Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 18. desember 2017 · Nr. 147 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Sigursrøðirnar hava verið fleiri í tali í FTZ-deildini, men eingin hevur megnað at hildið fast í einari somikið góðari og langari røð uttan eitt tap, sum oddaliðið Neistin hevur. Tað fult uppiborna oddaliðið í deildini hevur nevniliga ikki tapt í seinastu 10 dystunum. Tað var eftir eitt tap í Klaksvík 24. septembur, at Neistin av álvara tók sær um reiggj og setti ferð á marsjin ímóti tindunum. Fyrst vunnu teir ímóti Kyndli, og so fingu teir javnt ímóti hoyvíkingum og vunnu ímóti VÍF. Síðani hetta tapið í Klaksvík hevur Neistin spælt tilsamans 10 dystir, og eingin av teimum er taptur. Fleiri hava verið tættir og tríggir eru endaðir við javnleiki, men lykilin hevur verið, at Neistin heilt einfalt ikki hevur verið til at vunnið ímóti í tríggjar samfullar mánaðar. Neistin hevur prógvað seg um ein sera stinn eind, og nú skal ganga øgiliga nógv galið, um Neistin ikki gerst eina liðið í FM-finalunum. Somuleiðis skal ganga nógv galið, um verandi meistararnir úr H71 ikki verður mótstøðuliðið í finalunum. HONDBÓLTUR Niðurstøða: FTZdeildin støðan NR. LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 Neistin 14 363 313 50 22 2 H71 14 371 350 21 21 3 Kyndil 13 322 320 2 13 4 VÍF 12 359 350 9 12 5 Team Klaksvík 14 330 361 -31 12 6 KÍF 13 325 350 -25 7 7 StÍF 14 370 396 -26 7 StÍF – Neistin 25-25 (12-14) StÍF: Sveinur Justinussen 8, Allan Norðberg 7, Pætur Johansen 3, Jógvan G. Joensen 2, Djóni J. Petersen 2, Pætur Joensen 1, Ári Olsen 1, Borgar Persson 1 Útvísingar: 2 x 2 minuttir Neistin: Høgni Zachariassen 8, Karl Herup Olsen 5, Tróndur Kragesteen 4, Jónsvein Dulavík 4, Pætur Mikkjalsson 2, Rune Olsen 2 Útvísingar: 3 x 2 minuttir Kyndil – Team Klaksvík 29-25 (16-14) Kyndil: Eirikur Simonsen 7, Rókur Akralíð 6, Tummas Pauli Hanusarson 5, Ólavur av Fløtum 4, Hjalti Mohr Jacobsen 3, Høgni Klein Olsen 1, Jákup Jørgensen 1, Bartal Klein Olsen 1, Jóni Guttesen 1 Útvísingar: 3 x 2 minuttir Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 7, Finnur Hansson 6, Hørður F. Sigtórsson 5, Jens Pauli Mohr 4, Hans Arni Thomsen 1, Ludvík Súnason 1, Andrias Ellingsgaard 1 Útvísingar: 2 x 2 minuttir H71 – VÍF 25-23 (14-11) H71: Hilmar Leon Jakobsen 8, Sigmundur Nolsø 5, Andor Sivertsen 43 Rúni Vest Højgaard 2, Vilhelm Poulsen 2, Ári Dam 1, Mark Marcher 1, Hans Kári Hansen 1, Sigmundur Dahl 1, Poul Símun í Garði 1 VÍF: Filip Jojic 8, Julian Olsen 5, Miki Duko Sørensen 3, Rúni Joensen 2, Bjarti Hansen 2, Sjúrður Olsen 2, Andrias Eriksen 1 Eitt støðugt oddalið Jólasteðgur: Neistamenn hava ikki tapt ein dyst í oktobur, novembur og desembur, og hendan óhugnaliga støðuga gongdin hevur kastað ein ruddiliga uppibornan oddasess av sær Filip Jojic VÍF 113 27 Hilmar Leon Jakobsen H71 82 11 Rasmus Søby Neistin 80 8 Sveinur Justinussen StÍF 78 7 Sámal á T. Olsen Team Klaksvík 78 6 Hans Eli Sigurbjørnsson KÍF 77 3 Pætur Johansen StÍF 76 17 Julian Olsen VÍF 76 2 Tummas P. Hanusarson Kyndil 66 11 Høgni Zachariassen Neistin 64 19 Allan Norðberg StÍF 60 6 Finnur Hansson Team Klaksvík 57 Rúni Joensen KÍF 55 17 Hjalti Mohr Jacobsen Kyndil 55 16 Sakaris Ludvík Súnason Team Klaksvík 55 6 Magnus Müller KÍF 49 4 Hørdur F. Sigthórsson Team Klaksvík 49 Leivur Mortensen H71 44 1 Torkil Mørk Hentze Neistin 44 Jóannes Prestá StÍF 43 4