Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. desember 2017 · Nr. 148 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Ein ensk kanning við stívliga 1000 kvinnum staðfestir, at vandin fyri deyðføðing tvífaldast, um kvinnur sova á rygginum í triðja semestri. Tí verður nú rátt kvinnum til at sova á liðini í triðja se­ mestri fyri at minka um vandan við deyðføðing. Í Stórabretlandi endar um­leið ein av hvørjum 225 barns­burðum við einari deyð­føðing, og hetta tal er mill­um tey hægstu í Evropa. Tí varð gjørd ein kanning, nevnd MiNESS, sum seinni varð almannakunngjørd í British Journal of Obstetrics and Gynecology. Kanningin, sum fevndi um 1026 barnsburðir, harav hvør 291 endaði við deyð­føð­ ing, er hin størsta av sínum slag. Henda kanning staðfestir úrslit og ábendingar frá smærri vegleiðandi kann­ ing­um gjørdar í Ný Sælandi og Avstralia. Tey, sum standa aftan fyri bretsku kanningina, siga, at umleið 130 pinkubørn í Bret­landi kunnu bjargast um árið, um kvinnur, sum eru í triðja semestri, sova á liðini. Møgulig frágreiðing Granskarar kunnu ikki siga við vissu, hví vandin er størstur við at sova á ryggi­ num, men tað eru fleiri ting, sum benda á, at tá ein kvinna liggur á rygginum, vil samlaða vektin av barninum og lívmóðurini trýsta á blóð­ renslið, soleiðis at blóð-og ilt­ leiðing verður minni. Men, her er týdningar­ mikið at leggja dent á, at kvinn­ur, sum hava átt væl­ skapt børn og kvinnur annars, sum eru við barn, ikki eiga at hugsa um, hvat tær hava gjørt, um tær nú kort­ini lógu á rygginum, tá tær vaknaðu. Tað týdningarmesta er nevni­liga, hvussu tær liggja, tá tær leggja seg at sova, tí kanningar vísa eisini, at soleiðis, sum tú sovnar, ligg­ ur tú ofta longst. Her eru trý hugskot - • Legg eina pútu ella nakrar pútur aftan fyri ryggin, sum gera tað lættari at sova á liðini • Vaknar tú á rygginum, skal tú ikki vera stúrin. Tú skalt bara venda tær á liðina • Minst til eisini at sova á liðini, um tú sovnar um dagin Bretska kanningin vísti ikki, at nakar munur er, um kvinn­an í triðja semestri svevur á høgru ella vinstru lið. Fosturlát og deyðføðing Doyggja børn í móðurlívi í fyrsta ella øðrum semestri, verð­ur hetta vanliga nevnt fostur­lát ella abortur. Doyr barn­ið hinvegin í triðja semestri, verður hetta rópt deyð­føð­ing. Vandabólkar kunnu eitt nú vera aldurin hjá mammu­ ni (>35 ár), fiti og royking, men her er vandin relativt lítil. Um pinkubørn, sum eru undir eitt ár, doyggja, óvæntað og uttan kenda orsøk, er talan um vøggu­ deyða. Í Danmark er talið av vøggu­deyða nógv minkað, eftir at Heilsustýrið kom við nøkr­um einføldum ráðum • Lat pinkubarnið sova á ryggi­num - og øvut av ráð­unum til kvinnuna, sum er við barn í triðja semestri. Hinvegin er tað týdningar­mikið, at barnið ligg­ur nógv á búkinum, tá tað er vakið og aktivt • Lat ikki barnið anda tubbaks­royk í seg • Ansa eftir, at tað ikki verð­ ur ov heitt hjá barninum, meðan tað svevur Um vøggudeyða Umleið 1990, tá tilmælið fram­vegis var, at pinkubørn skuldu sova á búkinum, rakti loyndar­fulli vøggudeyðin tvey av hvørjum 1000 donsk­ um børnum. Síðan tilmælið er broytt til, at pinkubørn skulu sova á rygginum, er talið av til­burð­ um av vøggudeyða minkað niður í 0,3 av hvørjum 1000. Í dag verður verður rokn­ að við, at yvirhiting hevur verið ein avgerandi orsøk til vøggu­deyða. Tað er nevniliga trupult hjá pinkubarninum at sleppa av við hitan, tá tað liggur á búki­num og vendir niður móti madrassuni. Fyri 20 árum síðan varð hild­ið, at pinkubørn helst skuldu liggja á búkinum fyri - • at styrkja vøddar í ryggi, hálsi og nakka • at sleppa undan, at barnið kvaldist í egnari spýggju • at aftari partur av høvdinum ikki skeiklaðist Kelda: www.helse.dk/ www.borneliv.dk HEILSA SVEVUR TÚ Á LIÐINI MINKAR VANDIN VIÐ DEYÐFØÐING Sambært bretskari kanning kunnu nógv pinkubørn bjargast, um kvinnur, sum eru í triðja semestri, sova á liðini Ráð til kvinnur við barn: Øvut verður mælt til, at pinkubarnið svevur á rygginum - og ikki á búkinum Í triðja semestri verður mælt til, at barnakona svevur á liðini - og ikki á búkinum