Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-19, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2017síða 50

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. desember 2017 18 Sosialurin Jólablaðið 2017 Jólamatur Hvar eta tey hvat? Her heima í Føroyum eta nógvar familjur gás ella dunnu til jóla. Summi eta ræstan fisk og onnur lambskjøt. Og summar familjur møguliga okkurt heilt annað. Niðanfyri eru 6 myndir av jólamati, sum er vanligur aðrastaðni í heiminum. Dugir tú at gita hvør matur er vanligur hvar? Para myndir og lond. Rættu svarini eru niðast á síðuni. Í hesum landinum er summar á jólum, og tí er vanligt at grilla - serliga skejladjór og fisk. Spurningur 1 Í hesum landinum veksur nógv mais. Tað sæst aftur í jólamatinum. Tamales er kjøt og grønmeti pak-kað í deiggj av maismjøli, og síðani pakkað í skalið av maiskolbuni. Hetta verður síðani dampað. Spurningur 2 Í hesum landinum verður vanliga ikki etið kjøt á jólum. Summi eta stoktan tosk, ímeðan onnur hvørki eta kjøt ella fisk - tí í hesum landinum eru nógv, sum fasta frá kjøti um jóltíðir. Ístaðin fyri tungu jóladøgurðarnar (sum vit kenna teir), eta tey millum annað Kutya, sum er eitt slag av greyti - hveiti-korn, mjólk og turkað frukt. Spurningur 3 Fleiri spurningar og svar á síðu 24