týsdagur 19. desember 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. desember 2017 · Nr. 142
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marknaðar/samskiftisfólk til IRF
IRF søkir eftir marknaðar/samskiftis
fólki at byrja 1. februar 2018.
IRF er eitt spennandi felag í
støðugari menning, ið leitar eftir
fólki, ið hevur hug og hegni at
standa fyri marknaðarátøkum
okkara, so sum lýsingarátøkum,
heimasíðu okkara og IRF á sosialu
miðlunum, umframt breiðari
innanhýsis- og uttanhýsis
samskiftisuppgávum.
Kundi tú hugsað tær at tikið tær
av marknaðar- og
samskiftisøkinum hjá IRF, og ikki
smæðist burtur at vitja kundar
okkara, so er tað allarhelst tær, vit
leita eftir.
Vit leita eftir fólki, sum dugir at
arbeiða sjálvstøðugt og skipað, og
er tað ynskiligt, at tú hevur
viðkomandi útbúgving og royndir.
Eisini er neyðugt, at tú dugir væl
at orða teg á føroyskum og
donskum, og hevur góðar
telduførleikar.
Talan er um eitt nýtt starv, har tú
verður við til at mynda starvið og
hevur góðar møguleikar at koma
við tínum hugskotum um, hvussu
IRF framyvir kann bera boðskap
sín út.
IRF arbeiðir við støði í hugsjónini
um ringbúskap, og skalt tú vera
við til at seta endurnýtslu á
breddan hjá bæði húsarhaldum,
stovnum, vinnu og kommunum.
Tað er sostatt ein fyrimunur, at tú
ert áhugað/ur í at arbeiða við
umhvørvinum og sær góða
meining í at verja umhvørvið,
komandi ættarligum at frama.
Starvið verður lønt sambært
sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.
Er tú áhugað/ur í starvinum og vil
vita meira, so ert tú vælkomin at
seta teg í samband við Aslaug
Gisladóttir,varastjóra á tlf. 234212.
Umsóknin skal vera okkum í hendi
í seinasta lagi 30 des. 2017 á
telduposti: irf@irf.fo
IRF tilskilar sær rættin til frítt at
velja millum innkomnu umsóknir
ella ongan at seta.
Kom við á eina áhugaverda bíbilska ferð til Ísrael og
Jordan! Hetta er ein ferð, har ein fær at uppliva væl
meira enn tey flestu uppliva á eini Ísraelsferð.
Vit uppliva m.a.
Jordan: Amman, Nebo fjall og ótrúliga vakra og søguliga býin Petra.
Ísrael: Sólstaðið Eilat, model av tjaldtemplinum, Deyðahavið, Massada,
Jerúsalem, Genesaretvatnið, Nasaret, jødiskar og kristnar páskir og
páskagudstænastu við ta tómu grøvina páskadag.
Kostnaður:
19.775 kr. fyri hvønn (eyka fyri
einakamar).
Tekning hjá ferðaleiðarunum:
Marna E. og Frants Jensen á telefon
793002 ella á jensenfrants@gmail.com
Tekningarfreist:
10. januar 2018.
Páskaferð til Ísrael og Jordan
Sí meira á
www.israel.fo
25. mars – 4. apríl 2018
MIÐSTOVUGARÐUR Á SANDI
Tlf. 220203
Fríggjadagin 22-12 frá kl 9.30
selja vit í Vágsbotni.
Miðstovugarður selur
í Tórshavn
VIT SELJA
EPLI - RØTUR
OG YMISKT
GRØNMETI
Hvør er Ársins Fyrstihjálpari 2017
Reyði Krossur Føroya sóknast eftir evnum at heiðra sum
‘Ársins Fyrstahjálpara 2017’.
Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á
serligan hátt hava givið kropsliga ella sálar
liga fyrstuhjálp.
‘Ársins Fyrstihjálpari 2017’ fær heiðurs
bræv frá Reyða Krossi Føroya og eina pen
inga gávu, ið Betri Trygging letur.
Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdn
ing in av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki
at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu
bjarg ast.
Einstaklingar, virkir og stovnar kunnu lata
inn uppskot, ið verða viðgjørd av fyrstu
hjálp arinstruktørunum og nevndini hjá
Reyða Krossi.
Oyðublað, ið er sent politistøðunum kring
landið og eisini fæst á heimasíðuni hjá
Reyða Krossi, skal sendast Reyða Krossi
Før oya í seinasta lagi 19. januar 2018 á
tpost redcross@redcross.fo ella sum van
lig ur postur til Bryggjubakka 10, 100 Tórs
havn.
‘Ársins Fyrstihjálpari 2017’ verður til nevnd
ur týsdagin 27. febr. 2017 kl. 16 hjá Reyða
Krossi, Bryggjubakka 10 í Havn.
www.reydikrossur.fo Tpostadressa:
redcross@redcross.fo
Reyði Krossur Føroya