Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-19, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2017síða 58

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. desember 2017 28 Sosialurin Jólablaðið 2017 Í ár eru 225 ár síð ani yrkjarin av tí mest sungna jóla sálm i num "Stille Nacht, heil ige Nacht" var føddur Skaldið æt JOSEPH MOHR og var hjálp arprestur í tí lítlu bygdini OB­ ERN DORF bei Salzburg í Eysturríki. Samstundis eru 230 ár liðin, síð ani lærarin og organisturin FRANZ GRUB­ ER gjørdi tað yndisliga lagið til tann sama sálmin. "Stille nacht", er tann sálmurin, sum vit kenna sum "Gleðilig jól". Yrkingin er longu frá 1816, men Mohr fekk nakað seinni vinmannin Gru ber til at gera lagið til tekstina, og teir framførdu sálmin fyrstu ferð al­ ment við eina koncert jólaaftan 1818 í Sankta Nikolaj kirkju, so næstu jól verð ur sálmurin 200 ár. Eftir ta væleydnaðu koncertina kom sálm urin spakuliga vestureftir til Ty rol og norðureftir til Tysklands. Í fyrstuni bleiv hann mest lan­ cer að ur sum ein fólksligur tyrolara­ sang ur, men á jólum 1822 bleiv hann sung in og framførdur av ein um kóri fyri bæði tí eysturríkska keis ar a num Fransi I og russiska zarinum Alex­ and er I, og teir vóru sera hugtiknir av lagn um. Tað førdi við sær, at sálmurin bleiv serliga populerur hjá aðalsfólki og í fúrstahúsum, har hann skjótt bleiv brúktur til jóladans. Men ikki fyrr enn í 1830'unum kem ur sálmurin til Dresden og Leip­ zig, har hann skjótt fær stóra umrøðu og hartil nógva reklamu. Stutt eftir verð ur hann kendur í øllum Týsklandi. Tann fyrsta danska versiónin kemur í 1850, tá ið B. S. Ingemann yrkti "Glade jul, dejlige jul". Oberndorf er ein smábygd uppá ca. 6000 fólk, sum liggur 17 km frá Salz burg við ta stríðu ánna Salzach. Bygd in liggur so tætt við tað týsku grens ina, at fleiri av bygdahúsunum liggja í Týsklandi. Bygdin hevur ofta verið rakt av sterk um áarføri, og tann upprunaliga Nik o laj Kirkja varð tikin av ánni í 1890'unum. Í staðin fyri bygdi man í 1937 eitt lít ið kapell, har sum kirkjan stóð ­ tað vakra kapellið stendur opið alt árið fyri bæði bygdarfólkinum og vitjandi. Í dag valfarta ørgrynni av turistum til Oberndorf fyri at merkja tann ser­ liga jólastemningin í hesum søguliga jóla­umhvørvi, har "Gleðilig jól" fyrstu ferð ljómaði. "Stille Nacht" er annars umsettur til meira enn 300 tungumál! Niðanfyri er tann originala tekstin, sum Mohr segði seg at yrkja heilt spon tant, meðan hann var úti og spák aði eina sjáldsama stilla og frost­ klára jólanátt í 1816. Virgar T. Dalsgaard Verðins allar kendasti jóla sálm ur 200 ár Tað var Joseph Mohr, hjálparprestur í lítlu bygdini Oberndorf bei Salzburg í Eysturríki, sum yrkti kenda jólasálmin »Stille Nacht, heilige Nacht« Stille Nacht! Heilige Nacht! Alles schläft. Einsam wacht Nur das traute heilige Paar. Holder Knab’ im lockigten Haar, Schlafe in himmlischer Ruh! Schlafe in himmlischer Ruh! Stille Nacht! Heilige Nacht! Gottes Sohn! O! wie lacht Lieb’ aus deinem göttlichen Mund, Da uns schlägt die rettende Stund’. Jesus! in deiner Geburt! Jesus! in deiner Geburt! Stille Nacht! Heilige Nacht! Die der Welt Heil gebracht, Aus des Himmels goldenen Höh’n Uns der Gnade Fülle läßt seh’n Jesum in Menschengestalt! Jesum in Menschengestalt! Stille Nacht! Heilige Nacht! Wo sich heut alle Macht Väterlicher Liebe ergoß Und als Bruder huldvoll umschloß Jesus die Völker der Welt! Jesus die Völker der Welt! Stille Nacht! Heilige Nacht! Lange schon uns bedacht, Als der Herr vom Grimme befreyt, In der Väter urgrauer Zeit Aller Welt Schonung verhieß! Aller Welt Schonung verhieß! Stille Nacht! Heilige Nacht! Hirten erst kundgemacht Durch der Engel „Halleluja!“ Tönt es laut bey Ferne und Nah: „Jesus der Retter ist da!“ „Jesus der Retter ist da!“