Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. desember 2017 · Nr. 148 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Maud Wang Hansen Fyrrverandi fakfelagsforkvinna Ongar samráðingar eru eins, og eingi verkføll eru eins. Felags fyri hesi er tó, at í góðari tíð áðrenn sáttmálin fer úr gildi, verður støða tik­ in til, hvat arbeiðstakarin/ fak­felagið og arbeiðsgevarin, tann kommunali eins og lands­myndugleikin, hava av áhugamálum, og hvat ið ætlan er at broyta ella betra um komandi sáttmálaskeið. Lønardeildin í Fíggjar­ mála­ráðnum hevur fleiri ferðir róð uppundir, og hevur eisini praktiserað, at taka eitt av teim størru fakfeløgunum til sam­ráðingarborðið fyrst fyri síðani at tengja tann sátt­málan at hinum fak­feløg­unum. Hetta ger Fíggjar­málaráðið, hóast tenging var eitt av viður­ skift­unum, ið ikki komu við í sam­gongu­skjalið, tá m. a. frá­boðan­ar­freistin var samtykt á tingi. Tí hevur hvørt einstakt fakfelag rætt til veruligar sam­ráðingar vegna júst sínar lim­ir. Í ár var einki undantak. Starvs­mannafelagið var fyrst boðið til samráðingar­ borð­ið. Tey gjørdu eina semju, ið tey vóru nøgd við vegna teirra limir. Hetta merkir tó ikki, at tann semj­ an er góð fyri onnur fakfeløg, tað kann hon vera, men neyvan, tí eingi fakfeløg eru eins og umboða tískil ikki somu limir ella sáttmálaøkir. Tá Føroyskir Sjúkra­ røktar­frøðingar vóru til samráðingar, royndi lønardeildin hjá Fíggjar­mála­ ráðnum at tengja sátt­málan hjá Starvs­manna­felag­num at Sjúkra­røktar­arnum. Hetta gekk ikki, og sjálv­andi ikki. Hetta endaði við einum verk­falli, har sjúkra­røktar­ frøðingar vóru í verkfalli. Part­ar­nir komu síðani saman aftur til samráðingarborðið og gjørdu eina semju, sum tey vóru nøgd við. Tá so Føroya Peda­gog­ felag kemur til sam­ráðing­ ar­borðið er púra greitt, hvørji krøv tey fara við til arbeiðsgevaran. Hægri løn og javnrættindi innan lønar­ ásetingar, hetta sæð út frá út­búgvingarstøði. Í míni verð er tað sjálv­ sagt, at lønarkravið er har, tí landsins politik­ar­ar hava avgjørt at broyta út­búgv­ ingar­nar fyri júst peda­gogar, sjúkra­røktar­frøðingar og lærarar. Hesi taka í dag eina bachelor útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya. Tí er einki løgi í at samanbera hesar lønartalvur við hvørja arða. Í ávísum føri yvirlappa hesi fakøki eisini hvørt annað, tó uttan at tey røkja júst somu uppgávur, men at tey við hvør sínum førleika loysa uppgávur fyri sama mál­bólk. At samráðingarnar læsa seg fastar er ikki óvanligt, tað kann neyvan bert ein part­ur lastast fyri. Eg meti tó, at báðir partar hava skyldu til, at føra veruligar sam­ráðingar og at brúka tíð­ ina til at mýkja støðuna og at tosa seg til rættis og at lurta eftir hvør øðrum. Hesum átti serliga ein nýggjur sam­ ráðingarleiðari á Lønar­deild­ ini í Fíggjar­mála­ráð­num at verið áhugaður í. Tó gekk tað ikki so lætt hesa ferð, og Semingsstovnurin verð­ur boðsendur og royndi at gera semju, uttan at tað eydn­ aðist. Pedagogfelagið lýsti verk­fall fyri leiðarar og vara­ leiðarar. Ein bleyt byrjan, meti eg, men álvarsligt nokk til, at tað eftir stuttari tíð átti at fáa avleiðingar fyri arbeiðs­gevararnar. Enda­ málið við einum verkfalli er, at tað skal fáa avleiðignar, also at tað skal darva arbeiðs­gevaranum at røkja sínar skyldur. So hendir tað løgna, at Kommunala Arbeiðs­gevara­ felagið fráboðar verkbann fyri allar dagstovnar. Eitt eftir mínum tykki ómetaliga ógvus­ligt og óneyðugt trekk. Síðandi hevur lítið verið at frætta frá hesum stríð­s­partinum, ið kanska róliga kann lena seg afturá og fremja umvælingar á stovnunum og sløkkja hitan og ljósið, og spara pening, eins og tey gjørdu í 2012. Men hetta sømir seg illa, haldi eg. Tá ein partur tekur so rívan til, haldi eg eisini at tey eiga, at hava næsta trekk klárt, og tað má vera at fara aftur til samráðingarborðið. Kommunala Arbeiðs­ gevarafelagið hevur nú tikið allar barnafamiljur í landi­num gísla. KAF hev­ ur eins stóra ábyrgd av sam­ráðingunum sum Pedagog­felagið og eisini við at finna eina semju, sum Fíggjarmálaráðið kann góðtaka. Pedagogfelagið herdi so stríðið og fráboðaði verk­fall fyri allar limir, ið starvast á stovnunum hjá Al­mannaverkinum. Hetta letur almannastjórin ikki ganga tigandi framvið, hann kærir Pedagogfelagið fyri Fasta Gerðarrættin, ið dømir verkfallið ólógligt vegna tað, at undantøk ikki vóru givin. Pedagogfelagið broytti kós og fráboðaði nýtt verkfall við nýggjari freist. Hetta varð aftur kært fyri Fasta Gerðarrætti, og Pedagogfelagið fekk viðhald í, at verkfallið var lógliga frá­ boðað. Nú hendir so nakað, ið eg ongantíð havi upplivað áður, og eg havi tó verið virk­in í samráðingum síðan seinast í 1990'unum. Stjór­ in í Almannaverkinum fer alment út við einari hótt­an móti sínum egnum starvs­ fólkum um harðan straff upp til fleiri ár í fongsli, um tey eru ólýðin og seta lív í váða hjá teimum, ið tørva hjálp á landsins stovnum. Hann kastar sína egnu ábyrgd á starvs­fólkini, í staðin fyri at kasta ábyrgdina yvir á landsstýriskvinnuna í al­ manna­málum, ið er hansara næsta hægri leiðari. Góðu starvsfólk, latið tykkum ikki hótta, tit hava tykkara fekafelag aftan fyri tykkum, og sam­ráð­ingar­ rætturin er enn fríur í Før­ oyum. Pedagogfelagið hevur til eina hvørja tíð rætt til at fráboða verkfall fyri sínar sáttmálasettu limir, tí í løtuni hava tey ongan sátt­ mála. Tó skal tað vera mín inni­liga vón, at partarnir koma til samráðingarborðið aftur sum skjótast, tí eingin vinnari er at hóma í hesum maktstríðnum í løtuni. Fleiri hava í orða­skifti­ num seinastu dagarnar róð uppundir, at um lim­ ir Pedagogfelagsins eru so týðandi partur í sam­felag­ num, so gevið hesum fólk­ unum eina løn, ið stendur mát við ábyrgdina. Hesum taki eg fult undir við. Eg skal vera tann fyrsta til at viðurkenna, at eitt verkfall rakar hart á al­ menna økinum, ið er so sár­ bært frammanundan við alt ov fáum starvsfólkum. Íkom­na støðan kundi tó verið fyribyrgd, um landsins politik­arar ikki høvdu niður­ laðað skipanina við tænastu­ manna­størvum á landsins stovn­um, har okkara sár­ bærastu borgarar búgva. So var hendan støðan ikki. Tí meti eg, at landið liggur sum tað hevur reitt. Við fakfelagskvøðu 19.12.2017 Landið liggur, sum tað hevur reitt Andreas Poulsen Formaður Áhugafelagið Antares Herfyri kom nevndin, ið Fíggjar­málaráðið setti til at greina skattaviðurskiftini í Før­oyum, við sínum áliti. Álitið er umfatandi, og helst eru nógv góð ting í tí, sum vit ikki skulu leggja okkum uppí. Men á in.fo var for­ maðurin endurgivin fyri at siga soleiðis: “12 til 14 prosent av inn­ tøkum hjá føroyingum verða vunnar uttanlands. Megin­ part­urin rindar ikki skatt av tí. Tað merkir, at tey, sum búgva og arbeiða í Føroyum gjalda meir í skatti.” Hetta er ikki heilt rætt og kann geva eina óhepna fatan av samanhanginum og týdninginum av ein­um víð­um føroyskum arbeiðs­ mark­naði, um tað stendur einsa­malt. Í 2014 gjørdi Magni Laksafoss, búskapar­frøð­ ingur, eina kanning fyri Áhuga­felagið Antares og Føroya Skipara- og Naviga­ tør­felag. Endamálið var at kanna, hvønn týdning tað hevði fyri føroyska sam­ felagið, at eitt so lutfalsliga stórt tal av føroyingum ar­ beiða uttanlands. Kanningin er ein víð­kan og dagføring av kanning gjørd av Gransk­ingar­depli­ num fyri Sam­felags­menning í 2009. Kanningarnar byggja í mestan mun á greiningar av upplýsingum frá Taks og hendan seinasta fyri skatta­ árið 2012. Skatta­skipan­irnar eru ikki broyttar síðan tá, men útlendski arbeiðs­mark­ naðurin er tódnaður nakað. Niðurstøðan hjá Magna Laksa­foss var, at hetta hevur stórt gagnligt árin á før­oyska peningarenslið og skapar nógv avleitt virksemi í Føroyum. Vit meta harafturat, at hesin møguleikin at víð­ka so nógv um føroyska arbeiðs­ mark­naðin hevur havt gagn­ liga ávirkan á økingina í fólka­talinum, ið nú sæst. Kanningin vísir eisini a,́ at føroyskir fiskimenn við norsk­um fiskiskipum gjalda allan sín skatt í Føroyum. Hon vísir eisini, at ein stórur part­ur av teimum, sum sigla við útlendskum skipum ann­ ars, rinda eisini skatt her, heilt ella partvíst. Í 2012 rindaði føroysk arbeiðs­megi í útlandinum 137 milliónir í beinleiðis skatti og avgjøldum og á leið 40 milliónir í avleiddum skatt­ um og avgjøldum. Hetta er kanska ikki broytt so nógv síðan, men tódnaði arbeiðs­ marknaðurin í frá­landa­ vinnuni seinastu árini hevur kanska flutt ein heldur størri part hendanvegin. Í teimum førum, har fólk ikki rinda skatt í Før­ oy­um, er hetta tí, at før­ oysk­ir mynduleikar hava lim­að Føroyar upp í norður­ lendska samstarvið við skatta­sáttmálum og sosial­ um sáttmálum, ið gera Før­ oyar til ein so full­gyldug­an part av norðurlendska sam­ starvi­num, sum ríkis­felags­ skapurin loyvir. Um hetta skal broytast, mugu Føroyar avmarkað ella strika sína luttøku í hesum sam­starvi, við teimum av­ leiðingum, ið hetta hevur við sær. Føroyingar sum arbeiða uttanlands stórt gagnligt árin fyri peningarenslið