havi eg ong­an leiklut í hesum. Tað verð­ur ikki sannleiki fyri tað um Liljan ella Pravda sigur tað. Eisini hóast hon fær øll miðla-vinfólkini hjá sær til at end­urtaka og endurtaka. Hví hesa undirgraving nú? Sum stjóri í Trygging­ar­ fel­ag­num ella TF Holding fyri nøkr­um árum síðani, hevði eg kanska bara ypt øksl at slíkum láturligum og ó­grund­að­um pá­stand­um, tí í slík­um sessum skal man kanska tola meiri av enn so. Men eft­irsum tað skjótt eru tvey ár síðani eg var í starvi har, og nú eri ein vanligur priv­at­per­sónur, so finni eg meg snøgt sagt ikki í slíkari útspilling, við at vera lagdur und­ir at hava gjørt okkurt revs­i­vert. At eg havi verið stjóri/varastjóri í TF Holding 2010-2016 og í Eik Banka nevnd­ini (saman við Astrup og øðr­um góðum fólki) ein part av 2013, er ikki nakað loyn­imál, tí tað stendur, og hev­ur leingi staðið á mínum al­menna LinkedIn profili. Onki av hesum er revsivert, sein­ast eg kannaði. Men hví man hetta koma fram júst nú, at eg skal vera ein av høvuðspersónunum í skatta­málinum, og at eg skal kunna fáa trupulleikar av ein­um fútamáli? Tað eru hó­ast alt 6 ár síðani, at Eik Banki varð keyptur, 4 ár síð­ ani er fór úr nevndini í Eik Banka, og knapt 2 ár síðani eg fór úr TF Holding. Hví skal slík massiv undirgraving av trú­virð­i­num hjá einum priv­at­persóni fyrikoma júst nú, og í fleiri miðlum, KvF, Sos­i­al­i­num og in.fo, eftir at ikki eitt orð hevur verið grett øll hesi ár, um at eg skal hava ver­ið partur av nøkrum skatta­máli í Eik Banka? Hetta er heilt groteskt løg­ið, og spurningurin er tí, hvør hevur brúk fyri at fáa meg lýstan sum inn­ bland­að­an í eitt revsimál? Spurn­ing­urin er, um hetta ikki er ein snild roynd hjá á­vís­um journalistum at fremja privatu áhugamálini hjá sær í einum innanhýsis makt­kampi ímóti sínum stjóra. Nýggi stjórin í KvF hevur sett eina nevnd at kasta ljós á dekn­ingin av skattamálinum, eftir und­ irbygdan kritikk frá fleiri fak­fólkum uttanhýsis. Møgu­liga tola tíðindaleiðarin og ábyrgdarhavandi journ­a­l­ ist­urin ikki hetta ljós, og fara tí undir at framleiða eina kriminalisering av mær, fyri at teirra egni stjóri kann gerast inhabilur, so­leiðis at tey sleppa undan at ljós­kast­ ar­in verður settur á tey og teirra arbeiði. Hetta arbeiði sum onkur hevur kallað akt­i­vist­isk­an journalistikk. Er tað veru­liga so illa statt í landi okk­ara, at miðlarisin, við hjálp frá vinfólkunum í Miðla­hús­inum misbrúkar trú­virð­ið hjá sínum stovni fyri at fremja eina persónliga søk og eitt innanhýsis makt­ stríð? Var tað forrestin ikki habilitet millum vinfólk, ið byrj­að varð at tosa um? Ella eru fjølmiðlaetisku regl­ur­nar ikki galdandi fyri Miðlahúsið? Og hevur tíð­ inda­leiðar­in gloymt hesar regl­ur, tá ið tað snýr seg um henn­ara egna mál? Glasnost nú! Journalisturin, Øssur Wint­h­ er­eig, skrivar á sínum bloggi 3/11/2017: "Vandin við einum Pravda, er at sannleikin verð­ ur smíðaður eftir onkr­um prinsippum, sum ikki eru journalistisk" og í Pravda "stóð sannleikin og hann mátti ikki órógvast". Sov­ jett­sam­veldið datt saman tí fólk­ið ikki fann seg í at vera vill­leitt longur, og at ynskið um bygnaðarbroyting (Per­ e­stroik­a) og opinleika (Glas­ nost) bleiv ov stórt til at vald­hav­ararnir kundu berja tað niður. Tað er tí nú meiri enn nakr­an­tíð tørvur á Glasnost - op­in­leika, soleiðis at tryggj­ ast kann, at almenni miðl­a­ ris­in ikki gerst amboð fyri per­són­ligum maktstríði hjá journ­al­istum, leiðarum ella stjóra. Tað kundi t.d. ver­ið gjørt við, at ein per­ man­ent uttanhýsis eft­ir­ metingarnevnd verður sett, til við millumbilum, at eft­ ir­meta journalistiska hand­ verkið í Sortudíki. Vanligar fyri­tøk­ur høvdu nevnt hetta eina ‘kvalitetssikring’, og verð­ur hetta nýtt nógva staðni í vinnulívinum í dag. Hví ikki eisini í Pravda? 12/12/2017 Pravda-miðlarnir og vantandi sannleikin Kjak Eitt bror í temanum eitur so­leið­is: "Ein teirra, sum kann fáa trupulleikar, um skatta­málið endar í rætti­num, er sostatt Reg­ in Hammer". Tað fram­ gong­ur ikki nóg greitt í tema­num, at hetta brot­ið er tikið burturúr skjøl­um, sum Sosialurin end­ur­ gevur burturúr í nevnda tem­aið. Hetta er ikki ein pá­stand­ur, sum Sosialurin hev­ur tikið støðu til rætt- ella skeivleikan í. Sosialurin vil her­við ná­greina hetta til, at tað heldur átti at stað­ið "Í klaguni til Kring­varps­ stýr­ið verður rørt upp­ undir, at ein teirra, ið kann fáa trupulleikar, um mál­ið endar í rættinum, er so­statt Regin Hammer". Barbara Holm Blaðstjóri Nágreining til tema í Sosialinum 24. november FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 137 12 TEMA: Kringvarpið BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO E itt mál, sum hevur koyrt í Sosialinum og somuleiðis í Kringvarpinum seinasta góða hálva annað árið ella so, er tað nógv umrødda Skatta- málið hjá Eik, sum í skriv andi stund verður kannað av bak mans- pol itinum, nú málið varð meldað til løg regluna fyri nøkrum mánaðum síð ani. Johnny í Grótinum gjørdist stjóri í Kringvarpinum 1. september í ár – also áleið hálvt annað ár eftir, at Skattamálið hjá Eik byrjaði. Johnny í Grótinum hevur tó áðr- enn 1. september havt áhuga fyri Skatta málinum. Tað sæst millum annað við, at Johnny í Grótinum í fleiri umfør- um hevur sett seg í samband við journal istar, sum hava viðgjørt Skatta málið, við sínari fakligu met- ing av Skattamálinum – og tað er eingin loyna, at síðani málið byrj- aði hevur Johnny í Grótinum, sum er búskaparfrøðingur, verið áhug- að ur í Skattamálinum Vendi seg til fjølmiðlakærunevndina Tá Johnny í Grótinum so gjørdist stjóri í Kringvarpinum vísti tað seg, at hann framvegis hevði áhuga fyri málinum. So mikið nógv, at hann gjørdi av í fyrstu atløgu at venda sær til Fjølmiðlakærunevndina um dekningin, sum Kringvarpið hevur gjørt í sambandi við Skattamálið. Hetta gjørdist tó av ongum, tí fjøl miðlakærunevndin kann illa virka sum eftirmetingarstovnur hjá Kringvarpinum, tí stovnurin er ein kærustovnur fyrst og fremst til frama fyri borgarar, sum ynskja at kæra miðlarnar. Johnny í Grót- in um hevur síðani váttað, at hetta var eitt mistak. Men skjøl, sum eru send frá journalistum til Kring varps stýrið siga, at Johnny í Grót inum hevur blandað seg upp í til rættis legg ing- ina av tíð inda flutn ing inum um Skatta málið, síðani hann gjørdist stjóri. Tað stendur millum annað í skjøl unum, at tað var Johnny í Grót inum, sum tann 26. september í ár valdi at bjóða Eyðuni Mørkøre, stjóra í Taks, inn í sjónvarpsstovuna hjá Kringvarpinum, uttan at tíð- inda leiðarin varð kunnað um hesa av gerð. Hesum afturvísir Johnny í Grótinum tó og sigur, at hann tos aði við Eyðun Mørkøre, men at tað var redaktørurin hetta kvøldið, sum tók avgerðina. Elvdi til ónøgd Undir øllum umstøðum elvdi hend- an samrøðan í Dagur&Viku til, at ein kunning um ógegnig hjá Kring- varpsstjóranum varð sent til Rúna Heinesen, stýrisformann í Kring- varpinum. Rúni Heinesen vil ikki vátta ella avsanna hetta, meðan Liljan Weihe váttar, at Kring varpið hevur viðgjørt gegnis trupul leikan hjá stjóranum inn an hýsis og ann- ars vísir hon til júst Rúna Heinesen, stýris formann. Kunningin um gegnis trupul- leik arnar hjá Johnny í Grót in um snýr seg um, at ein av høv uðs- persónunum í Skatta mál inum er tættur vinmaður við Kring varps- stjóran. Talan er um Regin Hamm- er, sum á vári 2011, tá ið TF Hold- ing keypti 70 % av Eik Banka frá Fíggj arligum Støðufesti, var stjóri í TF Holding. Og í nýggjari bók um Jørn Astrup Hansen skriv ar høvuðs persónurin sjálvur um leik- lut in hjá Regini Hammer. Brotið úr bók ini um Regin Hammer snýr seg um tað, sum hendi 6. apríl 2011 í Eik banka. Hendan dagin sat Jørn Astrup Hansen framvegis við róðri sum stjóri í Eik, men TF Holding - nú Betri - hevði keypt 70% av bank- an um. Tann 6. apríl 2011 hevði Jørn Astrup Hansen ætlanir um at senda eina frágreiðing út til al- menn ingin, har skifti frá gamla Eik til nýggja Eik varð við gjørt so mikið ná greiniliga, at tað varð - JOHNNY Í GRÓTINUM TÆTT TILKNÝTI TIL SKATTAMÁLIÐ Johnny í Grótinum er tættur vinmaður við Regin Hammer, fyrrverandi stjóra í TF Holding. Í nýggjari bók verður Regin Hammer ákærdur fyri at hava beinleiðis tilknýti til skattamálið. Liljan Weihe og Johnny í Grótinum vátta, at gegnistrupulleikin hevur verið umrøddur innanhýsis. Gegnistrupulleikar FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 137 13 sólar klárt, at tapið á góð ar 500 milli ónir krónur varð tikið av stats- gar ant inum undir banka pakka 1, og ikki av nýggja bank an um - og tí ikki kundi tulkast at hoyra heima í nýggja Eik. Frá greiðingin "Eik Banki 2010" hevði sostatt lýst kjarn una í Skatta málinum - langt áðr enn Skatta málið varð byrjað. Men Regin Hammer, sum tá var í leiðsluni í TF Holding, vildi ikki hava frágreiðingina út. Sambært nýggju bókini "Astrup", í tí kapilti, sum høvuðspersónurin sjálvur skrivar um Skattamálið, var tað júst Regin Hammer, sum vegna nýggju eigararnar heitti á Jørn Astrup Hansen um at lata vera við at senda frágreiðingina út til al menn ingin. Í bókini rør Jørn Astrup Hansen uppundir, at sæð í bak spegilin var hetta kanska fyrsti leik ur í ára langa talvinum við navn inum Skattamálið. - Eg hevði ikki kent tað rætt, um eg var blandaður upp í samrøður ella annað um Regin Hammer, tí har havi eg ein gegnistrupulleika. Men tað er eingin trupulleiki, tí eg eri ikki blandaður upp í tíðinda- flutn ingin yvirhøvur, sigur Johnny í Grót inum í viðmerking. K aður um teirra, sum kann fáa trupulleikar av Skattamálinum, um tað endar í rættinum, er tætti vinmaðurin hjá Johnny í Grótinum – Regin Hamm- er – varð kringvarpsstjórin skriv- liga kunnaður um, at hann mátti ansa sær við uppíblandingini í mál inum, tí hann er ógegnigur at viðgera málið í og við, at hann sam bært leiðreglunum um góðan fjøl miðlasið er ov tættur at ein av høvuðs persónunum í álvarsliga mál in um. - Eg varð gjørdur varugur við ein møguligan trupulleika, eftir at bókin hjá Astrup kom út. Eg valdi síðani at kunna um hesa støð una á einum deildarfundi í Kring varpinum, sigur Johnny í Grót inum. Í skjølunum, sum Sosialurin hev ur fingið letur tó til, at journ- alistar eftir hesa kunning kort ini hava upplivað tað sum, at Kring- varps stjórin blandaði seg uppí. Tí í ein um skrivið til Kringvarpsstýrið stend ur, at bert tímar aftaná hesa kunn ing um gegnistrupulleikan sendi Johnny í Grótinum ein sera áhuga verdan teldupost til ein av journal istinum í Kringvarpinum, sum skuldi gera eitt innslag um Skatta málið. T l m eitt langt teldu nevnd ar formann í Eik, sum eisini er bein leiðis blandaður uppí Skatta málið. Og samskifti er frá tíð ini, tá ið Johnny í Grótinum var stjóri á Landssjúkrahúsinum. Sam- skifti snúði seg um, hví Eik eftir teirra tykki hevði rætt til skatta- frá dráttin. Hetta varð eisini partur av tí, sum stýrisformaðurin fyri Kring- varpið varð kunnaður um, vísa skjøl ini, sum Sosialurin hevur fingið hendur á. Tí starvsfólk í Kring varpinum vísa á, at tey halda tað kann tykjast undrunarvert, at stjór in á Landssjúkrahúsinum (sum Johnny í Grótinum jú var fram til september í ár) fær innlit frá sama nevndarformanni, sum miðl arnir hava havt trupult við at fáa fatur á. - Eg havi havt stóran áhuga í Skattamálinum frá byrjan, tí fakliga er tað eitt áhugavert mál. Eg haldi heldur ikki tað er løgið, at eg havi samskift við Torben Nielsen ella aðrar um hetta, tí bæði Torben Nielsen, Súni Schwartz Jacobsen og Jørn Astrup Hansen eru fyrr- ver andi stjórar hjá mær, sigur Johnny í Grótinum í viðmerking.