Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. DESEMBER 2017 SOSIALURIN 149 7 skjøl skulu skrivast áðrenn vit sleppa at síggja babba, sigur Bartal í Gongini Eivindur í Gongini stendur und­ ir børu í einum líkhúsi, sum eitur “One Stop Center.” Tá ið tey koma hagar, noyðast tey aftur at bíða eftir at sleppa at síggja líkið. Hitin er nógvur – um 33 stig. Lík verða koyrd aftur og fram, meðani tey bíða og lukturin er ikki serliga tespiligur. -Endiliga koma teir við líkinum og koyra tað inn í eitt hús. Deym­ urin er ringur, men eg skal inn at eyðmerkja líkið av babba, so eg havi onki val. -Tá ið tað er gjørt, skal eg skriva undir eina løgreglufrágreiðing. Løg­reglan hevur skrivað alt sum er hent og eg skrivi undir. Tá ið tað er hent, koyra vit í hýruvogni heim­aftur til Baga, sigur Bartal í Gong­ini. Hesar myndirnar vísa greitt, hvussu tað gongur fyri seg, tá ið lík, sum siður er, verða brend á báli í India Á smærru myndunum verða greinar og blómur lagdar á líkið og á størru myndini festir Bartal í Gongini í líkbálið A UM