Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mikudagur 20. desember 2017 · Nr. 148 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í uppskotinjum er ætlanin at pensjónsaldurin skal hækka, men tað verður ikki ser­liga nógv, Í 2025 hækkar pen­ sjóns­aldurin seks mánaðuir og 1.januar 2030 verður pen­ sjónsaldurin 68 ár. Í kjakinum, sum hevur verið um pen­sjóns­ný­skipan­ ina, undrast fleir á, at pen­ sjóns­aldurin ikki hækkar meira og at tað ikki verður gjørt rættuliga skjótt. Tey vilja vera við, at tað at hækka pensjónsaldurin, hevur størstu ávirkanina á, hvussu landskassin sleppur bíliari í eftirlønum. Tað eru nóvir smærri lutir eftir at fáa svar uppá, men mælt verður eisini til, at pensjonistar, sum eru væl fyri kunnu útseta pensjónina og í staðin so fáa eitt størri út­gjald, tá ið tikið verður við eftir­lønini seinni. Kortini verður ikki møgu­ leiki fyri at útseta út­gjaldið úr Samhaldsfasta. Sam­haldsfasti verður fram­haldandi útgoldin við fólka­pen­sjónsaldur. Lagt verður eisini upp fyri, at summi kunnu fáa eftir­løn trý ár fyri vanligan pen­sjónsaldur, Hetta kann gerast um persónur er likam­ lig ella sálarliga slitin av arbeiðs­ávum. Eitt mál, sum ofta hevur verið frammi við gald­andi efirlønarskipan er mót­ rokning hjá hjúnum. Hetta vil sia, at mót­ rokn­ingin er bundin at hvat hjúnar­felagin hevur av inn­ tøkum. Í nýggju skipanini – tað vil siga tey, sum verða pen­sjónistar eftir 1.januar 2020 – verður hendan mót­ rokn­ingin tikin burtur og verður bert bundin at tí eina per­sóninum. Tvær skipanir Ætlanin er, at vit hava tvær skipanir fra tí nýggja lógin kem­ur í gildi. Endamálið við tveim­ um skipanum er at veita tryggleika um inn­tøku­ grundar­lagið hjá teimum, sum longu eru pensjónistar og hjá teimum, sum eru um at gerast pensjónistar. Hesi sleppa nú undan at verða rakt av broytingum við stuttum skotbrái. Tey fáa tó hægri útgjald úr Samhaldsfasta og veit­ing­ arnar verða árliga prístals­ hækk­aðar, og tað fer at hækka samlaðu pensjónina hjá verandi pensjónistum – eisini frameftir. Gjørt verður tó vart við, at hjá teimum, ið onga aðra inn­tøku hava enn almenna pen­sjón og Samhaldsfasta, hevur tað ikki stórvegis fíggjar­ligan týdning, hvørjari skipan tey eru í. Tey fáa øll hægri pensjón enn í dag, og á leið sama út­ gjald í báðum skipanum. Í krónum og oyrum fáa tey 1000 krónur meira at liva fyri mánaðarliga eftir skatt við øllum broytingum. Uppsparing Tá ið lógin verður broytt, so hevur tað eisini til endamáls at tryggja haldførið. Pen­ sjóns­aldurin er ein part­ur av tí, men inngjald í Sam­halds­ fast er eisini ein partur av tí, sum fer at gera tað lættari fyri landskassan. Lógarbundna minsta­ krav­ið til egna pen­sjóns­upp­ sparing lækkar nú úr 15% niður í 12%. Tað vil siga, at bund­na gjaldið lækkar 3%. Bundna gjaldið hækkar við einum prosenti árliga upp í 12% frá 2026 – í staðin fyri 15% frá 2029. Aldursmarkið fyri nær fólk skulu rinda til egna pen­ sjón, ið er 21 ár, verður av­ tikið. Eisini skal rindast til eftir­løn av flestu almennum veit­ingum og av útgjaldið úr ALS og trygdargrunninum hjá fiskimonnum. Ásetingin, ið sigur, at egin uppsparing er part­ur av felags búgvi við hjúna­ skilnað, verður styrkt. Bert sátt­máli um serogn kann gera, at vikið verður frá áset­ ing­ini Fleiri uppskot eruu løgd fram í tinginum, sum hava við nýskipanina at gera og sum nevnt verður hetta eitt stórt politiskt mál í nýggja ári­num. POLITIKKUR Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum, stendur fyri pensjónsnýskipanini og syrgir fyri at lógaruppskotini verða løgd fram Jógvan Skorheim og Kári P. Højgaard, Sjálvstýri, hava gjørt semju við samgonguna um nýggju pensjónsskipanina Tingfólk sleppa at viðgera pensjónsnýskipanina í nýggja árinum