mánadagur 18. desember 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 18. desember 2017 · Nr. 147
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Kasper Lorenzen og Bárður Bendix Mikkelsen eru saman við Marienlyst steypavinnarar í donskum flogbólti.
Skála hevur styrkt seg í Betrideildini, og so taka vit samanum gongdina hjá føroyingunum í donskum hondbólti
FLOGBÓLTUR
Seinastu dystirnir í bólka
spælinum í steypakappingini
hava verið um vikuskiftið.
Hjá kvinnum verða tað Drátt
ur og Mjølnir, sum hittast í
aðrari hálvfinaluni, meðan
Fleyr og TB hittast í hinari.
Dráttur vann í gjár greiðan
3-0-sigur (25-20, 25-23, 25-18)
ímóti Ternuni og er víðari
sum eittari í bólki 1, meðan
TB vann seg víðari sum tvey-
ari við 3-1-sigri (15-25, 27-25,
25-21, 25-22) ímóti Ternuni. Í
bólki 2 fer Fleyr víðari sum
eittari eftir 3-0-sigur (25-21,
25-17, 25-19) ímóti KÍF, sum
situr eftir við svartaperi og
ikki sleppur víðari. Tvey-ari
gjørdist nevniliga Mjølnir,
sum í sínum dysti fyrst í
hesum mánaðinum vann 3-0
ímóti KÍF.
Í steypakappingini hjá
monnum varð seinasta um
far í bólkaspælinum í steypa
kappingini somuleiðis spælt
hetta vikuskiftið. Tað er
longu nú greitt, at SÍ verður
annað liðið í finaluni, tí har
er nevniliga tað merkisverda
hent, at SÍ a og SÍ b hittast
í aðraru hálvfinaluni. Tað
sera væl mannaða B-liðið
hjá SÍ, sum kanska heldur
minnur
meira
um
eitt
A-lið, var longu víðari sum
eittari undan gjárdegnum,
har Mjølnir við 3-0-sigri
(25-21, 25-9, 25-18) ímóti TB
tryggjaði sær seinna hálv
finaluplássið úr bólki 1. Teir
skulu í hálvfinaluni hitta
ÍF, sum í gjár vann ruddi
ligan 3-0-sigur (25-18, 25-12,
27-25) ímóti Fleyr b. Høvuðs
staðarfelagið, sum annars
er nummar tvey í lands
kappingini, fær harvið einki
av liðum sínum víðari í
steypakappingini.
Leygardagin
gjørdist
Marienlyst danskur steypa
vinnari í flogbólti. Í hópinum
vóru tveir føroyingar, nevni
liga Kasper Lorenzen sum
spælari og Bárður Bendix
Mikkelsen
sum
hjálpar
venjari. Tað hevur annars
ikki gingið nakað serligt
hjá Marienlyst í ár, har
teir eru á 5. plássi í lands
kappingini og hava tapt 3-0
ímóti júst Gentofte, sum
teir
leygardagin
vunnu
heldur óvæntað 3-1 ímóti í
steypafinaluni í Frederiks
berg-høllini í Keypmanna
havn. Settúrslitini vóru 25-23,
18-25, 25-20, 25-20. Kasper er
sørvingur og hevur spælt við
SÍ fram til hann í summar fór
til Danmarkar at lesa, meðan
Bárður Bendix Mikkelsen, ið
eisini er føroyskur landsliðs
venjari, í fleiri ár hevur verið
hjálparvenjari hjá Marien
lyst.
FÓTBÓLTUR
Niels Pauli B. Danielsen, ið
seinastu árini hevur skift
eitt sindur ímillum KÍ og EB/
Streym, men í fjør spældi við
ÍF, fer nú at royna nýggjar
leiðir. Hann hevur nevniliga
skrivað undir sáttmála við
Skála. Tað boðar Skála frá
í tíðindaskrivi. Sáttmálin
er galdandi fyri kappingar
árið 2018. Niels Pauli er 28
ára gamal, og hann hevur
skotið 20 mál í 166 dystum
í Effodeildini. Skála boðar
í somu syftu frá, at Rúni
Rasmussen er settur sum
hjálparvenjari hjá Eyðuni
Klakstein, ið tekur venjara
gerningin uppaftur og skal
standa á odda fyri Skála
næsta kappingarár.
Erling Jacobsen, fastur
fúsur
í
miðverjuni
hjá
meistarunum
í
Víkingi,
spælir – sum støðan er í
løtuni – ikki við nøkrum í
Betrideildini fyrstu dystirnar
næsta ár. Tað avdúkar hann
í samrøðu við Norðlýsið. -
Eg fari at sigla í januar og
februar, og tað er ein partur
av míni útbúgving. So eg
taki ikki støðu fyrr enn í
mars mánað hvussu verður
við fótbóltinum. Eg føli
meg eitt sindur mettaðan,
og hóast eg havi tosað við
fleiri felag, so havi eg ikki
vilja bundið meg til nakað
sum støðan er í løtuni, sigur
27 ára gamli verjuleikarin
við heimasíðuna hjá Norð
lýsinum.
Okkurt
bendir
tískil á, at nýggi venjarin,
Maurice Ross, má finna sær
ein annan mann at mynda
miðverjupar
saman
við
landsliðsliðskiparanum, Atla
Gregersen.
HONDBÓLTUR
Tað kom illa við hjá Odder,
sum hevur Helga H. Hoy
dal á liðnum, at teir leygar
dagin taptu heldur óvæntað
á útivølli ímóti Team Syd
havsøerne. Dysturin endaði
32-29 til heimaliðið, sum
var á odda 14-10 í hálvleiks
steðginum. Team Sydhavs
øerne er einans nummar
sjey í hesi næstbestu donsku
hondbóltsdeildini,
men
Odder, sum er nummar tvey,
kann tó ugga seg ið, at argasti
kappingarneytin, sum var
á triðja plássi, nevniliga
Randers HH, eisini tapti
hetta vikuskiftið. Hinvegin
vann Lemvig-Thyborøn og
er nú, eins og Randers HH,
einans eitt stig aftanfyri
Odder og Helga H. Hoydal.
TMS Ringsted er nummar
eitt og fýra stig frammanfyri.
Nummar tvey og trý sleppa
at spæla uppflytingarspæl
ímóti trið- og næstaftasta
liðnum í bestu deidini.
Tað hevur annars ikki
verið nógv av føroyskum
íkøstum í næstbestu donsku
deildini hetta vikuskiftið.
Donsku leikararnir á før
oyska landsliðnum, Nicklas
Selvig og Peter Krogh, hava
tó verið í dysti. Nicklas
Selvig kom ikki á máltalvuna
í 29-21-sigrinum hjá TMS
Ringsted, men Peter Krogh
skeyt í síðstu viku eitt mál
fyri Skive fH 32-25-tapi. Hinir
báðir føroyingarnir í deild
ini, Rói Berg Hansen í FIF
og Jónas G. Djurhuus í HØJ,
spæla ímóti hvørjum øðrum
týskvøldið kl.19.00 føroyska
tíð.
Jóhan á Plógv Hansen og
liðfelagarnir í Bjerringbro-
Silkeborg vóru fyri einum
vónbroti av einum tapi, tá
ið teir leygardagin óvæntað
taptu 31-30 á heimavølli ímóti
Nordsjælland
Håndbold.
Heimaliðið var annars á odda
14-10 í hálvleikssteðginum.
Ein góður uggi fyri Jóhan
var tað helst, at hann skeyt
trý av málunum – tað mesta
síðani hann fyrr í hesum
mánaðinum
spældi
sín
fyrsta dyst eftir drúgva
skaðan.
Bjerringbro-Silke
borg er á triðja plássi seks
stig
aftanfyri
oddaliðið
Skjern og fýra stig aftanfyri
nummar tvey, ið er GOG.
HM-finala
í
kvinnu
hondbólti varð spæld í gjár,
har tær yvirlegnu norsku
kvinnurnar nærum sjálvsagt
vóru í finaluni, har tær hittu
Frakland.
Púra
óvæntað
var tað Frakland, sum vann
finaluna við tveimum málum
– 23-21. Hetta var aðruferð
í søguni, at Frakland gerst
heimsmeistari hjá kvinnum.
Fyrru ferð var í 2003. TV2-
frásøgumaðurin
kallaði
hetta fyri eina fullkomna
sensatión. - Ein taktiskur
sigur í heimsflokki, legði
serfrøðingurin Bent Nye
gaard afturat. Noreg hevði
annars vunnið seg framvið
teimum argastu kappingar
neytunum,
Russlandi
og
Svøríki, á vegnum til finalu
na.
Føroyingar danskir steypavinnarar