týsdagur 19. desember 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 20. desember 2017 · Nr. 148
SKOPUN FÆR NÝGGJA
INNKOYRING NÆSTA ÁR
Vilmund Jacobsen
Fiskaarbeiðið, sum er á fiska
virkinum í Skopun, krevur,
at stórir trailarar javnan
koma við fiski til bygdar.
Bilarnir koma suður við
Teistanum og seta fiskin av
við fiskavirkið.
Tíðin stendur ikki í stað,
og tað er ikki longur sum
fyrr, tá skipini løgdu fiskin
upp í Skopun ella á Sandi.
Men,
innkoyringin
til
bygdina í Skopun hevur
gjøgnum mong ár verið ein
fløskuhálsur.
Borgarstjórin í Skopunar
kommunu, Gerhard Logn
berg, dylur ikki fyri at siga,
at innkoyringin til bygdina
beinleiðis er ”elendig”, sum
hann tekur til, og nú skal hon
betrast.
- Vit hava sett pengar
av til nýggja innkoyring,
og í komandi ári skal hon
gerast. Eg vænti, at vit
kunnu fara í holt við hetta
arbeiði komandi summar,
og ætlanin hjá okkum er, at
arbeiðið skal gerast liðugt í
2018, sigur borgarstjórin.
Tvinnir møguleikar
Gerhard Lognberg sigur, at
møguleikarnir at betra um
innkoyringina til bygdina
eru tvinnir - antin at fara inn
í benið oman fyri ella at taka
bátadráttin og eitt horn burt
ur av bátahylinum.
- Vit høvdu ætlað okkum
at keypt eitt sindur av niðas
ta parti av lendinum undir
húsunum, har Petur Mohr
Dam, sáli, vaks upp, og vit
bóru hetta upp á mál yvir
fyri teimum, sum áttu húsini.
Men, síðan ætlanir vóru
frammi um at keypa, hava
húsini fingið nýggjan eigara.
Vit vita tískil ikki neyvt í
løtuni, hvussu landið liggur.
Borgarstjórin sigur, at
nýggja innkoyringin í øllum
førum skal gerast, og hann
heldur ikki, at tað er nakar
stórvegis
trupuleiki,
um
neyðugt verður at taka báta
dráttin og eitt horn burtur av
bátahylinum til útfylling.
- Bátadrátturin verður
ikki nógv brúktur. Teir flestu,
sum taka bát upp ella seta
bát á sjógv, brúka kranabilar,
sigur hann.
Kanska beding
Hinvegin heldur Gerhard
Lognberg, at Skopun átti at
fingið ein nýggjan bátadrátt
á leiðini, har sum gamla
portrið í havnini var áður.
- Her kundi verið skorið
fyri til ein nýggjan bátadrátt,
men sjálvur kundi eg hugsað
mær, at vit heldur fingu eina
lítla beding.
Borgarstjórin sigur, at tá
hann var óviti, var beding
í Skopun, har rímiliga stór
deksfør kundu takast upp.
- Verður tað soleiðis, at
vit noyðast at taka verandi
bátadrátt og eitt horn burtur
av bátahylinum til innkoyr
ingina, fara vit ivaleyst eisini
at byggja ein nýggjan báta
drátt, sum kanska verður
ein lítil beding, sigur Gerhard
Lognberg.
Vilmund Jacobsen
Hin 1. mars 2018 verður Ger
hard Lognberg leysur av
sjúkraflutningstænastuni í
Sandoynni, sum hann hevur
havt ábyrgdina av heilt síðan
1993.
Hann hevur sagt starvið
frá sær, og Landssjúkrahúsið
hevur bjóðað tænastuna í
Sandoynni út.
- Eg havi havt ábyrgdina
av sjúkraflutningstænastuni
øll hesi ár, og eg haldi, at tað
eftir umstøðunum hevur
gingið væl, tó at nógvir
ymiskir dagar og uppgávur
hava verið.
Seinnu árini hevur Ger
hard Lognberg ikki sjálvur
verið
aktivur
partur
av
sjúkraflutninginum,
men
hann hevur framvegis verið
leiðari, eins og flutningurin
hevur verið hansara ábyrgd,
dag sum nátt.
- Eg havi verið partur
av aktivu manningini øll
árinum heilt fram til fyri
umleið fýra árum síðan. Nú
henda tíðin gongur móti
endanum, kennist tað sum
ein lætti, samstundis sum
eg gleðist um, at vit øll
hesi ár hava roynt at gjørt
okkara besta, sigur Gerhard
Lognberg.
Tá vanlukka rakti
Leiðarin vísir á, at skal ein
sjúkraflutningstænasta
í Sandoynni virka væl, er
neyðugt, at í minsta lagi trý
ella fýra fólk eru knýtt at
tænastuni.
- Minsta kravið í sjúkra
bilinum er tvey fólk, og
fólk mugu eisini hava frí, tí
neyðugt er, at sjúkrabilurin
er tøkur og til reiðar allar 24
tímarnar í samdøgninum.
Gerhard Lognberg sigur,
at í gjøgnum so mong ár hev
ur hann upplivað bæði tær
góðu og minni góðu síðurnar
av slíkum arbeiði, og eitt tað
ringasta hevur verið, tá van
lukkan rakti børn og ung.
- Innkoyringin til bygdina er ”elendig”, og vit hava sett pengar av til nýggja
innkoyring, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu
Havt ábyrgd av
sjúkraflutningi
í fjórðings øld
- Nú henda tíðin gongur móti endanum, kennist tað sum ein lætti, samstundis sum eg
gleðist um, at vit øll hesi ár hava roynt at gjørt okkara besta, sigur Gerhard Lognberg
Síðan 1993 hevur Gerhard
Lognberg havt ábyrgdina av
sjúkraflutningstænastuni
í Sandoynni
Mynd: Vilmund Jacobsen
INNKOYRING
- Noyðast vit at taka bátadráttin og eitt horn burtur av hylinum í samband við nýggja innkoyring, er ikki
óhugsandi, at vit kanska í staðin fáa eina lítla beding, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri
Mynd: Vilmund Jacobsen