Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 149 6 ÁRNI GREGERSEN T að er eitt vanligt ger­ andis­kvøld í Hoyvík. Familjan situr øll við náttverðaborðið, tá ið telefonin brádliga ringir. -Eg síggi, tað er eitt indiskt tele­fonnummar sum ringir, so eg skundi mær at taka telefonina. Pápi mín hevur seinastu 18 árini búð í India, sigur Bartal í Gongini. Hann tekur telefonina, men tað einasta hann hoyrir er grát og ein persón, sum sigur inn ímillum: -Bartal, Bartal, Bartal.. Bartal í Gongini skilir, at tað er Jayant, sum er í telfonini og at okk­ urt álvarsamt er hent. -Jayant hevur verið um pápa mín, tey árini hann hevur verið í India, men vit fáa ikki gongd á nakra samrøðu. Knappliga fer tele­ fon­sambandið millum Føroyar og India bara, sigur Bartal í Gongini. Øll við náttverðaborið sita bara sum Kánur og skilji ikki hvat er áfatt. Har var bara eitt at gera og tað var at ringja uppaftur. Nú fæst eitt sindur meira skil á, men framvegis er talan um eitt knortlut samskifti. Jayant sigur: -When are you coming? Babba is no longer here. Hetta er tó til at skilja. Eivindur í Gongini er farin, brádliga deyður í songini. Bartal í Gongini tekur eina skjóta avgerð. Bíleggur ferðaseðlar úr Føroyum og víðari til Goa í India. Hann fer ikki einsamallur avstað, men hevur mammu sína, Katrin í Gongini, við sær. Tey skulu sjálvandi fyrst til Keyp­mannahavnar. At ferðast til India krevur visum, so tey eru noydd at vitja indisku sendi­stov­ una í Keypmannahavn. Í Keypmannahavn gista tey hjá systini, Barbaru í Gongini. Tað gongur væl at fáa visum og týsmorgun 21.november, verður flogið úr Keypmannahavn til Goa. Flogferðin tekur 10 tímar, men tá verður millumlent einaferð har steðgurin er tríggjar tímar, og so víðari til India. Koma til India Beiggi Jayant, Arvin, er eftir teim­ um á flogføllinum og koyrir tey heim – ein túrur sum tekur ein tíma. Ferðin hevur verið long og stríggin, so farið verður beinan­ veg­in til songar. Klokkan er fimm um morgunin lokalt og tað er týs­ morg­un. Mikudagurin verður mest brúkt­ur til hvíld eftir langa flúgvi­ túr­in og sálarligu møðina eftir at hava fingið at vita, at pápin er deyð­ur og liggur í einum líkhúsi í India. -Hósmorgunin fara vit á løg­ reglu­støðina. Vit bíða leingi, men vit noyðast at hava tol, tí ymisk BRENDU PÁPAN Á BÁLINUM Havnarmaðurin, Bartal í Gongini, hevur júst verið í India, har pápi hansara doyði. Tað bleiv ongin vanlig jarðarferð Á myndini her omanfyri sæst líkhúsið "One Stop Centre" og niðanfyri sæst heimið hjá Eivindi í Gongini BRENDI PÁPA SÍN Á BÁLINU