Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 6. desember 2017 · Nr. 142 Sum sjúkrarøktarfakligur varastjóri verður tú ein partur av yvirskipaðu leiðsluni á Landssjúkrahúsinum saman við sjúkrahússtjóranum og varastjóranum við læknafakligari bakgrund. Tín næsta tilvísing uppeftir verður sjúkrahússtjórin. Týdningarmestu uppgávurnar hjá varastjóranum verða í høvuðsheitum: • at verða við í strategisku planleggingini og arbeiða saman við hinum í sjúkrahúsleiðsluni umframt • ábyrgd fyri yvirskipaða sjúkrarøktarfakliga rakstrinum og menning, • samábyrgd fyri innføringini av yvirskipaðum málum, strategium og fokusøkjum, • samábyrgd og virkisfýsni at halda fíggjarætlanir og at seta neyðug tiltøk í verk í hesum sambandi, • sjúkrarøktarfakligur ráðgevi og sparringspartnari hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum umframt sjúkrahús- og depilsleiðslunum. Vit bjóða: • eitt avbjóðandi og spennandi arbeiði við møguleika fyri persónligari og fakligari menning, • eina virkna og toymissinnaða sjúkrahúsleiðslu við plássi fyri humori, • eitt sjúkrahús við tørvi og ynski um at styrkja sjúkrarøktaryrkið. Førleikar: • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • Útbúgving og royndir innan leiðslu og fyrisiting • Holla vitan um sjúkrarøktina frá fleiri økjum • Framskygni viðvíkjandi røktarfakligu menningini • Kunnleika og innlit í fíggjarstýring • Kunna taka avgerðir saman við hinum í leiðsluni • Góð samstarvs- og samskiftisevni • Góð leiðsluevni • Skapandi evni og óbundin av vanahugsan • Duga og tora at raðfesta uppgávur • Stigtakari, planleggur og gjøgnumførir Lønar- og setanarviðurskifti: Starvið sum varastjóri við sjúkrarøktarfakligari bakgrund fyri Landssjúkrahúsið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á lønarstig 13. Setanarøkið fevnir um Heilsu- og innlendismálaráðið við tilhoyrandi stovnum. Tænastustaðið verður Landssjúkrahúsið, og setanarmyndugleikin er Heilsu- og innlendismálaráðið. Í sambandi við skipan av einum felags leiðslutoymi fyri samlaða sjúkrahúsverkið má tann, ið settur verður, tola møguligar broytingar í starvinum. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til: Ronnie Midjord, virkandi sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum, teldupost: ronne.midjord@ls.fo Umsókn við avriti av prógvum og CV skal sendast til: Heilsu- og innlendismálaráðið Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn Umsóknarfreistin er 2. januar 2018 HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Varastjóri til Landssjúkrahúsið MEIRA FÆST AT VITA UM LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Á HEIMASÍÐUNI WWW.LS.FO Í sambandi við, at setanarskeiðið hjá verandi varastjóra við sjúkrarøktarfakligari bakgrund rennir úr, verður starvið lýst leyst til setan 1. mars 2018 ella skjótast gjørligt. Vit søkja eftir einum eftirlitsfólki í fast starv til matvørudeildina á Heilsufrøðiligu starvsstovuni Arbeiðsuppgávur • Heilsuyvirvøka, eftirlit og málsviðgerð í sambandi við aling av fiski á sjógvi og á landi • Málsviðgerð í sambandi við flutning av alifiski og aliútgerð • Luttaka í vaktarskipanum til djóralæknauppgávur og heilsuváttanir á stovninum, bæði í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð • Matvørueftirlit í minni ella størri mun. Listin omanfyri er ikki endaligur, men kann broytast við tíðini, alt eftir hvørjar uppgávur eru á stovninum, og hvussu økið annars mennist. Krøv til útbúgving og førleikar • Djóralækni • Fiskaheilsukandidatur • Aðra viðkomandi akademiska ella tekniska útbúgving. Djóralæknaútbúgvingin skal vera frá einum norðurlendskum háskúla ella einari javnmettari útbúgving, soleiðis at tú kanst gerast løggildur embætisdjóralækni á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Vit sóknast eftir fólki við áræði og framfýsni at náa settum málum og sum: • kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva • sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing • dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu ella á einum norðurlendskum máli • hevur kunnleika til framkomnar KT skipanir • kann arbeiða nógv úti kring landið • hevur koyrikort til bil. Umsøkjarar við starvsroyndum innan aling hava fyrimun. Harumframt er ynskiligt við royndum innan fyrisiting. Vit bjóða Eitt spennandi og avbjóðandi starv, sum fakliga fevnir breitt. Tú fert at starvast á matvørudeildini, saman við dugnaligum og áhugaðum starvsfólkum við góðum útbúgvingum og hollum royndum. Góðir møguleikar eru fyri førleikamenning. Setanarviðurskifti Talan er um fast starv, og verður tað sett skjótast gjørligt. Starvið verður sett sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið, sí www.fmr.fo. Umsókn Umsóknir til starvið við avriti av prógvi, C.V., viðmælum o.t. skulu sendast Heilsufrøði­ ligu starvsstovuni, Smyrilsvegur 7, 100 Tórshavn, ella hfs@hfs.fo, og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hin 10. januar 2018. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Lailu Jacobsen, deildarleiðara, tel. 556419. Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Endamál stovnsins er at umsita matvøru-, djórasjúku- og alilógina við tilhoyrandi kanningarstovum. Matvørudeildin umsitur matvørulógina og djórasjúkulógina. Høvuðsuppgávurnar eru eftirlit við alivinnuni og matvøruvirkjum. Á deildini eru 15 starvsfólk, harav eru 3 djóralæknar. Alieftirlit STARVSLÝSING