Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. desember 2017 · Nr. 147 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Nógv bendir á, at tað verða VÍF og Kyndil, sum koma at spæla FM finaluna komandi ár. VÍF vann sum væntað í Hoyvík, meðan stórur spenn­ingur var á Hálsi, har VB var á vitjan hjá kyndilskvinnum. Í fyrra hálvleiki stóð á jøvnum 13-13. Kyndil hevur nøkur framúr álop, har liðið megnar at spæla gjøgn­um VB verjuna, men í fleiri før­um stendur Kathrine Bo­rup í vegin, tá kyndilskvinnur hava beina kós móti málinum. Í hinum endanum eru tað donsku skjútt­ar­ nir, Mathilde Pedersen og Caro­line Ladefoged, sum standa fyri mál­ unum. Eyðkent fyri VB hesa løtuna er stríðsandin og at tær megna at verja og leypa á sum eitt lið. Seinni hálvleikur er bara fáar minuttir gamal, tá tað gerst leyst mill­um liðini. Kyndil, við Annu Brimnes á odda, leggur seg á odda við bæði trimum og fýra málum. Hesa løtuna spælir Kyndil upp til teirra besta, men VB-kvinnurnar ikki megna at steðga teimum. Eina løtu sær dysturin út til at verða av­ gjørdur. VB ger eina roynd at koma inn í aftur dystin og tað eydnast. Mið­ skeiðis í seinna hálvleiki eru bara tvey mál á muni, men tá er ongin orka og einki yvirskot eftir. Kyndil kann spæla sær heldur lættliga til sigurs seinastu løtuna. Tá kyndilskvinnur spæla væl, so eru tær torførar at steðga. Tað sóu vit í løtum í høllini á Hálsi. Tað verður skift javnan út á bakketuni, so tær orka eisini at spæla allan dystin. Tað fer tó at merkjast, um Anna Brimnes ikki spælir í seinnu hálvu av kappingini. Í Vági kunnu tey iðra seg um, at liðið ikki tók av nøkrum upp­ lagd­um møguleikum. Millum annað spæla tær illa í yvirtali. Upp til fleiri ferðir vinnur Kyndil í undirtali, meðan VB als ikki megnar at spæla møguleikarnar stórar. Hartil er verður lítið skift úr í leypi av dystinum. Millum ann­ að kom Rannvá Johannesen inn seinastu løtuna og skoraði tvey mál. Tvey mál, sum VB hevði brúk fyri miðskeiðis í seinna hálvleiki, held­ur enn í evstu løtu. Kyndil – við Annu Brimnes – er ein FM favorittur. Tá so Marianna G. Eystberg eisini fær spælt, so sær bak­ketan hjá Kyndli sterk út. Liðið kann somuleiðis skifta millum systar­nar Báru og Súnu K. Hansen. Fleiri av málunum hjá Kyndli vóru eisini væl spæld álop, har verjan hjá VB einki fekk gjørt. VB hevur havt eitt gott kapp­ ingar­ár higartil, men í mun til spæl­ ið hjá Kyndli leygardagin, so tykist VB mangla ein ella tveir spælarar at kunna skifta inn, so at sterkir spælarar sum Mathilde Pedersen og Caroline Ladefoget kunnu fáa hvíld í dystinum, uttan at tað merk­ ist á vøllinum. Sannførandi VÍF-kvinnurnar hava verið púra sannførandi alt kappingarárið í ár, har tær ikki hava tapt ein tann einasta dyst, og teirra 12. dyst og tann seinasta undan jólaferiuni, vóru tær eisini greiðir favorittar at vinna leygardagin. Mótstøðuliðið var H71 í Hoyvík. Eftir eina góða byrjan upp á kappingarárið hevði H71 undan dystinum leygardagin ikki vunnið í sjey royndum. H71 var væl við teir fyrstu smáu 10 minuttirnar, har støðan var 4-4, men síðani steðgaði málskjótingin upp hjá hoyvíksgentum. Vest­ manna­gentur runnu avstað og løgdu seg næstu fimm minutt­irnar á odda 10-4. Hetta vóru grundar­ steinarnir undir sigrinum hjá VÍF, sum var á odda 18-7 í hálv­leiks­ steðgi­num. VÍF varðveitti leiðsluna í seinna hálvleiki. H71 vísti tó nógv betri spæl, og tað var serliga Eva Barba Arge, ið gekk mál-amokk hendan hálvleikin, har hon skeyt ikki færri enn átta mál. Munurin var tann sami sum við hálvleikssteðgin, nevniliga 11 mál og vann VÍF dystin 35-24. Hetta var krúnan á verkinum hjá VÍF undan jólasteðginum, nú tær hava vunnið 11 út av 12 dystum og spælt ein javnan. Tær eru odda­ lið og kunnu gera leiðsluna enn greiðari, tá ið tær spæla sínar mangl­andi dystir. H71 skal í jólasteðginum helst finna seg sjálvt aftur, tí teir tríggir sigrar­nar, ið tað er blivið til hetta kapp­ingarárið, liggja heilt aftur í oktobur. Kravsigur Eftir tríggjar ósigrar á rað og eina ógvuliga trilvandi gongd nærum alt kappingarárið, var setningurin ein kravsigur hjá Neistakvinnum, sum leygardagin vóru á vitjan hjá StÍF. Unga StÍF- liðið hevur enn sín fyrsta sigur til góðar, men tað bleiv nýliga til fyrsta vunna stigið, og liðið er eisini blivið væl styrkt við leikar­um, ið eitt nú hava fingist við fót­bólt. Neistin var komið til Skála eftir sigri­num, og fyrsta greiða leiðslan hjá Neistianum var eftir góðar 10 minuttir, tá ið Neistin kom á odda 7-3. Hendan leiðslan helt sær til hálv­leikssteðgin, tá ið tær bláu úr Havn­ini vóru á odda 13-9. Neistin økti um leiðsluna í seinna hálvleiki og var eitt nú á odda 21-15 og 26-20. Neistin fekk einki mál seinastu átta minuttirnar, men StÍF megnaði einans at pynta um úrslitið. Endaliga úrslitið bleiv 26-24 til Neistan. Stigini pyntaðu um hjá Neista­ num, men tær eru framvegis fang­ aðar í ongamannalandi miðsleiðis á stigatalvuni, har tær hava níggju stig upp til FM-finaluplássið. StÍF er aftast við einum stigi, men tað er avgjørt framgongd í bæði spæli og úrslitum. HONDBÓLTUR Hvonndeildin: Tað var eitt týðandi slag um pláss í FM-finaluni, sum Kyndil vann ímóti VB leygardagin. VÍF hevði ongar trupulleikar av H71 og fer nú í jólafrí sum ósigrað og suverent oddalið KYNDIL VANN TÝÐANDI SLAG