Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. desember 2017 · Nr. 147 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 André Olsen Altjóða síðan InstatScout er ein fyritøka, sum skrásetur data hjá øllum fótbóltsliðum í heiminum. Seinastu árini hevur InstatScout av álvara vunnið seg fram í føroyskum fót­bólti, har fleiri og fleiri feløg nú nýta síðuna til at fáa kunning um hvønn einstakan leikara, umframt at analysera mótstøðulið. Í farnu viku kom InstatScout út við einum samandrátti um øll hagtøl í Effo-deildini í 2017. Í samandráttinum sæst, at tað ikki hevur eydnast InstatScout at fáa data uppá allar dystirnar í Effo-deildini hetta kappingarárið. Einkult­ir dystir - í mesta lagi tveir dystir hjá hvørjum felagið eru farnir burturímillum, og tí er saman­drátturin omanfyri 90% álít­andi. Tó er ikki víst, at hagtølini høvdu verið broytt stórvegis um teir dystirnir sum mangla, høvdu verið við eisini. Tí í flest øllum hag­ tølunum síggjast týðulig mynstur. Meistararnir vunnu fæst takklingar Fyrsti grafurin, ið verður viðgjørdur er ein grafur yvir takklingar hjá feløgum í Effo-deildini í 2017. Har sæst, at føroyameistararnir úr Vík­ ingi vóru tað liðið í deildini, sum takklaðu minst í miðal alt kapp­ ingarárið. Hetta er ein lítil and­ søgn í mun til tað at Víkingur fyri fáum árum síðani bar orðfyri at spæla ógvuliga harðan fótbólt. Tí sambært hagtølunum er Víkingur ikki eitt lið, ið spælir uppá tann mátan. Sum heild vísir kurvan yvir takk­lingar at liðini sum endaðu í ovaru hálvu liggja ógvuliga niðar­ laga, meðan liðini úr niðaru hálvu hava takkla væl meira. Felagið, ið hevði flest vunnar takklingar í miðal í Effo-deildini hvønn ein­ stakan dyst var Skála. KÍ vann flest luftbóltar Onnur kurvan er eitt yvirlit yvir luft­bóltar. Har sæst at KÍ var tað lið­ið í Effo-deildini í 2017, sum vann flest luftbóltar. Í miðal vóru 69 luftbóltar hjá KÍ hvønn dyst í árinum, og av teimum vunnu leikar­arnir hjá KÍ 55% av teimum luft­bóltunum. Í hølunum á KÍ við 54% av vunnum luftbóltum hvønn dyst var NSÍ. Felagið, ið vann fæst luft­bóltar í Effo-deildini í 2017 var niður­flytararnir úr ÍF. Í miðal vann ÍF 45% av luftbóltunum hjá teimum hvønn dyst. HB var best til at dribbla Í yvirlitinum yvir dribblingar í Effo-deildini í 2017 sæst, at HB var tað felagið, sum í miðal hevði flest dribblingar í deildini sum eydnaðust. Í miðal hevði HB 29 dribblingar hvønn dyst í Effo-deildini, har 17 av teimum eydn­aðust. Tað gevur eitt prosenttal uppá 57% eydnaðar dribblingar. Merkis­vert í tí talvuni er, at niður­flytar­arnir úr ÍF vóru tað liðið í deild­ini, sum høvdu næst flest væl eydn­aðar dribblingar. Í tí talvuni sæst eisini eitt mynstur í, at liðini úr niðaru hálvu av deildini liggja í lægra endanum fyri væl eydnaðar dribb­ lingar. Aftast á tí talvuni var nýggja felagsliðið í Suðuroynni, TB/FCS/ Royn, har 44% av dribb­ling­unum í miðal eydnaðust hvønn dyst. NSÍ hevði mest bóltin Í fjórðu talvuni, sum er talva yvir ball possesion í deildini – sum í stuttum merkir at hava bóltin, sæst, at NSÍ var tað felagið í Effo-deildini í 2017 sum í miðal hevði bóltin mest pr dyst. Í miðal hevði NSÍ bóltin aktivt í spæl í 32,45 minutir hvønn ein­stakan dyst, sum gevur teimum eitt prosenttal í ball possesion uppá 58%. Útfrá talvuni sæst, at eitt felag hevur hægri prosenttal enn NSÍ í ball possesion, men mun­ urin á teimum báðum er, at bólt­ urin hjá tí felagnum ikki hevur verið líka nógv aktivt í spæl hvønn dyst sum hjá NSÍ. Tað er B36, sum í miðal hevði bóltin 59% hvønn dyst í kappingarárinum. Aktiva leiktíðin hjá B36 í miðal hvønn dyst, har teir høvdu bóltin, var tó 31,57 minuttir. Aftur­gangandi mynstrið við at botn­liðini liggja í niðara enda, sæst eisini aftur í yvirlitinum yvir ball possesion. Suðuroyingar høvdu í miðal minst bóltin hvønn dyst, meðan tað er eitt sindur merkis­ vert, at føroyameistararnir úr Vík­ ingi liggja á einum sætta plássi. Vík­ingur hevði í miðal hvønn dyst í kapp­ingarárinum eitt prosenttal í ball possesion uppá 48%. Sølvi Vatnhamar vann uppiborið ársins spælari Í samandráttinum sæst eisini fleiri persónlig hagtøl í kappingar­ári­ num. Eitt av teimum er tað so­ kallaði Index talið, sum er ein karak­terur, ið allir leikarar fáa eftir hvønn dyst, alt eftir hvussu væl teir hava klárað seg. Í tí yvirlitinum sæst aftur, at tað var uppiborið at Sølvi Vatnhamar varð valdur til ársins leikara í føroyskum fótbólti í ár. Í miðal skoraði Sølvi Vatnhamar FÓTBÓLTUR FÓTBÓLTUR Hagtøl: Altjóða fótbóltssíðan InstatScout kom í farnu viku út við einum rúgvumiklum samandrátti um hagtøl í Effo- deildini í 2017. Í samandráttinum – har flest alt er skrásett, síggjast fleiri áhugaverd mynstur úr deildini FØROYSKA KAPPINGARÁRIÐ Í TØLUM Her sæst hvør hevði bóltin mest í farna kappingaarið