Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. desember 2017 · Nr. 148 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR Pensjonistar fáa eina nýggja skipan, men skilnaðurin verður 1.januar 2020. Tey sum gerast og eru pensjonistar áðrenn fáa eina skipan - tey sum verða pensjonistar aftaná fáa eina aðra skipan Árni Gregersen Eljustríðið um nýskipan av fiski­vinnuni eru fyribils endað og lógin er samtykt, men hendan samgongan hev­ur sett sær fyri at loysa onn­ur stórmál. Fyrst á breddanum er ein pensjónsnýskipan, sum partvís er løgd fyri tingið og kemur til viðgerðar, tá ið Løgtingið kemur saman aftur eftir jólafrítíðina. Arbeitt hevur verið í mong ár í einum pensjóns­ bólki, men har eydnaðist ikki at finna semju millum allar flokkar. Tí eru tað sam­ gongu­flokkarnir Javnaðar­ flokk­urin, Tjóðveldi, og Fram­sókn, sum hava lagt upp­skotið frazm saman við Sjálv­stýri. Flokkarnir samdust um trý høvuðspunkt, sum eru grundarlag undir nýggju skipan­ini: 1. Tryggja hægri pensjón til pensjónistar við lágari og miðal inntøku 2. Gera tað meira løn­andi at arbeiða eftir pe­n­sjóns­ aldur 3. Styrkja fíggjar­liga hald­ førið og fram­tíðar­tryggja væl­ferðar­samfelagið Tey ásanna, at verandi skipan er stirvin og ótíðar­ hósk­andi og tekur ov lítið atlit til umstøðurnar hjá ein­ staka pensjónistinum. Eftir ætlan skal nýggja skipan­ in geva tí einstaka fleiri valmøguleikar. Tey halda eisini, at reglur­nar fyri mótrokning í galdandi skipan mugu sigast at vera óhepnar. Mót­roknað verður ov harð­ liga og í ov lítlum parti av samlaðu almennu pen­sjón­ ini. Mælt verður tí til var­ ligari mótrokning, og at mót­ roknað verður í størri parti av pensjónini. Tó verður ikki mælt til, at mótroknað verður í Sam­ halds­fasta.. Ein avgerandi lutur í at nbeyðugt er við nýggjari skipan er, at tað gerst alt truplari at varðveita gomlu skipanina. Alt bendir á, at aldurssamansetingin av okkum borgarum fer at seta størri krøv til haldføri í búskapinum, so her má okkurt gerast. Hetta er eisini ein fyri­ treyt fyri at tryggja, at tað almenna frameftir hevur ráð til at veita tær tænastur, ið eru neyðugar, eitt nú innan heilsu­verkið og eldraøkið. Soleiðis verður pensjónin Við uppskoinum um nýggja pensjón verður eisini gjørd ein roynd at fáa alt eitt sind­ ur einfaldari, sjálvt um eftir­ lønir ofta eru fløkt mál. Nýggja almenna pen­ sjón­in verður samansett av einari grundupphædd og viðbót. Til dømis verður tað, sum pensjonistar í dag kenna sum brennistuðul lagt sman við viðbótini, so tey sum fara at fáa pensjón eftir nýggju skipanini fáa ikki ein ser­stakan brennistuðul. Hendan samgongan lækk­aði grundupphæddina í fólka­pensjónini, men nú siga tey, at hon ikki fer at lækka meira. Í løtuni er hon 2733 krón­ur fyri støk um mánaðin og 3589 fyri hjún. Hendan upp­hæddin er skattafrí. Kortini verður tó mót­ roknað fyri tað sum tjent verður omanfyri 30.000 krón­ur árliga. Ein onnur broyt­ing verð­ ur, at inn­tøku­grund­ar­lagið fyri mótrokning hjá giftum, har bæði eru pensjónistar, verður einans persónliga inn­tøkan hjá tí einstaka. Inn­ tøka hjá hjúnafelaga verður ikki roknað uppí. Tað vil siga, at mót­rokn­ ing millum hjún verð­ur strikað í nýggju skipan­ini.. Mót­rokningin av við­bótun­ um lækkar úr 60 prosentum niður í 40 pro­sent. Mótrokningin Ein stórur partur av eini al­mennari eftirløn verður stýrd av mótrokningum. Í uppskotinum til nýggja pensjónsskipan verður inn­tøkurundarlagið fyri mót­rokning samansett av skatskyldugu inntøkunu og inntøku frá kapitalvinningi, meðan inntøka frá Sam­ halds­fasta og sosialar pen­ sjónum ikki verða taldar við. Í álitinum um eftir­lønar­ lógina, sum kom í gildi 1.januar 2014, stendur millum ann­að: “Tá ið samansparingin til eftirløn veksur, gerst eftir­ lønin sum frálíður so mikið stór, at stórum parti av fólki­ num fer ikki at tørva fulla fólka­pensjón. At tørvurin á fólka­pen­ sjón lutfalsliga fer at minka hevur við sær, at tað al­ menna frameftir verður betur ført fyri at røkja væl­ ferðartænastur til eldri sum t.d. heimarøkt, ellisheim og sjúkrarøkt. Gjørt verður tó vart við, at hetta lógaruppskotið ein­ sa­malt ikki hevur nakra spar­ing við sær í almanna­ pen­sjónum. Orsøkin er tann, at verandi lóggava ikki gevur møguleika fyri at mótrokna út­gjøld eftir hesari lóg í almannapensjónum (sama ger seg galdandi fyri út­gjøld sambært verandi rentu­ tryggingarlóg, sum eru inn­ goldin eftir 1. januar 2012). Í hesum sambandi verður neyðugt at broyta reglurnar um mótrokning o.a. Hetta ar­beiðið er í gongd og er at meta sum seinni partur av pen­sjónsnýskipanini, har hetta uppskotið er at meta sum fyrri partur.” Hesin parturim av pen­ sjóns­nýskipanini verður settur í verk frá 2020. Mælt verður tí til, at luta­eftirløn og lívrenta, ið eru uppspard eftir 1. januar 2012 og verða útgoldin við pensjónsaldur, verða løgd afturat galdandi inn­tøku­ grundar­lag hjá teimum, sum gerast pensjónistar frá og við 1. januar 2020. Pensjónsaldurin Næsta politiska stórmál; Nýskipan av pensjónini Pensjónsnýskipanin er næsta politiska stórmál, sum hendan samgongan hevur sett sær fyri at loysa – nú saman við Sjálvstýri