Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. desember 2017 · Nr. 147 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Neistin snávaði Tað var toppur ímóti botni í ítróttarhøllini á Skála leygardagin, har botnliðið StÍF fekk vitjan av odda­liðnum Neistanum. Neistin er somu­leiðis tað heitasta liðið í FTZ- deildini, har teir undan dystinum vóru ósigraðir í níggju dystum á rað. Tveir teirra vóru endaðir við javn­leiki. Høvuðsstaðarliðið kundi tískil ikki lúgva seg undan at vera greið­ ur favorittur til dystin, men teir av Strondum og Skála og har um leiðir megnaðu at geva teimum skarpan gang. Neistin legði seg annars rætti­ liga skjótt á odda 5-2, men heima­ liðið fekk javnað aftur til 5-5, og so­leiðis gekk tað so javnt á í fyrra hálv­leiki, har Neistin manglaði íkast frá stórskjúttanum, Rasmusi Søby. Neistin fór tó til hálvleiks við teprari leiðslu, nevniliga 14-12. Neistin fekk fyrsta málið í seinna hálvleiki og var á odda við trim­um, men StÍF lat ongantíð Neistan sleppa at renna heilt av­ stað, og miðskeiðis í seinna hálv­ leiki megnaði StÍF eisini at leggja seg á odda 21-20. Leiðslan hjá heimaliðnum vardi tó ikki leingi, og Neistin vann seg omaná aftur. Neistin var síðstu løtuna á odda við einum máli, men topp­skjúttin hjá StÍF, Sveinur Justinussen, fekk í síðstu løtu javnað til endaliga úrslitið, 25-25. Hetta mundi vera ein lítil strika í rokningini hjá Neistanum, sum hevur verið púra sannførandi sein­ astu mánaðirnar, men her í sein­ asta dystinum undan jólum ikki megnaði at vinna ímóti aftasta lið­ num. Hinvegin var hetta óivað ein stimbran hjá StÍF, at teir á einum góðum degi hava møguleika ímóti øllum liðum. Samstundis fingu teir lyft seg til at vera ájavnar í stigum við KÍF, soleiðis at teir ikki longur eru einsamallir á aftasta plássi. H71 vann Borðreitt var við einari endurtøku frá FM-finaluni í fjør, tá ið Hoyvíks­ høllin leygardagin hýsti dystinum ímillum H71 og VÍF. Hetta var ein týdningarmikið dystur fyri bæði liðini, har H71 kundi leggja størri sjógv niður til eltararnar, eitt nú júst til VÍF, ið er eitt av teimum lið­ unum, sum klárar at halda eitt rími­ ligt samband við tey bæði greiðu odda­liðini. Tað var H71, ið legði sannførandi frá landi í dystinum leygardagin. Óvanliga illa gekst tað hjá VÍF at skjóta mál, og eftir at teir fingu fyrsta málið í fimta minutti, gekk tað heilt til 17. minutti áðrenn VÍF fekk sítt næsta mál. Hesa løtuna var støðan 6-1 til H71. Vestmenningar fingu tó gongd í málskjótingina hesa seinastu løtuna, og tískil vóru teir ikki falnir heilt í fátt í hálvleikssteðginum, har H71 var á odda 14-11. Í seinna hálvleiki var tað H71, sum hevði eina løtu um at fáa fyrsta málið, og eftir smáum tíggju minuttum hevði VÍF javnað til 16-16. Nú var alt púra opið aftur. Liðini fylgdust til 20-20, men við fimm minuttum eftir streyk H71 av­ stað og førdi við trimum málum tað mesta, ið eftir var av dystinum. H71 vann at enda 25-23. Undanfarnu tríggir dystirnir hjá H71 eru endaðir við einum máli á muni. Ein bleiv taptur og tveir vunn­ir. Tað hevur ikki verið í sann­ før­andi stíli seinastu tíðina, men H71 finnur ein máta at vinna dystin uppá. Tapið kom dátt við hjá vest­ menningum, sum høvdu møgu­ leik­an at hála seg inn á oddaliðini. Teir kunnu tó ugga seg við, at teir hava spælt tveir dystir færri enn odda­liðini. Kyndil omaná Tað vóru tvey lið ógvuliga sving­ andi gongd, ið hittust í høllini á Hálsi leygardagin. Kyndil hevur havt ilt við at finna seg sjálvt nærum alt árið, meðan Team Klaks­ vík hevur verið meiri óstøðugt eftir eina annars frálíka byrjan upp á kapp­ingarárið. Av hesum sama var ilt at siga hvat ein kundi vænta sær av dysti­ num, men eftir eina javna gongd teir fyrstu góðu 10 minutt­ir­nar, so var tað Kyndil, ið hevði hug at draga frá og eina løtu eisini vann seg upp á 11-8. Hálv­leiks­ støðan var 16-14 til Kyndil. T e a m Klaks­vík fekk eina marru­ byrjan upp á seinna hálv­ leik. Áðrenn teir fingu vent sær var Kyndil á odda 19-14, og fyrsta mál­ið hjá klaks­ vík­ingum í seinna hálvleiki kom ikki fyrr enn í 39. minutti. Teir fingu minkað um leiðsluna niður í trý mál, men Kyndil fekk ov støðugt bóltin í málið til at Team Klaksvík nakrantíð skuldi fáa samband við grøna havnaliðið aftur. Kyndil vann dystin 29-25. Hetta var søtur sigur hjá kyndla­ monnum at fáa í stríðnum um miðjuna av FTZ- deildini, og hava teir nú stungið nøsina eitt vet fram­um hini og eru teir á triðja plássi næstir teimum báðum greiðu odda­liðunum. Team Klaksvík er á fimta plássi, tó einans eitt stig frá Kyndli og triðja plássinum. albinus@sosialurin.fo HONDBÓLTUR FTZ-deildin: Heldur óvæntað misti Neistin eitt stig á Skála, men hetta broytir ikki stigatalvuna stórvegis, har Neistin og H71 framvegis rógva egnan sjógv. Í miðstríðnum vann Kyndil sær søtan sigur ODDALIÐIÐ SNÁVAÐI